Jan Højgård, Toftir Tað kom mær sera dátt við, tá eg fríggjadagin í ÚF hoyrdi Dan R. Petersen og Óla Jacobsen tosa um formansvalið til Fiskimannafelagið. Eg eri sjálvur ein partur av valinum, so um ÚF [...] valevnini nýttu høvi til at leypa á meg. Tað gjørdi Dan R. Petersen, við at siga, “ein stemma fyri Jan Højgård er ein stemma fyri Óla Jacobsen.” Eg hevði ongan sum helst møguleika at verja meg. Til hetta [...] hava tit nakað at hugsa um, ikki so? Lat okkum nú standa saman, so skulu vit berja alla kúgan og allan órætt niður, sum verður framdur móti okkum. Setið tykkum í samband við meg um tað, sum liggur tykkum