Útvarpið stuðlar Dan Petersen, meðan fiskimenn stuðla Jan Højgård

Jan Højgård, Toftir

Tað kom mær sera dátt við, tá eg fríggjadagin í ÚF hoyrdi Dan R. Petersen og Óla Jacobsen tosa um formansvalið til Fiskimannafelagið. Eg eri sjálvur ein partur av valinum, so um ÚF livdi upp til kravið um public service, so skuldi eg sjálvandi verið við, um hini bæði valevnini nýttu høvi til at leypa á meg. Tað gjørdi Dan R. Petersen, við at siga, “ein stemma fyri Jan Højgård er ein stemma fyri Óla Jacobsen.” Eg hevði ongan sum helst møguleika at verja meg.
Til hetta havi eg at siga, at eg í fýra ár havi gjørt meg kláran til at leiða Fiskimannafelagið. Tá eg fekk ein skaða í 2001, lovaði eg mær sjálvum og øllum fiskimonnum í Føroyum, at nú skuldi eg taka um endan og føra ein dynamiskan politikk móti bæði kúgandi myndugleikum og reiðarum, so at allir fiskimenn fingu tað, teir høvdu uppiborið í tænastu fyri føðilandi.
Fyri mær sær tað út til, at Dan R. Petersen og ÚF eru farnir í valstríð saman, og endamálið er, at fiskimaðurin skal haldast nirði nøkur ár enn. Tað hevur skapt mikla øsing millum fiskimenn, at einasti fiskimaðurin, ið stillar upp, var útifrystur. Eg føli tað, sum tað er eitt væl tilrættislagt álop á meg persónliga.
Hví ræðast myndugleikar og almennir stovnar meg so nógv? Man tað ikki verða tí, at eg eri tann einasti sum havi meldað klárt út, hvat eg havi í hyggju. Eg fari at føra ein beinharðan politikk móti bæði myndugleikum og reiðarum, meðan kontórmaðurin og lærarin onki hava meldað út uttan at geva valstríðnum ein skitnan dám við útspilling og nú eisini við bakbiti á ein verjuleysan mann.
Stríðið við mynduleikarnar kemur at hava trý høvðusmál. Trygd, ALS og pensjón, umframt nógv annað. Stríðið við reiðararnar er um at vinna mist rættindi aftur og at fáa teir at halda sáttmálar. Eg fari at seta krav um, at prosentini vit hava mist orsakað av svøvlalínu verða givin aftur til fiskimannin. Eg fari at krevja betri sáttmálar innan allar skipabólkar. Eg fari undir ongum umstøðum at góðtaka, at reiðarar taka amboð umborð, eitt nú kryvjimaskinur, og lata manningina gjalda.
Trygd hjá fiskimonnum. Eg fari at skipa ein trygdargrunn til fiskimenn burturav. Vit gjalda millum 22 og 25 milliónir um árið í trygging, men fáa sera lítið burturúr. Um vit umsita trygdina sjálvir, fara allir fiskimenn at fáa útgjald, tá skaðar gera seg galdandi. Løgfrøðingar fara uttan iva at føra fram, at heimild ikki er fyri hesum, men tað er tað, so har hava vit onkið at øttast.
ALS – Her siga løgfrøðingar, at heimild ikki er hjá fiskimonnum at fáa útgjald. Her fara eg so at krevja, at lógin verður broyt, so hon svarar til vanlig mannarættindi, tí sum støðan er nú, verður gjørdur munur gjørdur á fiskimonnum og øðrum samfelagsbólkum.
Pensjón – Eg fara at krevja, at bæði reiðarar og mynduleikar gjalda inn í ein pensjónskassa, sum skal koma øllum fiskimonnum til góðar. Hví fari eg at krevja myndugleikarnir at gjalda í kassan? Tað er tí, at fiskimenn eiga milliardir til góðar í landskassanum. Tað kemst av tí, at fiskimenn í fleiri áratíggund hava verið tvungnir at goldið heimatrygging fyri fiskimenn. Hetta meta fiskimenn sum eina brotsgerð móti teimum. Her hevur lóggevandi myndugleikin valt sær ein bólk út at kúga við eykagjaldi, og tað er fiskimaðurin. Hesar pengar eiga vit til góðar, og teir skulu vit hava.
Ná fiskimenn, hvat siga tit? Nú hava tit nakað at hugsa um, ikki so? Lat okkum nú standa saman, so skulu vit berja alla kúgan og allan órætt niður, sum verður framdur móti okkum.
Setið tykkum í samband við meg um tað, sum liggur tykkum á hjarta, eg eri tykkara maður, ein fiskimaður við hjarta fyri fiskimonnum.