Úrslitið ber við sær, at tað nú er greitt, at NSÍ undan síðsta umfari hevur 42 stig. Í síðsta umfari fer NSÍ at spæla á heimavølli ímóti B68. Á fimta plássi er B36 við 38 stigum. Tí er tað greitt, at NSÍ hevur [...] fjórða plássið. Um tað fer at bera pláss í europeisku kappingini næsta summar við sær, fæst ikki at vita fyrr enn annan leygardag. Tá fer B36 at spæla finalu í steypakappingini ímóti HB. Um B36 endar sum [...] tí talan hevur verið um brotið rivjabein. At tað í dag endaði javnt ber við sær, at Skála undan síðsta umfari hevur 20 stig. Um tað røkkur til áttanda ella níggjunda pláss valdast um, hvat úrslitið millum
Talan er um »Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af partistøtteloven«, sum snýr seg um danskan stuðul til politisku flokkarnar í Føroyum [...] Framsókn einki fær. Orsøkin er, at Framsókn fekk ov fáar atkvøður við seinasta fólkatingsval. Tjóðveldi hevur ikki søkt um stuðul síðani 2015, boðar flokkurin frá. Talan er um stuðul frá Fólkatinginum til [...] danskan ríkisstuðul hetta valskeiðið. Orsøkin til at málið kemur í Løgtingið nú er, at tey í Danmark eru vorðin varug við, at lógin, sum kom í gildi í Danmark í 1987, av misgáum ongantíð er komin í gildi í
framd av Hizbollah í Libanon, upplýsti sendinevndin, tá hon svaraði spurninginum um leiklutin hjá Iran í álopinum. Tað er iranska tíðindastovan Irna, sum ber hesi tíðindi. Fyrr í dag legði Benjamin Netanyahu [...] in aftrat. Hizbollah, sum eru sameindir hjá Iran, hevur enn ikki tikið ábyrgd av álopinum, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld. Talan var um eina dronu, sum varð skotin móti privata heiminum hjá ísraelska [...] ísraelska forsætisráðharranum í býnum Kesarea har norðuri í Ísrael. Sambært útlendskum miðlum er hetta summarbústaðurin hjá Benjamin Netanyahu. Eingin fekk skaða, og forsætisáðharrin var ikki heima.
fyri Bohemians. Hetta er fyrstu ferð síðani 3. juni, at Stefan hevur fingið nakað sum minnir um spælitíð hjá Sligo Rovers. Tá fekk hann 56 minuttir í einum heimasigri á Drogheda. Stefan er skrásettur at [...] at hava spælitíð í 15 av teimum 34 dystunum hjá Sligo, og enn hevur hann ikki skotið fyrsta málið hetta kappingarárið. Í fjør skoraði Stefan fimm mál í 31 dystum fyri Sligo Rovers. Úrslitið merkir, at Sligo [...] plássinum, ið gevur atgongd til Conference League undankappingina komandi kappingarár. Sligo Rovers er nummar seks 48 stigum. Shamrock Rovers hava 55 stig á triðja plássinum, og Sligo Rovers kann í mesta
B71 er á fjórða plássi við 41 stigum. Tað er eitt stig fram til TB. Málmunurin hjá bæði TB og B71 er +14. Um B71 skal vinna uppflyting, so skal úrtøkan hjá sandoyingum í 27. umfari vera størri, enn hon [...] 7-0. So trivaligan heimasigur vann B71 í dag ímóti HB, sum longu er flutt niður í 2. deild. Hetta er størsti B71 sigurin í ár. Hálvleiksstøðan var 3-0. Eduardo Coimbra, Jónatan Kjærbo og Tijani Yakubu
verður fyrsta bríksl í síðsta umfari í kvinnukappingini. Hetta árið er serstakt á tann hátt, at tað er tað fyrsta, har talan er um endaspæl. Og í dag er tað serstakt, at NSÍ kvinnurnar fara at vinna FM fyri [...] og um Gøtueið og út aftur á eystara armin á Skálafjørðin, so vera tær greipuvinnarar. NSÍ hevur trý stig fleiri enn KÍ, sum er næstfremst, og málmunurin hjá NSÍ er +94, meðan málmunurin hjá KÍ er +81 [...] FM øll árini síðani í 2019. Í dag fer KÍ í Gundadal at spæla ímóti HB, og tað skal ganga verri enn illa, um silvurkrónurnar ikki vera í viðførinum, tá ið tær fara til hús aftur. Víkingur – NSÍ: Heri Wang
Hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum. Hetta er ein stórur dagur á Toftum og í Nes kommunu, og sjálvandi er býurin flaggskrýddur í dag. Tað er mær ein stórur heiður at vera boðin við at hátíðarhalda [...] summar, ja, so skemtaðust tit ofta um tann góða 1924-árgangin. At gerast hundrað ár? Tað er ikki mongum unt at gerast so gamal. Tað fær meg og okkum øll at hugsa um, hvat tað man hava at siga at hava livað [...] so sera knortlut. Tað fær meg at hugsa um sálmin ”Eydnan er ei at líta á” hjá Mikkjali á Ryggi, har hann í 3.ørindi sigur: ”Gakk tú við Guði hvørja stund, lat so enn eydnuna skifta; tá stendur tú á føstu
Netanyahu-stjórnin er ikki ísraelska fólkið. Terror og kríggj er ikki fyri fólk men fyri valdshavarar og vitloysishugsan.” Fólk kunnu halda um Netanyahu hvat tey vilja, men hann er forsætismálaráðharri [...] ræðuliga terrorálopið inn í Suðurísrael, har fleiri enn 1200 fólk vórðu myrd, kvinnur hópneyðtiknar, bróstini skorin av mongum, meðan tær enn vóru á lívi og um 250 gíslar tiknir inn í Gaza. Kortini ikki eitt [...] frá heilsumyndugleikunum í Gaza, eisini undir Hamasleiðslu. Ísrael er lagt fyri hatur í mongum londum. Um okkara leiðir og eisini her er vaksandi illvilji móti Ísrael, har slagorðini ”From the river to the
valt at framleingja avtaluna við KÍ er, at eg haldi meg hava verið í eini góðari gongd og gjørt framstig hetta kappingarárið. Tað gevur mær áræði til, at avrika enn betri, so eg kann gera mítt til, at [...] okkum vælkomin og trívast betri og betri í Klaksvík, sigur Mark við www.ki.fo. Vit í KÍ fegnast um, at Mark er í kapping í aftasta verjuskansa komandi tvey árini, skrivar KÍ í kvøld.
umbygging í huga. Hetta er at fegnast um. Okkara staðiliga áheitan er tí: gloymið ikki Hoyvíkar skúla eftir valið. Har eru fleiri atlit at taka: Eitt er, at serliga elsti parturin er ótíðarhóskandi, slitin [...] Hoyvíkar skúli skuldi byggjast um. 10 ár seinni er skúlin enn tann sami, uttan at nøkur ítøkilig ætlan hevur verið. Fyribils ætlanir og uppskot, gaman í, men einki ítøkiligt, sum er sett í gongd. Næmingarnir [...] so tørvurin á skúlaplássum fer at ikki minka komandi árini. So hetta er einki at bíða við. Samstundis sum vit fegnast um, at kikarin nú er vendur móti Hoyvíkar skúla, og at har tykjast vera fólk, sum veruliga