javnleikinum ímóti Armenia hóskvøldið var Brandur Hendriksson Olsen fyri 60. ferð á liðnum, og í kvøld fer Odmar Færø at umboða føðilandið fyri 60. ferð. [...] Í kvøld fara Føroyar fyri 246. ferð at spæla altjóða skrásettan landsdyst í fótbólti. Tað var 24. august í 1988, at Føroyar spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin. Tað var í Akranesi ímóti Íslandi [...] landsdsytir eigur Jóan Símun Edmunsson, sum hevur verið 92 ferðir á landsliðnum. Teir næstu í røðini av teimum, sum eru í hópinum í kvøld, eru Viljormur Davidsen, sum hevur spælt 81 landsdystir og Sølvi Vatnhamar
av toyminum av Serfrøðingum í havnagøtum. Spennandi tíðir fyri framman Í septembur í ár vóru umboð fyri seks føroyskar havnir á ráðstevnu fyri ferðamannaskip í Malaga. Havnirnar høvdu felags bás undir [...] skipum. Sesongin við ferðamannaskipum er av fyri árið í ár. 1.oktobur vitjaði síðsta ferðamannaskipið, Hamburg, í Tórshavn og varð harvið sett punktum fyri hesa sesongina. Í alt vóru 46 vitjanir frá f [...] ferðir í ár. Átta skip vitjaðu fyri fyrstuferð. - Árið í ár gekk júst soleiðis, sum vit høvdu vænta. 3 skip avlýstu teirra komu, og tað er ikki nakað óvanligt, sigur stjórin fyri Tórshavnar havn, Hanus Mikkelsen
føroyskum fótbólti seinastu vikurnar. Hann heldur ikki fram í HB og sáttmálin gongur út fáar dagar fyri steypafinaluna móti B36. Tí hevur Adolfo Sormani, venjari hjá HB, valt hann frá til komandi dystirnar [...] hevur verið ein hørð tíð og tað var ikki soleiðis eg ætlaði at tíðin í HB skuldi enda. Eg eri glaður fyri tíðina í HB og at felagið vildi taka meg heim úr Middelfart á sinni, sigur Hanus Sørensen. Hann kann [...] at Hanus Sørensen var besti spælarin á landsliðnum. Í so máta er Hanus Sørensen ein ”darling” hjá teimum ungu í HB, og tað sæst eisini aftur, tí onkur teirra vilja litað hárið eins og Hanus. - Eg royni
vegleiðing, teimum tørvar, fyri at taka næsta stigið og gerast partur av Betri-hópinum. Martin hevur áður arbeitt saman við okkara høvuðsvenjara. Dan Brimsvík sigur, at tað er ein fongur fyri felagið at [...] áður hevur staðið á odda fyri at leiða 1. deild hjá B36 upp í toppin, kemur við drúgvum royndum og vitan, ið fer at styrkja okkara hóp munandi. Martin verður eisini knýttur at teimum yngru leikarunum, har
Nurmi frá finsku verjuni fyri, at Russland fer at ákæra grannarnar fyri at hjálpa ukrainum: – Eg bíði bara eftir degnum, tá Russland ákærir Finnland, Estland ella kanska Noreg fyri at stuðla hesum UAV- [...] Granskararnir hava annars leingi pástaðið, at Russland altíð fór at forða fyri ósemjum í Arktis, fyri ikki at seta forðingar fyri egnum útflutningi av olju, gassi og mineralum úr Arktis. Men nú er [...] Danmark, har spenningurin í Arktis hevur týdning fyri ágangandi samráðingarnar um flogfør, skip, radarar og dronur til verju av Føroyum og Grønland fyri milliardir av krónum. – Tað er ein grundleggjandi
Russland fyri 2025 eisini. Men eftir stendur, at løgmaður hevur meirilutan í samgonguni aftan fyri seg. Í øllum førum 12 samgongutingfólk eru ímóti at gera nýggjan sáttmála, meðan hægst 6 eru fyri. [...] landsstýrið hjá Bárði Nielsen gjørdi sáttmála við Russland fyri 2023, tí tað var so langt útliðið og val varð útskrivað, so tað gjørdist einki annað. Men fyri 2024 skuldi so eingin sáttmáli gerast. Tað lovaði nýggja [...] at hann og Javnaðarflokkurin máttu boyggja seg fyri meiriltunum. Spurningurin er so, hvønn meiriluta løgmaður sipar til. Tí hann hevur ikki boygt seg fyri meirilutanum í samgonguni. Aksel V. Johannesen
í antibaðilandinum. Pingvinirnar eru frá sær sjálvum av ræðslu og hava brúk fyri, at Ella og Felix hjálpa teimum. Samstundis er hundurin hjá Fúkandi Ferð, herovasta, horvin, og herovastin er ikki [...] Mín stóra spælibók - Náttúra: Ein STÓR bók at lesa saman við teimum smáu um fyrstu orðini, litir, tøl, skap og nógv annað. Ingela P. Arrhenius hevur skrivað og myndprýtt. Bókin er ein pappbók, 10 bls. [...] Paripylfarnir búgva í einum løgnum landi, sum er umgirt við himmalhøgum fjøllum. Húsini hjá teimum eru við at skrambla niður í bládýpið, og tað hevur skund at fáa fatur á superlíminum úr par
Thomsen, tað elsta í landinum, og kanska hevur familjusøgan veitt honum ta sjálvkenslu, sum skal til fyri at byggja egið virkið. Tað segði Jóanes Nielsen, rithøvundur, millum annað í røðu á móttøku á Føroyaprent [...] at seta við hond, og kanska finst framvegis onkur serskøltur, sum hevði dugað at passað eina av teimum fornu prentsmiðjunum. Eg havi verið 18 ella 19 ára gamal, tá eg kom at arbeiða á prentsmiðjuni hjá [...] ikki uttan grund, at teir vóru kallaðir handverksins aristokratar. Typografarnir vóru jú fortreytin fyri okkara skriftligu mentan, uttan teirra avrik, høvdu vit framvegis verið analfabetar. Prentarar vóru
Aftur í ár verður skipað fyri Altjóðadag fyri pinkubarnadeyða. Tá ið vit missa eitt pinkubarn missa vit ein part av okkum sjálvum. Ein part av okkara framtíð, ein part av okkara samleika. Vit náddu at [...] bond til børn okkara, annað hvørt tey vóru fødd ov tíðliga, til tíðina ella vit hava livað saman við teimum. Henda sterka kenslan av felags lagnu, gevur bæði foreldrum og avvarðandi stundir til at minnast
Umframt hetta, so havi eg stóran áhuga fyri interiørdesign og innrætting. So tað at framleiða hondgjørdar gardinur til heimið føldist natúrligt og var tað rætta fyri meg, sigur Sunniva Norðberg, sum hevur [...] Instagram-vanga av teimum. Tær vórðu sera væl móttiknar, og eg fekk beinanvegin fleiri boð við spurningum og rós. Hetta gjørdi so, at eg byrjaði at gera fleiri bíleggingar til nýggjar kundar. Fyri at vaksa um [...] ímóti bíleggingum av gardinum. Hon ger nevniliga sínar egnu gardinur, sum hon bæði litar og seymar fyri kundar, ið bíleggja. Gardinurnar hava eitt nú verið í bløðunum Eurowoman og Boligmagasinet, og so