HM-endaspælið fer frá 32 liðum til heili 48 lið. Tað eru tó aðrir heimspartar enn Evropa (UEFA), ið fáa meira gagn av økti talinum av landsliðum.
Trý CONCACAF limalond, Meksiko, Kanada og USA eru vertir. Aftrat teimum koma trý onnur millumamerikonsk/karabisk landslið, ið skulu vinna seg til HM gjøgnum undankappingar.
Átta landslið úr Asia sleppa til HM-endaspælið. Har hevur Japan longu vunnið seg til HM-endaspælið.
Ný Sæland hevur vunnið seg til HM-endaspælið. Teir vera einasta umboðið fyri Kyrrahavsøkið.
Afrika verður umboðað við níggju landsliðum, og seks av 10 landsliðum í Suðuramerika sleppa til HM-endaspælið.
Evropa fær 18 landslið av 55 møguligum til HM-endaspælið.
Harumframt vera tvey landslið aftrat, ið sleppa til HM gjøgnum Play Off dystir millum landslið úr ymiskum heimspørtum. Tí kann tað t.d. enda við, at sjey av 10 suðuramerikonskum landsliðum vinna seg til HM-endaspælið.
Evropa er ikki vinnarin av tí økta talinum frá 32 liðum til 48 lið. Evropa átti í mun til avrik í farnum HM-endaspølum at havt minst 20 av 48 HM-liðum.
Bert evropeisk og suðuramerikonsk landslið hava síðani 1930 vunnið HM í fotbólti hjá monnum. Evropearar og suðuramerikanarar hava eisini mannað allar HM-finalurnar síðani 1930.