serliga í fyrra hálvleiki væl betur, enn tað var hjá heimaliðnum. At mest sum alt liðið er skift út síðstu mánaðirnar sást á liðavrikinum, og tað sást eisini, at talan er um nógvar góðar fótbóltsspælarar, sum [...] Víkingi. Javnleikur á útivølli er gott úrslit, men tað kann gott vera, at víkingarnir, sum nú rigga seg til at fara til hús, iðra seg um, at teir ikki skoraðu fleiri enn eitt mál í fyrra hálvleiki. Eyðsýndi [...] Klokkan 4 í nátt fer leiguflogfar hjá Atlantsflog at lenda í Vágum. Talan er um flogfar, sum hevur verið í Lettlandi við B36 og Víkingi, sum hava spælt í Europa Conference League. Í gjár tapti B36 2-0
samstundis sum hetta eisini var fyrsti altjóða skrásetti dystur hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Síðani eru 103 landsdystir komnir á loggin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, og talan verður sostatt um altjóða skrásetta [...] ár seinni vóru liðini aftur í innleiðandi bólki saman, sum tá kappaðust um at spæla seg í undankappingina til HM 2019. Tað eydnaðist eisini Føroyum at spæla seg víðari til undankappingina, og var tað millum [...] Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. Kostnaðurin er 95 krónur, og er tað galdandi fyri bæði vaksin og børn.
kappast um DM heitið á 1/4 Ironman teininum. Tá kappast verður á hesum teini, skal ein fyrst svimja 950 metrar, síðan súkkla 45 km, og at enda renna 10,5 km. Hóast Andrass Joensen nú er farin um tey seksti [...] kappast verður í Triathlon. Styrkin hjá Andrass er fysikkurin og nú nógvu royndirnar innan triathlon. Javna og høga ferðin í súkklingini er við til at hann altíð er ein av teimum fyrstu í renniskógvarnar. Aðrir [...] Aðrir athletar renna kanska skjótari enn Andrass, men aftur her er Andrass næstan ótroyttuligur, og tá ferðin er jøvn og orkan nógv, so berur nærum altíð á mál. Tað gjørdi tað sanniliga leygardagin, tá
bæði á vongverjanum og á miðvøllinum, var nýggjur stýrimaður í miðverjuni, og tað eydnaðist sundalagsmonnum at halda tørn um málleysa javnleikin allan fyrra hálvleik og inntil seinni hálvleikur var fimm minuttir [...] tá ið HB var á Svangaskarði. Tá endaði tað við 1-0 heimasigri, sum bar við sær, at B68 lyfti seg upp um niðurflytingarstrikuna. At B68 slapp av niðurflytingarplássi bar við sær, at EB/Streymur datt aftur [...] aftur niðurflytingarplássinum. Tað var eingin slingur í valsinum hjá Víkingi, sum vann 4-0, og sum nú er á toppinum við 42 stigum, meðan HB hevur 39 stig, og KÍ hevur 33 stig. Í síðsta umfari undan summa
anum, sum vóru um hetta mundið. Í løgmansrøðuni í 1972 vísir Atli Dam á, hvussu Mao Tse Tung einaferð tók til um politiska vantrúgv og afturhaldslyndi: »Fyrndargomul kinesisk søgn er um mann, sum búði [...] havnarnevnd við einari umbøn um at dýpa sundið við Streymin. Nú varð málið samtykt. Í lógini um at veita heimild at játta 500.000 krónur til hetta arbeiðið bleiv fyrst og fremst tosað um at gera eina nýtiliga [...] 1970, og hetta var í sær sjálvum ein stórhending. Tá seinastu grótlastirnar knýttu Streymoynna og Eysturoynna saman, kappaðust menn um at verða tann fyrsti, sum gekk millum oyggjarnar. Um hetta mundið vóru
vann Klaksvíkingur, men kappingin var størri og øðrvísi, enn hon hevur verið undanfarnu ferðirnar, og hóast Klaksvíkingur hevur fult stigatal og er stórfavorittur at endurvinna FM heitið, so kann tað væl [...] vinna onkran av teimum fýra róðrunum, sum eru eftir, áðrenn tað á ólavsøku verður sett punktum fyri hetta róðrarárið. Norðingur leyp avstað, og Norðingur var fremstur stóran part av teimum 1000 metrunum. [...] Leiðslan var alla tíðina heilt tepur. Onkra løtuna vóru Klaksvíkingur og Norðingur stavn um stavn, so datt Klaksvíkingur ein fót ella so aftur, so svaraði Klaksvíkingur aftur og hevði hug at taka Norðingin
Fraklandi og Hollandi, um teir skulu víðari. Tað ber enn til við spælarum sum Wojciech Szczesny í mál, Jakub Kiwior í verjuni, Piotr Zielinski á miðjuni og Robert Lewandowski í álopinum. Hetta verður møguliga [...] Fernando Santos koyrdur. Í dag eitur venjarin Michal Probierz. Hann er fyrrverandi U21-landsliðsvenjari við góðum úrslitum. Hann er mest kendur fyri at vinna pólsku steypakappingina við smærri feløgum [...] r blivu nummar trý í undankappingarbólkinum hjá Føroyum – aftanfyri Albania og Kekkia. Kortini eydnaðist tað Póllandi at vinna seg til EM-endaspælið við at vinna sær eitt pláss gjøgnum Nations League-
úrslitið so gerast annað enn, at enskt verður undirvísingarmál á miðnámi? Loysir hetta trupulleikan, ella flyta vit hann bara hægri upp í skúlaskipanina? Vit eru ikki í iva: Hetta er økismissur fyri føroyskt [...] danskt til munnligu próvtøkuna. Árið eftir vóru teir 12, og restin er søga, ella er tað tað? 50 ár er ikki so frægt sum tvey ættarlið[1]. Hetta staðfestir bara tað, sum málprofessarin á Føroyamálsdeildini, [...] við donskum sum skugga Um málsligi veruleikin í Føroyum er, at ikki ber til at læra føroyskt uttan í minsta lagi at duga at lesa danskt, so er at laga seg til tað. Tí soleiðis er veruleikin. Gerið útbúgvingar
ið Víkingur 20 minuttir undan leikloki økti um munin til 2-0, var tað í sambandi við deyðbóltsstøðu, og einki er at ivast í, at klaksvíkingar iðra seg nógv um hesa støðuna. Poul Kallsberg, sum nú tekur [...] fleiri málmøguleikar enn heimaliðið. Fyrstu lítlyu løtuna vóru heimamenninir væl við, men sum fyrri hálvleikur leið, so fekk Víkingur alt betur fatur á spælinum, og í 26. minutti eydnaðist tað at fáa hol á [...] eyðsýndur saman við Árna Frederiksberg, sást tað leingi lítið til. Tað kendist sum um, at víkingarnir vóru rættuliga tilvitaðir um forða fyri, at KÍ spælið kundi fara í høgru. Síðstu løtuna undan steðginum vann
og heldur enn at spæla annan av liðfeløgunum, so vísti hann sjálvsálit, smekkaði til og bólturin sigldi inn við stólpanum. -Hetta er so kærkomið, sum vit ikki áður hava upplivað. Tað ráddi um at skjóta [...] minuttir undan leikloki staðfesti hann sigurin. Hetta er fyrsti sigurin hjá B68 í ár. Toftamenn hava nú seks stig, og teir eru eitt stig frá EB/Streymi, sum er á áttanda plássi. Í fyrra førinum var tað yngri [...] noyddir at skifta tveir spælarar út, og vit saknaðu leikbannaða Virgar Jónsson, sum er lyklaspælari, hóast hann bara er 17 ára gamal. Men tá ið vit taka samanum, so mugu vit ásanna, at í dag riggaði tað