Í kvøld glapp tað hjá Villiami Emil og B68

23 ára gamli evnaríki álopsspælarin vísti sínar góðu gávur, tá ið tað loksins eydnaðist B68 at vinna fulla úrtøku og kveikja spenning í botnstríðnum

Villiam Emil Klein. Eingin ivi hevur verið um góðu fótbóltsevnini hjá honum. Hann hevur verið á Toftum síðani í fjør. Tá skoraði hann seks mál í 26 dystum.

 

Hóast tað hevur verið striltið hjá B68 og Villiam Emil Klein higartil í ár, so hevur Jákup á Borg havt álit á álopsspælarunum, sum undan dagsins dysti á heimavølli ímóti EB/Streymi hevði skorað trý mál í ár. Eitt í kappingini um løgmanssteypið og tvey mál í landskappingini.

 

Í kvøld gjørdi Villiam Emil Klein bart. Sjey minuttir undan steðginum legði B68 á odda, og stórar tíggju minuttir undan leikloki staðfesti hann sigurin.

 

Hetta er fyrsti sigurin hjá B68 í ár. Toftamenn hava nú seks stig, og teir eru eitt stig frá EB/Streymi, sum er á áttanda plássi.

 

Í fyrra førinum var tað yngri beiggin Bartal Páll Klein, sum sneiddi seg leysan, áðrenn hann smekkaði til. Málverjin var óheppin, og so var Villiam Emil Klein fyrstur á og stýrdi úr stuttari fjarstøðu bóltin í málið.

 

Øgiliga gott lag í heimaleguni á Svangaskarði, tá ið teir fóru at hvíla seg. Higartil í ár hevur tað ikki eydnast at vinna, og spurningurin var, um tað fór at ganga, sum tað gjørdi, tá ið NSÍ vitjaði á Svangaskarði, og síðstu løtuna koppaði alt á høvdið, so NSÍ fór við øllum.

 

B68 helt eftir steðgin fram í sama lagi, meðan EB/Streymur ikki avrikaði, sum teir í Sundalagnum hava víst fyrr í ár. Tað komst eitt nú av, at bæði Bergur J. Poulsen og Tóki H. Johannesen noyddust skaddir av vøllinum, áðrenn eitt korter var farið.

 

EB/Streymur noyddist at spenna álopsbogan, sum tíðin leið í seinna hálvleiki, og stórar tíggju minuttir undan leikloki, svaraði B68 aftur og staðfesti 2-0 sigurin. Tann fyrsti hjá B68 í ár.

 

Aftur var tað Villiam Emil Klein, sum var málskjútt. Hann helt upp á bóltin í yvirtalsstøðu, og heldur enn at spæla annan av liðfeløgunum, so vísti hann sjálvsálit, smekkaði til og bólturin sigldi inn við stólpanum.

 

-Hetta er so kærkomið, sum vit ikki áður hava upplivað. Tað ráddi um at skjóta mál og fáa gongd á tað, sum vit vita býr í okkara monnum, og tað eydnaðist. Í vikuni hava vit tosað og arbeitt nógv við, hvat skal til, og nú riggaði tað. Hugburðurin var góður, spælararnir arbeiddu veruliga fyri søkini, og so skoraði Villiam Emil tvey mál. Hetta gevur blóð upp á tonna, sigur ógvuliga fegni B68 venjarin Jákup á Borg í samrøðu við FM1 útvarpsrásina.

 

Sigfríður S. Clementsen venjari hjá EB/Streymi ásannar, at í kvøld riggaði tað ikki hjá hansara monnum.

 

-Sjálvandi spældi tað inn og órógvaði, at vit beinanvegin vóru noyddir at skifta tveir spælarar út, og vit saknaðu leikbannaða Virgar Jónsson, sum er lyklaspælari, hóast hann bara er 17 ára gamal. Men tá ið vit taka samanum, so mugu vit ásanna, at í dag riggaði tað ikki hjá okkum. Vit sótu ikki soleiðis í teimum, sum eg hevði vónað, og í álopspartinum var tað bara í eina løtu, at vit hóttu teir, sigur Sigfríður S. Clementsen.