Í dag verður fyri 18. ferð skipað fyri almenna flaggdegnum fyri fólk, sum Danmark hevur sent út í tænastu kring heimin. Dagurin fevnir um øll, sum eru ella hava verið send út frá danska herinum, tilbúgvingini [...] lív. Samstundis er dagurin ein tøkk til avvarðandi hjá teimum útsendu. Almenna hátíðarhaldið í Keypmannahavn fevnir millum annað um kransaløgu við minnismerkið fyri altjóða átøk Danmarkar eftir 1948 á [...] í Holmens Kirke og skrúðgongu fyri tey, sum hava verið send út seinasta árið, á Christiansborg Slotsplads. Kongshjúnini eru millum luttakararnar saman við umboðum fyri danskar myndugleikar og altjóða
Er vatnstøðan í Sado-ósanum samstundis høg, økist vandin fyri vatnflóð í miðbýnum. Myndugleikarnir í Setúbal hava tí gjørt fleiri tiltøk fyri at verja býin. Millum annað eru savningarhyljar gjørdir, sum [...] Setúbal liggur við Atlantshavið umleið 30 kilometrar sunnan fyri portugisiska høvuðsstaðin Lissabon. Beint við býin liggur Sado-ósin við stórum vátlendum og økjum, sum verða ávirkað av sjóvarfallinum. [...] tættbygda býnum og landbúnaðar- og skógarøkjunum rundanum. Copernicus nýtir slíkar fylgisveinamyndir til millum annað at fylgja við broytingum í býum og strandarøkjum, vatni og lendisnýtslu.
tilmælunum frá havnar- og teknisku nevnd. Umsitingin skal nú gera uppskot til ein leigusáttmála fyri fýra ár, sum síðani skal til endaliga støðutakan í fíggjarnevndini. Áðrenn loyvi kann latast, skulu millum
verður tunnilin stongdur fyri vanligari ferðslu tvær ferðir í dag. Fyrru ferð verður tunnilin væntandi stongdur frá umleið klokkan 11 til 11.30 og seinnu ferð umleið klokkan 12.15 til 13. Tíðirnar kunnu broytast [...] klokkan 10 og gongur millum annað eftir Skálafjørðinum, gjøgnum Runavík og Rituvík, til Toftir og gjøgnum Eysturoyartunnilin til Strendur. Løgreglan stýrir, nær tunnilin verður stongdur og latin upp aftur. Landsverk [...] meðan kappingin fer fram. Tilbúgvingarakfør sleppa altíð ígjøgnum. Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon (SST) skipar fyri kappingini.
týdning fyri iranska oljuframleiðslu og oljuútflutning. Mánanáttina almannakunngjørdi amerikanski forsetin, Donald Trump, eitt AI-gjørt sjónband, sum skuldi ímynda eitt álop á Kharg. Í tekstinum til sjónbandið [...] leygardagin. Reuters skrivar við iransku tíðindastovuni Fars sum keldu, at enn er ógreitt, hvat hevur elvt til brestirnar. Ein tíðindamaður hjá Fars sigur sambært Reuters, at brestirnir tykjast koma úr Persaflógvanum
av Skipaneskrossinum til avkoyringina til Syðrugøtu, sum var stongt hesar umleið fýra tímarnar. Løgreglan vísir á, at tað ikki neyðturviliga skulu nógvir litrar av olju til fyri at skapa stórar trupulleikar [...] og átakið hevur kostað. Oljudálking á vegi kemur fyri av og á, men sambært løgregluni var hendingin í gjár serlig, tí hon hevði so stórar avleiðingar fyri ferðsluna og so nógv fólk. [...] vegastrekki, kann oljan breiða seg nógv. Løgreglan vil enn ikki siga meira um, hvussu hon er komin fram til møguligu kelduna, tí fleiri vitni skulu avhoyrast. ##med2## – Vit mugu tosa við vitni, áðrenn vit úttala
uppstigað og aftur klár til venjingar og kappingar, eru ítróttarfeløgini eisini klár til oyggjaleikirnar. Hvirlan og Bragdið eru millum feløgini, sum hvønn dag brúka Tórsbreyt til venjing, og uppstigaða [...] íðkarar venja undir góðum umstøðum og fyrireika seg til komandi kappingar. Ein av næstu og heilt serligu kappingunum er Oyggjaleikir, sum standa fyri framman. Oyggjaleikirnir eru eitt serligt høvi at vísa
Á stevnuni verður møguleiki fyri at tekna seg sum lim í Bróðurringinum á Havinum. Tann, ið ynskir at gerast limur, er vælkomin til limafundinleygardagin kl.15. Stýrið fyri Bróðurringin á Havinum.
grønlendska sjálvstýrinum upp í 45 milliónir krónur í stuðli til at halda flogvøllin opnan. – Við hesum fáa stjórnin og Naalakkersuisut møguleika fyri saman við okkara sameindu at kanna framtíðartørvin hjá verjuni
Gunhild Arge Joensen fyri at KÍ vann 3-2 á HB og harvið steypafinaluni fyri U16 gentur ------------------ Tað leikaði javnt á, tá HB og KÍ fríggjakvøldið brustu saman í steypafinaluni fyri U16 gentur. HB var [...] vann KÍ 3-2. Sigursmálið skoraði Gunhild Arge Joensen beint fyri leiklok. Lilja Eiriksdóttir Højsted og Julia Rósa Dal Christiansen stóðu fyri málunum hjá HB, meðan Gunhild Arge Joensen, sum skoraði tvær [...] ferðir, og Erla Joensen gjørdu málini hjá KÍ. Aftaná dystin varð Petsy Káradóttir Nielsen hjá HB kosin til besta spælara í finaluni. Skrivar FSF.