Tríggir menn í trimum ymiskum statum í USA eru avrættaðir í dag, og tað er ikki hent í USA síðan 2010, at trý fólk eru avrættað sama dag. Ein maður í Tennessee er avrættaður fyri at hava dripið eina reingerðarkvinnu [...] motelli í 1985. Ein er avrættaður í Oklahoma fyri at hava dripið unnustu sína í 2003, og at enda skal ein maður avrættast í Alabama fyri at hava neyðtikið og dripið eina fimm ára gamla gentu í 2021. Útlendskir [...] miðlar vita í dag at siga, at tað er av tilvild, at menninir verða avrættaðir sama dag. Tó vísir hetta eina gongd, har USA seinastu árini hevur framt fleiri og fleiri avrættingar. Sagt verður, at í ellivu
Grønlands Politi sigur, at leiting í gjár varð sett í verk eftir trimum fólkum í einum øki umleið 70 kilometrar sunnanfyri Paamiut. - Trý fólk vóru saknað, men í gjárkvøldið varð hin eini funnin aftur [...] fortaldi, at tey trý á túrinum høvdu siglt á eitt ísstykkið, og øll endaðu í sjónum. - Maðurin er nú á sjúkrahúsi í Paamiut og hevur tað eftir umstøðunum gott. Lagt verður aftrat, at nú verður leitað eftir [...] afturíaftur. Nakað soleiðis segði vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Hans-Peter Berthelsen, við Sermitsiaq í dag. Tey trý fólkini, sum vóru farin á reinsdjóraveiði, skuldu eftir ætlan verið komin aftur mánadagin
Lugano hevur bara upptøkur tøkar av báðum málunum teir skutu í dystinum við Djúpumýru í Klaksvík. Tíverri hava teir ikki málini hjá NSÍ við í videobrotinum. HER eru málini NSÍ fekk ímóti sær í dystinum [...] nýggja kappingarárið hjá FC Lugano fór í gongd hava teir spælt sjey kappingardystir. Fýra í Conference League og tríggjar í bestu sveisisku fótbóltsdeildini. FC Lugano hevur vunnið seks av hesum sjey dystunum [...] javnleikurin móti NSÍ í triðja undanumfarinum í Conference League, ið tó gevur FC Lugano ein samlaðan 4-2 sigur. Men higartil er NSÍ einasta liðið, ið hevur megnað javnleik móti FC Lugano í hesum kappingarárinum
Íslands - annað heimið hjá Eivør - har Eivør hevur eina konsert í Eldborg, og harnæst verður farið til USA. Í februar heldur konsertrøðin fram, og tá er talan um eina umfatandi konsertferð um stóran part av [...] í samband við at komandi útgávan hjá Eivør “Tungl” kemur út 16. oktober, kunngjørdi Eivør fyrr í vár konsert í Norðurlandahúsinum 17. oktober. Vegna stóran áhuga hava vit valt at seta eina eyka konsert [...] útgávu “Enn”, ið kom út í 2024. ímeðan “Enn” skoðar úteftir, og leitar eftir vón og ljósglottum í einum annars myrkum heimi, so hyggur nýggja útgávan “Tungl” kanska meira inneftir. Inn í tað sárbara, eyma og
ikki á hvørjum degi, at vit kunnu standa heima á Eiði og síggja eina sólarmyrking. Hesaferð vóru vit á rætta staðnum undir rætta gloppinum í skýloftinum. Hann leggur aftrat, at hetta var ein stutt, men serlig [...] Martin Kristoffur Kristiansen hevur skrivað nakrar reglur á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu - www.eidi.fo - um, hvussu tað var at uppliva sólarmyrkingina á Eiði mikukvøldið. Nógv fólk kring heimin vóru spent [...] Sólarmyrkingin sást tí serliga væl her hjá okkum, og eftir øllum at døma var Eiði eitt av heilt fáum støðum í Føroyum, har til bar at uppliva fyribrigdið. Martin Kristoffur Kristiansen skrivar, at av tí sama var
Tíðindastovan NTB veit í dag at siga, at russiski herurin hevur rakt eina jarnbreytarstøð í ukrainska havnarbýnum, Izmail, har suðuri í Ukraina. Tað upplýsir russiska verjumálaráðið. Sambært NTB halda [...] sleipibátar eisini vórðu álopnir úti fyri strondini í ukrainska býnum, Mykolajiv. Russar halda, at sleipibátarnir vórðu brúktir til at hjálpa farmaskipum inn í ukrainskar havnir. Reuters, sum eisini skrivar [...] russisku álopini á jarnbreytarstøð og sleipibátar, skrivar, at tað hevur ikki eydnast miðlinum at eftirkanna russisku uppáhaldini. Ukraina hevur ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini hjá russiska verjumálaráðnum
Fyri at bøta um ferðslutrygdina hjá skúlabørnunum hevur Sjóvar kommuna sett í verk eina sonevnda "kyss og koyr" skipan við skúlan. - Strandatún er einsrættað millum klokkan 07.30 og 08.30, so allir bilar [...] bilar koyra sama veg, og harvið slepst undan, at proppur kemur í. Í Sjóvar kommunu vísa tey á, at fólk hjá kommununi við borgarstjóranum, Hans Anders Jacobsen, á odda hava verið og stýrt ferðsluni við skúlan [...] at hetta er eitt gott átak. Sagt verður, at onkur hevur físt eitt sindur, treyðugt so, men væntandi verða øll glað fyri skipanina sum frá líður. - Í øllum førum slepst nú undan at leita eftir einum staði
minnir framaftur. Fólkaskúlin í Vestmanna hevur eina ríka søgu. Gamli skúli hevur verið karmur um skúlagongdina hjá vestmenningum síðan 1951. Í meira enn sjey áratíggju hava børn lært at lesa og skriva har [...] svimjihylur og fimleikahøll eru 75 ár, hevur virksemi verið í hyli og høll at kalla hvønn dag í øll hesi árini. Mong børn hava eisini havt sínar fyrstu tónlistarligu upplivingar í skúlanum og lært at spæla ymisk [...] Í hesum sambandi verður skúlin opin fyri almenninginum sunnudagin 16. august. Tá kunnu øll áhugað ganga sær ein seinasta túr eftir teimum kendu gongunum, hyggja inn í floksstovurnar og finna gomul minnir
við Brunn hevur opið. Í Royndarhúsinum er kabarett, og út á kvøldið verður dansur. Føroyskur dansur verður í Avhaldshúsinum. Hetta er bara ein partur av øllum tí tú kanst uppliva um vikuskiftið í Nólsoy, [...] ##med3## Í kirkjuni verða morgunsangur og ikki færri enn tríggjar kórkonsertir, umframt andakt fríggjakvøldið og guðstænastu sunnudagin. Undir Botnagarði verður kórsangur, handilin í bygdini hevur opið, [...] av sjálvbodnum eru í sving alt vikuskiftið, og her er talan um bæði stórar og smáar uppgávur. ##med5## Í vikuni vóru 40 ár liðin síðan bygdahetjan Ove Joensen kom á land á Langelinie í Danmark. Hann hevði
nna í heilsumálum, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann. Jóhannis Joensen hevur spurt landsstýriskvinnuna um sjúkraflutningin í Vágum og í Føroyum sum heild. Sambært Sjúkrahúsverkinum hevur verið [...] gshjálpari. Men seinasta árið hevur støðin í Vágum í umleið 16 samdøgur bert verið mannað við einum sjúkraflutningsviðgera. Harumframt hevur støðin verið heilt ómannað í umleið 30 samdøgur. Longri responstíð [...] nøktandi – Tað er sjálvandi ikki nøktandi, at tað í ávísum tíðarskeiðum ikki hevur verið møguligt at manna støðina í Vágum, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen í svarinum. Arbeitt verður við at útbúgva fleiri