tríggir fyrrverandi víkingar á vøllinum í kvøld. Vejle rann Vendsyssel umkoll í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan 4-0 til Vejle. Vendsyssel fekk steðgað bløðingini í seinna hálvleiki, og svaraði aftur [...] undan steðginum økti Gustav Marcussen til 4-0. Tann í Føroyum væl kendi Emil Grønn-Pedersen reduseraði fyri Vendsyssel. Gunnar, ið var á vøllinum í 86 minuttir fær fyri leikliga avrikið frá Sofascore [...] karakterin: 6,9 (av 10 møguligum). Vejle er fremst í deildini við 17 stigum. Vendsyssel hevur átta stig, og er nummar sjey í deildini. Poul Kallsberg kom á vøllin í 56. minutti, tá lið hansara, Hillerød á útivølli
mann í vinnumálum, at greiða frá, um sitandi samgonga stendur við ætlanina um Suðuroyartunnilin. Hann hevur sett landsstýrismanninum ein skrivligan fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini. Í fyri [...] verið at hoyrt um størstu og dýrastu undirgrundarverkætlanina í Føroyum hesa tíðina. Hann vísir á, at Suðuroyartunnilin hvørki varð nevndur í samgonguskjalinum ella løgmansrøðuni. Fýra spurningar Jenis av [...] fyrispurninginum vísir Jenis av Rana á, at Løgtingið 25. februar í ár samtykti eina lóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunlaskervum og vegakervum. Lógin varð samtykt
fyritøkur fáa nú møguleika at lata seg hakka í tríggjar tímar fyri at styrkja talgildu verjuna. Nettrygdarátakið „Hele Danmark Øver“, sum verður í oktober, er í ár víðkað til allan ríkisfelagsskapin. Tað [...] triðju ferð, at hon verður hildin í Danmark, og í ár verður hon á fyrsta sinni víðkað til allan ríkisfelagsskapin. Sjálv venjingin fer fram við fysiskari luttøku og varir í tríggjar tímar. Men tað eru ikki [...] fara at hava „eitt sindur av ilt í búkinum“ eftir venjingina. – Aftaná hevur tú fingið eina góða mynd av, hvat tú skalt seta teg inn í og hvørjum tú skalt hava skil á í fyritøkuni, áðrenn hon verður rakt
stór styrki er í felagsskapinum millum Føroyar, Grønland og Danmark. Styrkin liggur sambært henni í tí beinleiðis og álitisfulla sambandinum og í opinleikanum um tað, sum er torført. Trygdin í Norðuratlantshavi [...] Beinir Johannesen, løgmaður, fer í næstu viku til grønlendska høvuðsstaðin Nuuk, har leiðararnir í ríkisfelagsskapinum hittast. Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi, verður vertur, tá Beinir [...] fund í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum. – Í einum heimi, sum broytist skjótt, skulu vit standa tætt saman við teimum, sum standa okkum allar nærmast, sigur Mette Frederiksen í tí
arbeiðslív og fíggjarstøða verða ávirkað. Tað er ikki í lagi. *** Løgmaður sigur í røðu síni, at neyðugt er at: “Styrkja samanhaldið millum ættarliðini í Føroyum. Samantvinna ung og eldri”. Tað er ein vøkur visjón [...] Eldraøkið var mestsum ikki nevnt í ólavsøkurøðu løgmans, tí var tað høvuðsfokus hjá undirritaðu til viðgerðina í Løgtinginum í dag. “Ein glotti fyri framman, ytst á havsbrúnni hómast ljós”. Soleiðis byrjar [...] okkum rætt at. *** Vit vita, at størsta avbjóðingin komandi nógvu árini er, at aldursamansetingin í Føroyum broytist. Vit vita, at vit fara at gerast nógv fleiri eldri, og at miðalaldurin bara hækkar. Samstundis
bert fyri seg sjálvan. Hann róði fyri allar Føroyar, sigur Birgir Andreasen. Heima í Føroyum var móttøkan í Nólsoy í september 1986. Birgir Andreasen gav Ova Joensen eitt 25 kilo tungt silvursteyp á marmorfóti [...] hjá Ova Joensen í roynd hansara at rógva til Langelinje í Keypmannahavn. - Eg minnist tann dagin so væl tá ið Ovi á fyrsta sinni fór avstað 1984. Vanliga var stúgvandi fult av fólki í handlinum ein leygardag [...] strævnar dagar á Atlantshavinum, róði inn á Langelinie í Keypmannahavn og skrivaði seg inn í føroyska søgu. - Eg minnist enn tann dagin, sum var tað í gjár. Vit fylgdu hvørjum árataki hansara við spenningi
starvast og eru virkin í lista- og mentanarumhvørvinum í Føroyum, hava ferð eftir ferð víst á, at ein mvg-frítøka av atgongumerkjasølu hevði betrað munandi um støðuna, skrivar hon í viðmerkingunum. Kjak [...] Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Aksel V. Johannesen, ein skrivligan fyrispurning um mvg á atgongumerkjum til mentanartiltøk. Hon spyr, [...] landskassanum, og um landsstýrið hevur ætlanir um at leggja uppskot fram um mvg-frítøku. Vísir á undantøk Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Hervør Pálsdóttir á, at føroyska mvg-lógin longu hevur fleiri
Tjóðsavnið fór fyrr í vikuni undir umvælingararbeiðið á Skansanum í Havn. Arbeiðið er neyðugt, tí partar av gamla múrverkinum, serliga í innara skansavollanum, eru í so ringum standi, at vandi er fyri [...] fyritøkan Basalt stendur fyri sjálvum múraraarbeiðinum. - Í sambandi við fyrireikingarnar hevur Hans Chr. Frederiksen frá Nordisk Konservering verið í Føroyum og lagt lag á, hvussu arbeiðið skal gerast, og hvussu [...] inntriv framd. Leysar fugur verða tiknar burtur, og hol í múrverkinum verða fylt við hóskandi gróti og klípum, og nýggjur mørtil verður lagdur í fugurnar. Sagt verður, at ein hydrauliskur kálkmørtil, sum
súkklað í Havn. Kappast bleiv í Vágunum ídag. Teinurin, ið bleiv súkklaður var millum FK í Miðvági og Flogvøllin. Flatari teinur, og betur teinur til Einkultstart, finnist næstan ikki í Føroyum. Súkklarar [...] Vágunum, í morgin í Norðoyggjum. Kappingin í morgin byrjar klokkan 18, og í morgin verður súkklað úr Klaksvík, til Viðareiði, til Árnafjarðar, til byrgingina til Haraldsund, og so á mál við Effostøðina í Klaksvík [...] sum í dag gjørdist Bergtór Thorsteinsson. Tættari var millum silvurið og bronsuna. Andrass Joensen gjørdist nummar trý, og munurin millum Bergtór og Andrass var ein góður hálvur minuttur. Í dag í Vágunum
makreli, sild og svartkjafti í juli, har Føroyar luttóku saman við Danmark, Íslandi og Noregi, eru nú tøk. Um makrelin verður sagt, at vísitalið í Norðurhøvum er 10% hægri enn í juli í fjør, tá tað var metlágt [...] verður sagt, at hon stóð norðarlaga í kanningarøkinum, og vísitslið fyri norðhavssild er 28 prosent hægri enn í fjør. - Árgangirnir fyri 2021-2022 síggja góðir út, og í tali var 4-5 ára gomul sild 52 prosent [...] síggja mest sum allastaðni í kanningarøkinum, og vísitalið fyri svartkjaft er eisini hækkað 14 prosent sammett við í fjør. - Serliga var nógv av ársgomlum svartkjafti, og í tali vóru hesir 41 prosent av