einum øki, har fólk búgva og reka handil. Hølini eru ikki serliga ljóðbjálvað, og vit seta álvarsligt spurnartekin við, um høvuðsdyrnar og hølini annars lúka tey krøv, sum eiga at galda fyri eitt slíkt virksemi [...] spýggj uttan fyri dyrnar. Glaspetti, plastgløs, sigarettstubbar, snúsposar og pizzabakkar á gøtuni. Leygar- og sunnumorgnar noyðast íbúgvar og handilsrekandi sjálvir út at vaska og rudda uttan fyri sínar egnu [...] larmurin er ólógligur. Kommunan hevur sjálv latið gera ljóðmátingar. Tær vísa, at larmurin er langt oman fyri loyvda markið. Kommunan hevur givið Blábar boð um at steðga harða tónleikinum um náttina. Kortini
kommunu, sigur Linjohn Christiansen við Frihedsbrevet. Hendingin fór fram mikunáttina, tá Bakkafrost fyri fyrstu ferð skuldi royna nýggju vatnleiðingina úr haganum í størri nøgdum. Ætlanin var at fylla tveir [...] alskyns myndugleikum aftur og aftur, nú heldur fram, sigur Linjohn Christiansen. – Hetta sær út sum, at fólk nú taka sakirnar í egnar hendur, sigur hann. Frihedsbrevet spyr borgarstjóran, um hann við hesum leggur [...] reinsiútgerð og annað, sum koyrdi hasa náttina, og tá einki vatn kom í, kundi tað væl gjørt skaða fyri nógvar pengar, sigur Linjohn Christiansen. Hann vísir á, at hevði tað sama hent, tá smoltstøðin var
kommuna: Nógv fólk í bygdini nýttu høvið til at heilsa upp á borgarstjóran og tosa um leyst og fast. Dagurin byrjaði við, at umboð fyri kommununa gingu runt í bygdini saman við umboði fyri staðbundnu nevndina [...] Sveinur Zachariasen úr staðbundu nevndini greiddi frá Seinnapartin høvdu fólk á Velbastað so møguleika at hitta borgarstjóran, og nógv fólk brúktu høvið til at koma inn á gólvið til eitt prát. Millum so mangt [...] ferðslu. Ein góður dagur, har borgarstjórin fekk eitt betri innlit í, hvat rørir seg millum fólk í Kirkjubø, og fólk fingu høvi at siga sína hugsan um ymiskt, sum liggur teimum á hjarta. Ætlanin er at gera
upplýst, at minst 30 fólk eru deyð. Á myndum frá staðnum sæst, hvussu gravimaskinur arbeiða seg ígjøgnum tær ovurstóru mongdirnar av ruski, meðan bjargingarfólk og nógv lokal fólk eru á staðnum. Vanlukkan [...] kring ruskplássið. Leitingin eftir fólki helt fram eftir vanlukkuna, og gravimaskinur vórðu settar inn fyri at grava ígjøgnum ruskið. Dar es Salaam-ruskplássið liggur í einum fólkaríkum øki í Conakry, og hús
húsið enn betur at kenna frá einum øðrum sjónarhorni. Eg vil finna út av, hvat riggar væl, hvat fólk eru glað fyri, og hvar vit kunnu gera tað enn betur, sigur hon. Umframt at skapa trivnað í HB-húsinum skal [...] virkin í felagsarbeiðinum. – HB hevur verið ein sera stórur partur av okkara lívi mongu seinastu árini. Fyri okkum er HB ikki bara eitt fótbóltsfelag. Tað er ein partur av okkara gerandisdegi, familjulívi og [...] fer hon at nýta sínar royndir í einum nýggjum leikluti. – Eg vil vera við til at skapa eitt HB, har fólk kenna, at tey hoyra til, og har gerandisdagurin í felagnum koyrir væl, sigur hon. Fer fyrst at lurta
kommunukassan. Men so er ikki á Tvøroyri. Í staðin fyri at vera ein fyrimyndarlig kommuna fyri sínar borgarar, sum kærdu sína neyð um skipalarm, ið elvdi til, at fólk ikki fingu náttarfrið, fingu borgarar á Tvøroyri [...] Vestmanna ikki líða undir. Bygdaráðið tók alt fyri eitt málið upp til viðgerðar og biðið varð um ljóðmátingar, ímeðan skipið lá við bryggju og fortreytirnar fyri at gera ljóðmáting av larminum vóru til staðar [...] stríðast við skipalarm í egnum heimum, mátti áhugafelagið Livilig kor fyrr í ár kontakta Umhvørvisstovuna fyri at kanna, hvør eftirlitsmyndugleiki var, í mun til hvør átti kaikantin. Umhvørvisstovan boðaði Tvøroyrar
Fólkakirkjan skrivar, at nógv fólk varð komið saman, nú nýggju prestafólkini tóku við, eftir at Annika M. Gaard leitaði sær norð um fjørð undanfarna árskifti. Fagnaður og spenningur merktu løtuna, nú bæði [...] Jákup Erlingsson Petersen í embæti. Aftaná løtuna í kirkjuni vóru kirkjuráðini í norðaru hálvu vertir fyri einum døgurða, har eisini nógv nýttu høvi at heilsa prestafólkunum vælkomnum.
verða roknað saman til fulla tíð. Hava tvey fólk til dømis verið arbeiðsleys í ein hálvan mánað í part, telja tey samanlagt sum eitt fulltíðararbeiðsleyst fólk. Fleiri arbeiðsleysir menn Arbeiðsloysið var [...] Føroyum var 0,9 prosent í juli. Tað er 0,1 prosentstig minni enn í juli í fjør. Tilsamans vóru 323 fólk rakt av arbeiðsloysi í juli, og tað eru 53 færri enn sama mánað í fjør. Umroknað til fulltíðararbeiðsleys [...] 117 kvinnur arbeiðsleysar, og tað svarar til 0,8 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig minni enn árið fyri. Hjá monnum vóru 192 raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulla tíð vóru 171 menn arbeiðsleysir. Tað
Varð sama meginregla nýtt fyri hotell, kundi eitt hotell framvegis havt loyvi at reka hotell, men bert havt gestir 90 dagar um árið. Tað hevði ikki bara regulerað treytirnar fyri rakstrinum, men avmarkað [...] uttan fyri tættbygt øki, sum viðkomandi eigur. Vinnuligt gistingarvirksemi við íbúðum til stutttíðarleigu verður regulerað eftir øðrum reglum, millum annað við krøvum um rakstrarloyvi. Noreg: Fyri stut [...] hava eitt alment dagamark fyri vinnuligt gistingarvirksemi við íbúðum av tí slagnum, sum føroyska uppskotið gevur kommununum heimild at seta. Noreg hevur tó ásett dagamark fyri stutttíðarútleigu av íbúðum
fáa fólk at rita inn við Samleikanum á eini síðu, sum sær út til at vera ein av føroysku netbankunum, men í veruleikanum er talan um ein síðu, sum teldusníkar hava gjørt. Fyri at royna at forða fyri tílíkum [...] trygdarstigið verður tikið í nýtslu í dag. Dømi um nýggja skermmynd ##med2## Nýggja trygdarstigið er gjørt fyri at hjálpa brúkaranum at varnast slíkar royndir og steðga teimum, áðrenn innritanin verður góðkend