føroysku alistøðurnar, sum lyfta úrslitið hjá Bakkafrost í øðrum ársfjórðingi í ár. Rakstrarúrslitið í føroyska partinum var 411 milliónir krónur. Í Skotlandi var úrslitið hinvegin minus 139 milliónir krónur [...] Samanlagt hevði Bakkafrost eitt rakstrarúrslit upp á 273 milliónir krónur í ársfjórðinginum. Munurin millum londini er sostatt stórur. Í Føroyum var tøkan 26.749 tons, og miðalvektin á tikna fiskinum var 5,5 kilo [...] Bakkafrost hækkað metingina fyri fóðurframleiðsluna í ár. Felagið væntar nú at framleiða umleið 175.000 tons av fóðri í 2026, móti 165.000 tonsum í fyrru metingini. Bakkafrost hevur eisini stórar goymslur
pensjónssamansparingina í íløgur, og avkastið higartil í ár hevur verið gott. Sum dømi kann nevnast, at pensjónir, ið bankin umsitur við 80% í partabrøvum, higartil í ár hava fingið 8,80% í avkasti, eftir at [...] gongdina hetta fyrra hálvárið , sum millum annað hevur verið merkt av øktum kundavirksemi í bæði Føroyum og í Grønlandi, góðum avkasti á eginognini og eisini góðum úrslitum hjá dótturfeløgunum, Trygd og [...] hækkað í fyrra hálvári. Hetta vísir, at kundavirksemið er vorðið størri og heldur fram at vaksa. Ein liður í vaksandi virkisvavinum er økt íløguvirksemi. Alsamt fleiri kundar seta pensjónina í íløgurøkt
vøksturin í høvuðsstaðnum Størsti parturin av fólkavøkstrinum var í Tórshavnar kommunu. Har vaks fólkatalið við 370 fólkum upp í 23.773. Góð 40 prosent av øllum fólkum í Føroyum búgva sostatt í Tórshavnar [...] fyri. Ein serlig broyting sæst í Múla. Tvey fólk fluttu hagar í juni, og hetta er sambært Landsfólkayvirlitinum fyrstu ferð í góð tólv ár, at fólk aftur eru skrásett at búgva í bygdini. Kelda: Hagstova Føroya [...] Tann 1. juli búðu 55.505 fólk í Føroyum. Tað eru 643 fólk fleiri enn somu tíð í fjør og svarar til ein fólkavøkstur á 1,2 prosent. Eftir góð tvey ár við lítlum vøkstri er sostatt aftur komin ferð á fó
Tummasi Lykkje Kannuberg í august. Fyrst varð Ida sett sum virkandi sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, og bert tvær vikur seinni varð Tummas skipaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara [...] fyrstu hjúnini, ið bæði virka sum prestar í føroysku fólkakirkjuni. Í samrøðu við Sosialin greiða tey frá leiðini til prestastarvið, muninum á at vera prestur í Føroyum og Danmark og gerandisdegnum sum bæði [...] og tað er sami boðskapur, sum skal ljóða í dag, sum tað gjørdi tá, sigur Tummas Lykkje Kannuberg. Les alla samrøðuna í Sosialinum hesaferð. Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Harumframt kunnu haldarar
kona og maður eru prestar í fólkakirkjuni í Føroyum. Maður hennara, Tummas, er kallaður í embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi. Hann verður innsettur í Hvalvíkar kirkju 16. august [...] Jonhard Jógvansson er í lestrarfarloyvi komandi tríggjar mánaðirnar. Kirkjuráðini hava tí kallað Idu at røkja tænastuna. Ida er ættað av Vestursælandi og varð prestvígd í Danmark í 2021. Hon hevur millum [...] skipaði Idu í embætið við gudstænastu í Eiðis kirkju. ##med2## Undir somu gudstænastu doypti Henning Bøgesvang langabbason sín, Gilla. Eftir gudstænastuna bjóðaði kirkjuráðið á Eiði til drekkamunn í hølunum
Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag, og í báðum førum gjørdist talan um sigrar. Árni Nóa Atlason (myndin) og Ári Olsen fingu báðir fulla spælitíð, tá lið teirra, Vendsyssel [...] Esbjerg. Harald Tangen legði Vendsyssel á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tá eitt lítið korter var leikt av seinna hálvleiki økti tann í Føroyum væl kendi Emil Grønn Pedersen til 2-0. Hetta var annar [...] Arndal syrgdu málunum hjá Hillerød. Talan er um fyrsta sigurin hjá Hillerød í hesum kappingarárinum. Hillerød er nummar 10 í deildini við fýra stigum.
samanhang til kristindómin. Í Vestmanna kirkju vísa tey á, at summi helst minnast Ronald Risvig, tí hann var fótbóltsvenjari hjá ÍF í Fuglafirði í 1981, og hann hevur vitjað aftur í Føroyum heilar 35 ferðir. - [...] Fyrilesturin varar í umleið hálvan tíma, og í steðginum verður ein drekkamuður at fáa í forkirkjuni. Sjálvur sigur Ronald Risvig, at hetta er ein fyrilestur um hin reyða tráðin í lívinum, sum hann lýsir [...] hvønn týdning tey hava havt í mínum lívi. Danski presturin fer eisini at lýsa, hvønn týdning fótbóltur hevur havt fyri hansara máta at hugsa uppá. - Hetta seti eg í fyrilestrinum í samband við sangirnar “Den
konsulátið frá í morgun, og tað sama ger vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun. Venjingar verða gjørdar við at evakuera fólk. Franskur konsul í Føroyum er Hanna Jensen í gøtu. Og í fráboðan á heimasíðuni [...] fráboðað, at í sambandi við eina venjing verður nógv virksemi á havnalagnum í Norðragøtu fyrrapartin í morgin, 11. august, tá ein fronsk fregatt venur at evakuera ein hóp av fólki. Franska konsulatið í Føroyum
Constitutionnel, hevur í dag ógildað bannið móti sosialum miðlum hjá børnum undir 15 árum. Lógin varð endaliga samtykt í franska tjóðartinginum og senatinum 21. juli og skuldi koma í gildi 1. september. Men [...] framsagnar- og samskiftisfrælsið hjá børnum undir 15 árum í ov stóran mun. Ráðið metir, at avmarkingin ikki er hóskandi, neyðug og lutfalslig í mun til endamálið við lógini. Franski forsetin, Emmanuel Macron [...] líknandi aldursmørkum. Eitt nú ætlar landsstýrið at seta aldursmark fyri sosialar miðlar Føroyum. Tað segði løgmaður í ólavsøkurøðuni, uttan tó at seta tal á aldurin. Noreg ætlar at seta 16 ára aldursmark
eru við, sigur Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum. Sum liður í hesum arbeiðinum er kendi danski filmsframleiðarin Signe Byrge Sørensen í løtuni í Føroyum og heldur skeið fyri føroyskum filmsfólkum [...] og Danmark. Hon hevur áður verið ráðgevi í sambandi við føroyskar filmsframleiðslur og arbeiðir í løtuni við heimildarfilminum Spiralsagen, sum hon framleiðir í samstarvi við eitt grønlendskt framleiðslufelag [...] øðrvísi enn uttanlands, verða tikin við í undirvísingina. Skeiðið í Filmshúsinum endar mánadagin. Vónin er, at luttakararnir fáa bæði ítøkilig amboð og størri innlit í framleiðaraleiklutin, og at skeiðið kann