Dagurin byrjaði við ókeypis morgunmati, og her møtti nógv fólk - bæði úr Sandoynni og aðrastaðni. Vit vóru ein túr inni á gólvinum, fingu okkum ein góðan bita og tóku nakrar myndir. Her var gott lag og [...] og góð prát. Eitt slíkt tiltak er altíð ein góð og savnandi byrjan upp á ein dag sum hendan, nú nógv ymiskt verður á skránni. Á leinkjuni her niðanfyri kann lesast um tað mesta, sum er á skránni á sein
Føroyskar og grønlendskar fyritøkur fáa nú møguleika at lata seg hakka í tríggjar tímar fyri at styrkja talgildu verjuna. Nettrygdarátakið „Hele Danmark Øver“, sum verður í oktober, er í ár víðkað til [...] – Tað kemst av vitlíki, sum ger tað møguligt hjá áleyparunum at arbeiða meira skipað. Tí kann tað nú loysa seg hjá teimum at leypa á smærri fyritøkur, og í Føroyum og Grønlandi eru sera nógvar smáar fyritøkur [...] fer fram við fysiskari luttøku og varir í tríggjar tímar. Men tað eru ikki bert hesir tímarnir, sum skulu gera fyritøkurnar betur førar fyri at standa ímóti netálopum. John Henriksen væntar, at luttakararnir
"eina kontrolleraða" neyðlending í Noregi. Hetta hendi á einum vølli í Vestvågøy í Nordland. Tvey fólk vóru í flogfarinum, og tey sluppu óskalað frá hendingini. Flogfarið, sum endaði á takinum, fekk m [...] Hansen. Norskir miðlar skriva í kvøld um hendingina við smáflogfarinum, og millum miðlarnar er eitt nú Verdens Gang.
morgin, hin 29. august, at Viðareiði aftur verður karmur um Norð Festivalin, og nú festivalurin er nær, sæst týðiliga, at fólk kring landið hava sett kross í kalendaran fyri dagin á Viðareiði. – Vit eru ómetaliga [...] eyka skump nú upp undir vikuskiftið, siga fyriskipararnir. Veðurforsagnir í Føroyum kunnu sjálvsagt broytast skjótt, men fyrireikingarnar á Viðareiði eru væl ávegis, og fyriskipararnir gleða seg nú til at [...] - Áhugin fyri ársins Norð Festival á Viðareiði hevur verið metstórur, og nú eru færri enn 400 atgongumerki eftir. Tað er tí als ikki óhugsandi, at festivalurin verður útseldur, áðrenn fyrsta lagið verður
Skúlagongdin er vorðin alsamt meira talgild, men skíggin er ikki altíð besta amboðið, tá næmingar skulu lesa og skilja fakligan tekst. Tað skrivar Skúlablaðið, sum vísir til gransking hjá Viktoriu Holsey [...] tá teir lesa á skíggja. Ein orsøk er, at talgild lesing krevur meira av lesaranum. Á skíggjanum skulu fleiri val takast, og tað er lættari at missa hugsavnanina ella fara at gera okkurt annað. – Tað kemur [...] Granskarin vísir á, at næmingar eisini kunnu fáa undirvísing í, hvussu teir lesa miðvíst á skíggja, eitt nú við at markera tekst og skriva viðmerkingar. Kelda: Skúlablaðið/forskning.no
ein fyrimyndarlig kommuna fyri sínar borgarar, sum kærdu sína neyð um skipalarm, ið elvdi til, at fólk ikki fingu náttarfrið, fingu borgarar á Tvøroyri gjøgnum almennu útvarpstíðindini boð um, at farmaskipið [...] at betra um støðuna, so er støðan ójavnt býtt kommunurnar millum og borgarin situr máttleysur eftir. Nú hevur Tvøroyrar kommuna alment meldað út, at teir hava kannað støðuna og staðfesta, at einki er áfatt
túsund fólk í rakta fjallaøkinum við markið millum Nepal og Tibet. Í dag er talið av deyðum komið upp á 165. Nepal hevur boðað frá 162 deyðum, meðan kinesisku myndugleikarnir hava upplýst, at trý fólk eru [...] Næstan 1.500 fólk, teirra millum í minsta lagi 800 útlendingar, eru saknað í Nepal og Tibet eftir ógvisliga vatnflóð í gjár. Tað upplýsa myndugleikarnir sambært tíðindastovuni Reuters. Bjørgingarfólk í [...] eru deyð. Ein talsmaður fyri løgregluna í Nepal væntar, at talið fer at hækka. – Tað fer at hækka, nú vit hava tikið leitingina uppaftur, og væntandi verða fleiri lík funnin, sigur talsmaðurin Abi Narayan
stevnan skal vera fyri alla familjuna, og at tiltøkini so vítt møguligt skulu vera ókeypis. Hetta ber millum annað til, tí flest øll fólk í Nólsoy taka lógvatak saman um at fáa hetta at bera til. Ein rúgva
stevnan skal vera fyri alla familjuna, og tiltøkini so vítt møguligt skulu vera ókeypis. Hetta ber millum annað til, tí flest øll fólk í Nólsoy taka lógvatak saman um at fáa hetta at bera til. Ein rúgva
Nógv minnast gamla hovmeistaran á Smyrli, Heegaard Haraldsen. Nú er hann 98 ára gamal, men hevur tað framvegis gott, og hann svimur hvønn dag – Ja, eg havi tað gott, sjálvt um eg sjálvandi ikki eri tann [...] Joensen, forkvinna í eldraráðnum í Tórshavnar kommunu, heldur, at tað er neyðugt at. taka tey eldru skulu verjast betur ímóti harðskapi og misrøkt. Hon heldur eisini, at onkusvegna eru størvini í eldrarøktinum