bygdini. Eisini hetta strekkið er sambært løgtingsmanninum í sera ringum standi. – Bilar, ið ikki ansa sera væl eftir, punktera og fáa skaða av at koyra á strekkinum, skrivar hann. Vegurin liggur í einum tætt [...] Magni Højgaard vil hava landsstýrismannin at greiða frá, hvørjar ítøkiligar ætlanir eru um at asfaltera og umvæla vegir í Eysturoynni, harundir á Skála. Hann spyr eisini, hvussu arbeiðini verða raðfest [...] økinum. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir løgtingsmaðurin á tvey stutt vegastrekki á Skála. Tilsamans eru tey undir tveir kilometrar, men sambært honum hava tey stóran týdning fyri ferðsluna í bygdini
seg, at onkur hevur gjørt eitt mistak. Eg havi heldur ikki áhuga í at vinna kjakið. Eg havi áhuga í, at vit finna eina góða loysn fyri Vesturvarða. Og sum ein, ið hevur røtur í Havn og kennir hetta økið [...] ein spurningur, sum eigur at verða tikin í álvara. Ikki tí at rossafólk skulu hava meira rætt enn súkklarar. Og ikki tí at súkklarar skulu hava minni rætt enn onnur. Men tí hetta snýr seg um eitt náttúruøki [...] ljós, so er eingin vandi í at lata ljósið sleppa inn. Og um okkurt ikki tolir dagsins ljós, so er tað kanska júst har, vit áttu at spurt eitt sindur meira. Eg eri ikki áhugað í at velja síðu fyri rossafólk
mettur at vera undir 18 ár, ella upplýsir brúkarin sjálvur, at hann er ómyndugur, verður hann sjálvvirkandi fluttur í tannáringaútgávuna av ChatGPT. Útgávan fer eisini at minna tey ungu á, at tey ikki skulu [...] skal eisini tryggja, at ung ikki verða útsett fyri innihaldi, sum ikki er hóskandi fyri tey. Aldurin verður mettur OpenAI staðfestir ikki aldurin hjá brúkarunum við samleikaprógvi. Í staðin brúkar felagið [...] ung. Atfinningarnar snúgva seg millum annað um, at kjattbottar hava hjálpt næmingum at snýta í skúlanum. Í summum førum hava tær eisini verið lagdar undir at hava eggjað ungum til sjálvskaða, skrivar The
heldur, at ein frágreiðing kann vera, at vit eru vorðin von við at seta skíggjan í samband við nógv annað enn djúpa lesing. Aðrar kanningar hava eisini víst, at langir tekstir kunnu vera truplari at skilja [...] endurtaka. Tað merkir tó ikki, at talgild lesing skal burtur. Granskarin vísir á, at næmingar eisini kunnu fáa undirvísing í, hvussu teir lesa miðvíst á skíggja, eitt nú við at markera tekst og skriva [...] Foss við Skúlablaðið. Hetta brúkar kognitiva orku, sum annars kundi verið brúkt til at skilja sjálvan tekstin. Pappírið vann eisini uttan internet Í kanningini varð eisini roynt at lata næmingarnar lesa
vita, at tað ikki ber til at loysa hetta við at seta skeltir upp. Burtur frá meldrinum Sum býráðspolitikari er neyðugt at kenna Havnar søgu. Gjørdi býráðsmeirilutin tað, so vistu tey eisini, at ríðingin [...] stuðul, og eg fari at gera mítt fyri, at íðkararnir, sum við tolni hava bíðað eftir býráðnum, kunnu fáa eina veruliga breyt at venja og súkkla í. Vit halda, at tað eigur at bera til at finna eina felagsloyn [...] púra greitt til at brúka Bøllureyn ístaðin. Einfalda orsøkin er, at ross og súkklur hoyra ikki saman.
Sum í so nógvum øðrum málum, so hevur tað eisini í hesum føri verið áhugavert at eygleitt politiska
Í dag er tvílæraraskipanin bara galdandi í 1. og 2. flokki, tá ávíst næmingatal er í flokkinum. Men hetta skal broytast, sigur Bárður á Lakjuni í samrøðu við Skúlablaðið. – Hetta samgonguskeiðið tori eg [...] eg at siga, at tvílæraraskipanin verður ment og víðkað. Hvussu nógv tori eg ikki at siga í løtuni, tí vit renna okkum alla tíðina í, hvussu vit skulu fíggja tað, sum vit vilja arbeiða fyri, sigur land [...] tó fyrst hyggja at royndunum, sum skúlar í løtuni gera við tvílæraraskipan og co-teaching. – Tað er eingin ivi í, at tvílæraraskipan kann vera við til at gera nógv viðurskifti betri í fólkaskúlanum, tað
Vestergaard væntar, at hetta fer at gera ábyrgdarbýtið greiðari og verkætlanarleiðsluna betri, so tíðarætlanir og játtanir í størri mun verða hildnar. Vita ikki, hvat nýggja skipanin fer at kosta Landsstýrismaðurin [...] byggiharri. – Hesin skilnaður millum ábyrgd og myndugleika hevur víst seg ikki at rigga nóg væl, stendur í svarinum. Ætlanin er tí, at hvørt aðalráð sjálvt skal standa fyri bygging og viðlíkahaldi innan sítt [...] Landsverki 1. januar 2001. Grundgevingin tá var júst, at tað var skynsamari at savna byggifakliga førleikan á einum stað enn at hava egna byggiráðgeving í hvørjum aðalráði.
eitt felag at siga, sum fylgir skipaferðsluni á leiðini. Oman-leiðin er siglingarleiðin, sum USA og ST stuðla, men ikki leiðin, sum Iran krevur, at skipini skulu sigla í Hormussundinum. - Við at sløkkja sendarar [...] verju av amerikansku marinuni, hevur eydnast skipum at sleppa undan iranskun álopum við norðurstrondina. Hetta veit CNN at siga í dag. Lagt verður aftrat, at fyri bara einum mánaði síðan var næstan eingin [...] siga í dag, at Iran partvís hevur mist eftirlitið við Hormussundinum. Meira enn 80 prosent av skipaferðsluni seinastu tvær vikurnar hevur valt at sigla um Oman-leiðina, sum hon verður rópt. Hetta veit
sínum trupulleikum við kongshúsið í einari Netflix-røð. Harry og Meghan vitjaðu í juli Charles kong og Camillu drotning. Sambært Ritzau var hetta fyrstu ferð í fýra ár, at øll familjan vitjaði kongin. Hvørki [...] Lilibet, eru skrivað inn í ein bretskan skúla við skúlabyrjan í september. Charles kongur varð sambært BBC kunnaður um flytiætlanirnar sunnudagin. Eingin ætlan er í løtuni um, at Harry ella Meghan aftur [...] arbeiðandi limir í bretska kongshúsinum. Familjan skal eftir ætlan búgva í einum privatum húsum uttan fyri London. Húsini eru ikki ogn hjá kongshúsinum. Harry og Meghan søgdu almennu uppgávurnar í kongshúsinum
Lauridsen um at verja málið hjá Skuru IK, ið spælir í bestu svensku hondbóltsdeildini. Í kvøld spældi Skuru IK fyrsta kappingardystin hetta kappingarárið. Talan var um fyrru sekstandapartsfinaluna í svensku [...] klokkan 13. Tað skal ganga ótrúliga illa hjá Skuru, um tær ikki vinna seg í áttandapartsfinalurnar. Kappingin í bestu svensku hondbóltsdeildini byrjar ikki fyrrenn 3. oktober. [...] serligt "handikapp" slapp at skjóta seks brotskøst undan dystarbyrjan, og legði seg á odda 5-0, so endaði dysturin við stórsigri 41-28 (23-14) til Skuru. Liðini hittust aftur í Nacka nær við Stokkhólm,