Mong av okkum eru upplærd við at leggja lív okkara í Harrans hendur. Og hóast alt er forgongiligt, har grasið visnar, og blóman følnar, stendur eitt eftir, og tað eru orð Harrans, ið standa til ævigar
»Mjáur er vegurin og trongt er portrið, ið førir inn í Guds ríki«, sigur Jesus. Men hevur Jesus tá ikki gjørt vegin inn til lívið í Gudi so lættan, sum nakað? Hann hevur tikið alla okkara skuld á seg
Vit siga, at Gud er kærleiki, og tað er hann, ófatiligur kærleiki. Vit kunna og megna ikki at grunda út dýpið av kærleika hansara. Ja, hesin kærleiki rakk út á Golgata, hann læt lív av kærleika til he
Tað er so nógv, sum tykist ræðuligt og skilaleyst. Náttúran er ofta so ræðandi: Skalvalop og stormar, brotasjógvar og omanlop, jarðskálvti og eldgos, bakteriur og krabbavøkstur. Vit kenna okkum umgyrd
Fariseararnir krevja tekin fyri at góðtaka Jesus sum frelsara og harra. Og at krevja tekin er tað sama sum at vilja sleppa undan at trúgva. Tað er tað sama sum at krevja prógv uppá sannleikan, hvør Je
Høvdu vit fingið høvið at sæð allar tær flottu kongakrúnurnar, og inn ímillum allar hesar lá tornakrúnan, so hevði tað nokk verið hon vit høvdu steðgað við, Jesus hevur borið hana. Vit megu ikki trúgv
Kristus hevur ikki avtikið lógina, so at hon ikki longur skuldi verið galdandi. Tvørturímóti hevur Hann sýnt okkum, at hon veruliga er galdandi, ikki bara sum ein útvortis regla - sum landsins lógir -
Hetta var tað, sum Símun Pætur upplivdi, tá ið hann stóð framman fyri Kristusi og fekk varhugan av, hvønn ið hann hevði fyri sær. Hann kendi seg óverdugan. Ella rættari sagt: Hann skil-ti, at hann var
Gud hevur eina ætlan við lívi okkara. Hann hevur ikki sett okkum inn í henda heim uttan ætlan og uttan mál og mið. Kristin trúgv er ikki bara orð oman á orð. Eitt lív í trúgv og kærleika eigur at spír
Vit kristnu eru limir á Kristi likami. Og Kristi likam er kirkn, samfelag teirra heilaga, sum vit siga í trúarjáttanini. Og vit gjørdust limir á Kristi likami í okkara heilagu dópsstund. Dópur er byrj