er so ringt fyri hjúnalagið sum júst vánaligur hýrur og strongd. Tá er tað at vit hava so lætt við at ilskast inn á hvørt annað - og at onkur velur vánaligar loysnir, so sum at verða freistað til at lata [...] og í vikunum eftir jól hava parterapeutarnir kalendaran fullan av bíleggingum. Hevur tú eina íbúð til sølu, er góður tjansur at sleppa av við hana í januarmánað, tí tá fara so nógv pør frá hvør øðrum. [...] áttu at verið sum logn mitt í ódnini ? eitt hitandi ljós í myrkrinum, men ístaðin fyri at nýta jólini til at hvíla og hugna okkum, eru vit um at ganga frá verðini av strongd. Eingin endi er á, hvussu nógv
trupulleika av, at onnur hava sama frælsi. Orsøkin til, at Álvur sá so vælnøgdur út aftaná hesa ljótu gerð, var ivaleyst ikki, at Álvur er eitt ringt fólk. Eg ivist ikki í, at Álvur veruliga heldur, at [...] at skulu vit liva eftir Bíbliuni beint sum hon er skrivað, so skal samfelagið gerast umfevnandi um. Til dømis verður tað at hava samkynta samlegu sett sum verandi ein deyðssynd á sama støði sum um ein pápi [...] at tey sum hava undir-skrivað áttu at biðið tey samkyntu um umbering. Álvur og hansara fólk hoyra til tey mest andaliga víðgongdu í samfelagnum. Eftir mínari metan eru tey so ekstrem, at fornuftin langt
a So gjørdi eg tað! Eg setti meg í eitt flogfar og fleyg til Føroya! Onkur sær kanska ikki nakra orsøk til at gera nakrar skreytir burturúr tí - tað gera fólk jú hvønn einasta dag, men eg veit við mær [...] sjálvari, at eg havi vunnið ein stóran sigur! Í august 1983 flutti eg til Danmarkar at lesa. Móti jólum bílegði eg mær flogferðaseðil til Føroya, tí eg vildi heim at halda jól saman við familjuni. Eg var rættiliga [...] Eg fór upp í flogfarið og kom til New York og heimaftur í øllum góðum. Óttin spøkti meir enn so, men eg var langt frá panikkinum. Hetta var mín fyrsti sigur. At flúgva til Føroya var tó enn eitt ov stórt
Tað ber heilt einfalt ikki til. Man kann ikki lukka Konditaríið! Er onki Kondittarí í Miðbýnum, ja, so er stutt sagt ongin Miðbýur, bara ein sokallað gongugøta, har bilar til ein og hvørja tíð hava fyrstarætt [...] Alternativið verður at útseta alt til um døgurðatíð og hittast í SMS! (áh nei!) ella onkrum pizzaria (hvør tímir tað?) ella Hafnia (hvør hevur ráð?). Møguleikin er sjálvandi til staðar, at onkur annar tekur [...] bert setti beinið har eina ferð fyri at venda beint út aftur. Her í Havn er ringt ikki at stúra fyri, at Kondittaríð verður til eina cowboy-look-alike pizzabarr, har tú heldur ikki setur beinini meira enn
á føroyskum, kann ongin ummælari lata vera við at nýta ein triðing av ummæli sínum til stavivillurnar heldur enn til innihaldið í bókini, og nógv eru tey, sum als ikki síggja ein tekst, men bara síggja [...] ættarliðið nú tosar væl betur onnur mál, og at undirvísingin man vera væl batnað.) Men høvuðsorsøkin til, at teir ikki dugdu, er, at teir so ofta hava fingið prentað niður í seg, at teir duga ikki mál! Hvør [...] at tey hava fordómar viðvíkjandi máli. Í Føroyum livir eitt sera avgjørt uppáhald, at føroyskt er ringt at skriva, og at tað er so at siga ógjørligt at læra tað ordiligt, og at tað bara eru nakrir akademikarar
stóru verð. Undarligt... Tá eg eri niðri, leingist eg heim til Føroya, og tá eg eri heima, leingist eg niður - tó sjáldan líka nógv sum upp til Føroya, men kortini... Heima siga fólk onkuntíð við meg, at [...] sum ikki er til fyrimuns fyri Føroyar og føroyingar. Tað er øgiligt, hvussu eym nógv fólk ofta eru, tá ein fer at samanlíkna viðurskifti í Føroyum og niðri t.d. Bara tað at ditta sær til at siga okkurt [...] Havn. Eg kundi ikki bara mær at siga, at hetta tó var lítið av miklum í mun til tað, eg var von við, tá eg skuldi koyra til arbeiðis í Keypmannahavn, har ofta kilometur langar bíðirøðir eru á vegunum.
vegin, men har meining og virðir eru alsamt meira flótandi og upp til einstaklingin at finna, so er tað kanska tørvur á fólki við kunnleika til at pilka kompleksitetin sundur í smærri bitar og greiða frá s [...] torskilda og veita eitt kvalifiserað grundarlag til at røkja fólkaræðisskylduna. Er Rasmussen greiður yvir, at eitt av eyðkennunum við nútíðarsamfelagnum er ring tíð, og at tann mest grunnleggjandi fortreytin [...] Anders Fogh Rasmussen segði í nýggjárstalu síni millum annað, at hann vildi serfrøðingaveldinum til lívs, tí at meinigi maðurin er líka væl skikkaður støðutakari sum serfrøðingurin. Harafturat meinti hann
eingin ivi er um, at pengar er eitt hitt sterkasta amboðið til samfelagsliga broyting. Ikki bara tað. Tað er eisini eitt effektivt amboð til persónliga og mentunarliga broyting. Tað er ikki nakað mystiskt [...] av teimum serstakt flottu føroysku virðunum til viks. Ofta tá vit sammeta okkum við onnur lond, dámar okkum at leggja dent á, hvussu vit í Føroyum, í mum til nógva aðrastaðni, ikki noyðast at ringja áðrenn [...] ávísan mun stýra. Pengar hava eisini eina autonoma kraft sum er uttan fyri okkara ávirkan. Tað er ikki ringt at ímynda sær, at um ein partur av oljupengunum enda í Føroyum, so fáa vit eina prísøking á fleiri
buddistar og onnur til helvitis, ella móti Hilmar Jan, tá hann leggur út við at spæla fúlheitirnar hjá Innistovumanninum frá morgun-stundini, so at gud og hvør maður verður sendur til helvitis mitt í m [...] er heldur okkurt sum líkist politiskum snævurskygni. Hetta løgna politiska snævurskygni kemur ofta til sjóndar í teimum ofta stak áloypandi oddagreinunum. Ein oddagrein er ikki undirskrivað, tí er ikki [...] 200, hvørja ferð bólkurin ger vart við seg. Um hetta veruliga er almenn ónøgd við happing, so er ringt at skilja, hví Dimma ikki hevur lagt eftir Óla P., tá hesin seinnu árini hevur ført eina hets móti
sum ein miðil til at seta samfelagið og tilveruna undir sjóneykuna. Allir teir stóru heimspolitisku og eksistensiellu spurningarnir vóru enn einaferð settir, og vit blivu nærmast tvungin til at hugsa um [...] evarska lítil feilur til, so er tað fatalt fyri nógv fólk. Ein lítil menniskjaslig ókonsentrasjón bara í einum eygnablunki, ella ein lítil tøkniligur kortslutningur, er alt sum skal til. Tøknifrøðin skal [...] hesum faktorunum, sum ikki ber til hava tamarhald á? Og hvør skal síðan hava eftirlit við eftirlitinum o.sfr. Tað skulu bara nakrir fáir psykopatar ella terroristar til, fyri at oyðileggja út um øll mørk