Eitt hitt mest nýtta sagnorðið í Halgubók er »at síggja«. Talan er í fyrstu atløgu um nakað sjónligt, visuelt, ið vit við eygunum kunnu síggja. Og ymiskar eru sjónirnar, alt eftir, hvussu góð eyguni e
meining. Í honum nýtist okkum ikki at óttast nakað, og ein partur av trúnni er hetta, at verða eitt ljós á leiðni. Tí Kristus hevur við lívi sínum givið okkum glæmuna, ið gevur orku til at standa ímóti í
Tey eru ikki mong, sum verða fødd til at bera ein kongakrúnu. Men nú er tað ikki bara kongakrúnan, sum telur. Krúnurnar kunnu í aðramátar vera so mangar og ymiskar. Vit liva í einum samfelag, har ídni
Hann var frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur. Hann var hin fyrsti, ið reis uppaftur, og sum ongantíð aftur skal leggjast í grøv. Men hann er ikki hin einasti - fleiri fylgja honum. Tað er ta
Hvør er næsti mín? Tað er tann avgerandi spurningurin í frásøgnini um hin miskunnsama Sámáriubúgvan, sum hetta skriftorðið er tikið úr. Svarið er: Tað er ein og hvør, sum hevur brúk fyri mínari hjálp.
Tað vóru nógv tá í tíðini, sum tóku sær ilt av, at Jesus át og drakk saman við tollarum syndarum. Og soleiðis er tað eisini í dag. Vit eru so dugnalig at seta mørk og forðingar millum menniskju. Hesi
Síðani ta ferðina, Gud frá upphavi beyð tey fyrstu menniskjuni um at uppfylla jørðina og leggja hana undir seg, hava menniskju nátt størri og størri málum. Hvørt stig á vísdómsleið leiðir alsamt til t
Tvinnir eru vegirnir og tvinni eru málini. Tað er Guds vegur og vegur illamanns. Hetta sigur kristna trúgvin okkum. Lív-sins vegur ber heim til Guds á himni, meðan deyðans vegur ber glatan við sær. Og
Á leiðini millum vøggu og grøv liva vit saman við næsta okkara. Og vit eru sera ymisk. Men felags fyri okkum er, at vit øll hava fyri neyðini at fáa fyrigeving. Vit kunnu ikki liva okkara kristna lív
Vit eru mong, sum eru glað um, at vit hava fingið eina kristna uppaling. Vit vóru lærd at ganga í kirkju og í sunnudagsskúla. Og hetta hevur sett sín dám á tilveru okkara. Uppalingin hevur ómetaliga s