gransking, og hvussu vit skipa granskingina. - Gransking er langskygd, og tað er ein stórur vági fyri føroyska gransking, at ongin langtíðar ætlan er. Men um ein tílík ætlan skal eydnast, krevur tað, at pengar [...] trupulleika fyri føroyska granskingarumhvørvið, at almenna granskingin er so smábýtt. - Tað hevur nógvar vansar við sær, at granskingarvirksemið er so spjatt og í nógvum førum persónsheft. Tað krevur nógva orku [...] til gransking. Granskingarráðið hevur eisini fingið eitt lítið sindur meira. - Men útflutningsvirðið er vaksið nógv hesi árini, og tað vísir tí, at granskingin als ikki fylgir við vinnu- og samfelagsbúskapinum
BTÚ. Hetta eru turru tølini. Samanborið við málið hjá Evroparáðnum, sum er 3 % av BTÚ, og íløguna hjá hinum londum í Evropa, so er føroyska íløgan munandi minni. Vit hoyra í løtuni økt tos um viknandi [...] vantandi arbeiðsmegi, økta fráflyting og trivnaðartrupulleikar. Eingin ivi er um, at stór tøk mugu takast fyri at venda gongdini. Her er eingin einføld ella løtt loysn, men nógvar truplar og djarvar politiskar [...] týdningarmikið amboð, sum onnur lond brúka at menna samfeløg í kreppu, er at gera miðvísar íløgur í útbúgving og gransking. Endamálið er at menna vitanarsamfelagið, at gagnnýta vitanina til at skipa fyrisiting
Tað er neyvan ov nógv sagt, at hann ikki telist millum størstu teknikararnar á einum fótbóltsvølli, og hann er sjáldan millum teir fremstu, tá menn fara at renna kapp. Men… Hann er kittið í einum hópi [...] upp á 1.000 krónur frá Hotel Brandan, og eina glasstandmynd, ið er latin av FSF og Betri. Tað var sonur Atla, Árni Nóa Atlason, ið eisini er partur av Betrideildarhópinum hjá Víkingi, ið handaði pápanum [...] sum bindur saman, og yvir 90 minuttir, plus tað leysa, ger hann millum ongar og fáar feilir. Tí tað er heldur ikki ov nógv sagt, at hann telist millum stinnastu verjuspælararnar í føroysku kappingini, við
ábendingar um, at støðan í Føroyum ikki er frægari enn í grannalondunum. Eitt er ávísingarnar til Sernám, sum eru vorðnar nógv fleiri seinastu árini. Eitt annað er tímarnir til heimaundirvísing, sum eisini [...] ein serflokk. Tað riggar eisini ofta, men tað er ikki øll søgan. - Skúlafrávera er eitt sera samansett fyribrigdi, sum eftir mínum tykki í nógv størri mun er eitt tekin um ein yvirskipaðan trupulleika enn [...] okkum sjálvi, hvat tað er, sum vit ynskja. Har hugsi eg, at tað týdningarmesta má vera at fáa børnini at trívast. At fáa tey í skúla kemur í aðru røð. Um eitt barn trívist uttanfyri skúlan er tað betur enn
hestin, tá teir vóru í andstøðu, men tað er munur á at vera í andstøðu og samgongu. Tað er ein løgin støða, at vit hava eina avtalu við Russland, sum okkara løgmaður er ímóti. Tað hevði helst ikki gingið í [...] boykottaði Føroyar. Men hetta er eisini ein spurningur, sum er verdur at greina nærri, sigur Heini í Skorini. Fiskiskip við hernaðarligum uppgávum Endamálið við greiningarverkætlanini er ikki bert at skráseta [...] Ukraina, og samhandilin við russar er minkaður niður í helvt. Vit liva í einum nýggjum geopolitiskum veruleika við øktum stríði millum stórveldini. Fyri smátjóðir er tað vorðið truplari at vera neutral
fyri eldri er eitt hjartamál fyri KatrinaHolm, er hetta eitt evni, sum eisini hevur mín stóra áhuga. Tórshavnar kommuna leggur í løtuni seinastu hond á ein eldrapolitikk, og í hesum arbeiðinum er Eldraráðið [...] øðrvísi, kann sjálvsagt diskuterast. Tað vísir seg, at áhugin at stilla upp til Eldraráðið er lítil. Hetta er triðja valið á rað við lítlum áhuga, tí støðan var tann sama til valið í 2020 og til valið [...] at viðtøkurnar fyri Eldraráðið skulu endurskoðast. Neyðugt er við greiðari ásetingum um, júst hvørjar uppgávur Eldraráðiðskal hava, og um, hvat Eldraráðið og politiska skipanin kunnu vænta av hvørjum øðrum
Spurningurin er so, um hetta er politikkurin hjá samgonguni og hjá landsstýrinum, sum veljarunum ikki dámar. Og um hetta er eitt symptom fyri politiska arbeiðslagið hjá samgonguni, so er tað forkláringin [...] nevndini, og sum ikki gera arbeiðið so, sum nevndin vil. Er hetta ætlanin hjá landsstýrinum við miðlastuðlinum? Er hetta ein akademiskur frymil ella er hetta stuðul til miðlarnar at rinda lønir til starvsfólk [...] hvørki rinda mvg, skatt ella skapa arbeiðspláss í Føroyum? Tað er ilt at síggja, hvat politikarar vilja við hesi skipanini. Men greitt er, at Sirið Stenberg vil sleppa bløðunum upp á fjall og lata siðbundnu
vinnuliga granskingin er alt ov lítil. Eisini er talið av kt-fólkum í Føroyum, bæði innan privata og almenna geiran, so lágt, at vit eru næst aftast í Evropa. Einans í Grikkalandi er verri statt. Vit duga [...] til tær knappligu broytingarnar og umskiftini – um tað er korona, kríggj, heimsmarknaðir, renta, verkfall ella politiskar skitandi avgerðir. Hetta er ein øgilig styrki, ið liggur djúpt í søguni um, hvussu [...] Stuttflutt. Hesin vinnudagurin verður settur í eini tíð, har heimurin allur heldur ondina. Vit vita ikki hvat russarar finna upp á. Vit vita ikki, hvussu amerikanarar fara at velja. Vit vita ikki, um støðan í
til. Hvat er vunnið, um grannaløgini syndrast og mistrivnaður fer at trívast? Uttanífrá sýnist tað sum, at tað verður handlað sum um, at ongin dagur er í morgin - alt má henda her og nú. Kosta hvat tað [...] ella umorða) Sjálvandi er í ávísum førum neyðugt við broytingum, um vit skulu menna kommununa og tillaga til nútímans ynskir og tørv. Men okkurt er galið, tá ið so nógv mótstøða er um fleiri serstakar b [...] okkum og ásanna hvussu stuttskygd vit vóru. Tað er ein dáragerð og púra óneyðugt at oyðileggja Kongagøtu og grannaløgini rundanum. Vit hava øll hoyrt um hvat mundi hent úti á Reyni, høvdu vit ikki ein framskygdan
eg skilji tað, so heldur hann, at hetta er ein mannagongd, sum er byrjað síðani hetta landsstýrið tók við, men tað er ein misskiljing. Lógin um Búskapargrunnin er ikki broytt síðani 2018. Tað vil siga, [...] at tað er eingin orsøk til at “tosa Føroyar og føroyingar niður” (sum hann nokk heldur, at Sambandsflokkurin vil), tí tað snýr seg um, hvat vit sjálvi megna. – Har eri eg púra samdur. Sjálvandi er tað fyrst [...] kredittvirði verri er, “um sambandið við Danmark viknar”. Men hetta er ikki nakað sum Sambandsflokkurin hevur funnið uppá. Hetta sigur Moody’s. Eisini sigur Moody’s, at sambandið við Danmark er ein fyrimunur