Oddagrein, Vísindavøka, Sosialurin 13. september 2024:
Í summar fingu vit loksins sett tøl og prosent á, hvussu nógv varð brúkt til gransking og menning í Føroyum í 2022: 1,5% av BTÚ. Hetta eru turru tølini. Samanborið við málið hjá Evroparáðnum, sum er 3 % av BTÚ, og íløguna hjá hinum londum í Evropa, so er føroyska íløgan munandi minni.
Vit hoyra í løtuni økt tos um viknandi kappingarføri, um hall á fíggjarlógini, um fallandi burðartal, skeiklaða fólkasamanseting, vantandi arbeiðsmegi, økta fráflyting og trivnaðartrupulleikar. Eingin ivi er um, at stór tøk mugu takast fyri at venda gongdini. Her er eingin einføld ella løtt loysn, men nógvar truplar og djarvar politiskar avgerðir, sum skulu takast.
Eitt týdningarmikið amboð, sum onnur lond brúka at menna samfeløg í kreppu, er at gera miðvísar íløgur í útbúgving og gransking. Endamálið er at menna vitanarsamfelagið, at gagnnýta vitanina til at skipa fyrisiting og bjóða betri tænastur og at styrkja karmar fyri at verandi og nýggjar vinnur fáa betri vakstrarlíkindi.
Í ársins Vísindavøkublaði eru dømi um fleiri granskingarverkætlanir, sum hava sett sær fyri at fáa til vega nýggja vitan, sum kann brúkast av vinnuni og tí almenna til at taka avgerðir, skipa okkum betri, arbeiða miðvísari og snildari og gagna borgarum í enn størri mun.
Pætur Zachariasson hevur sett sær fyri kanna skúlafráveru og skúlaaftran og hyggja at samspælinum millum børn og skúlaskipanina. Aftanfyri liggur ein undran yvir, hví tað eru alt fleiri børn, sum ikki trívast í fólkaskúlanum, og hvussu fólkaskúlin betri kann rúma flestu børnum
Annika Helgadóttir Davidsen og Esther Djurhuus fara at kanna, um toymisinterventión við sálarfrøðiligum tryggleika kann betra um sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá umsorganarstarvsfólki. Hetta er grundað á vitan um, at sálarliga trýstið í arbeiðinum kann møða meira enn gott er og reka starvsfólk burtur frá økinum, sum frammanundan hevur trupult við at fáa nokk av fólki.
Eitt av tí, sum nevndu verkætlanir hava í felag, er, at tær kunnu fremjast, tí tær hava fingið stuðul frá Granskingarráðnum. Aðrar verkætlanir, sum áður hava verið framdar við stuðli frá Granskingarráðnum hava verið við til at fáa nýggja vitan til vega, sum flytur okkum frameftir.
Eg eri sannførd um, at tíðin beint nú er at gera stórar íløgur í útbúgving, gransking og menning fyri at finna loysnir til fleiri av stóru samfelagsligu avbjóðingunum, sum vit standa við. Vit skulu savna allar góðar kreftir og arbeiða miðvíst fyri at venda gongdini aftur, so vit ikki enda í dapra exit Føroyar rákinum, sum var so ráðandi fyri 15 árum síðani.
Ynskir tú at vita meira um, hvat granskarar í Føroyum arbeiða við, so skalt tú koma á Vísindavøku 2024. Her vera hópin av granskarum og øðrum starvsfólkum, sum fara at fortelja frá og vísa nakað av tí, sum fyriferst.
Vælkomin!
Annika Sølvará
Stjóri í Granskingarráðnum