Innibyrgt til allar síður. Fullkomuliga bundið av øllum rørslum, ið mamma ger. Eftir at tað er borið í heim, kundu vit hugsa okkum, at hesin lítli skapningurin vildi brúktt sítt frælsi nú tað er frítt til loft [...] Tað lítla barnið veit als ikki, hvat tað skal brúka alt hetta frælsið til. Seinni í lívinum kemur so uppalingin við øllum tess til tíðir føstu teymum. Gævi eg nú kundi sloppið at rátt mær sjálvum. Men [...] hin so nevnda fría upppalingin oftast tað úrslit, at mong børn og ung suffa eftir at mørk verða sett fyri hvat tey kunnu. Ella hvussu við teimum fyrrverandi hjálondunum í tí triðja heiminum. Tey eru nú frí
ið búgva til leigu, og sum longu eru uppsøgd og bara bíða, ofta í óvissu, eftir degnum, tey mugu flyta. Vit kunnu kanska harmast um, at soleiðis er lógin fyri okkum øll: Vit verða fødd til at doyggja [...] kristiliga, tí, sum ikki er av hesum heimi.Vit sláa okkum til til tols undir deyðans lóg; men vit søkja, søkja at fáa atgongd til hin himmalska staðin, hvørs byggimeistari og grundleggjari er Gud. Jú, hetta er [...] ikki um ævir rætt til Gurra. Tað gekk ikki við hesum uppskoti hansara, hvussu inniliga hann so ynskti sær tað. Saman við øllum skapninginum á fold varð hann noyddur at boyggja seg fyri tí lóg, sum er galdandi
eins væl kunnu freista til tankar, orð og gerðir, sum føra til synd og brot á boðini, við deyða og ævigari glatan til fylgju. Boðini eru leiðbeiningar, sum eru givnar okkum fyri at gera lívið lættari at [...] kann fáa ævigt lív? Jesus vísir til boðini, men tey hevur unglingin øll hildið frá barnaárum av, og hann kennir á sær, at enn vantar nakað. Jesus setir so fleiri krøv til hansara, men hetta er honum ovmikið [...] Tey eru eisini ein grundvøllur, sum okkara samfelagsskipan byggir á. Tey eru Guds vilji, givin okkum til leiðbeiningar. Men vit verða ikki fullkomin, um vit so halda øll boðini. Innan ymiskar átrúnaðir eru
rættarskipan til, sum byggir á lógir, ið eru til frama fyri alt samfelagið. Sjeynda boð er ein liður í okkara rættarskipan. Tú mást ikki stjala. Tað ljóðar hart og kontant í oyrum okkara og er ikki til at misskilja [...] børnum sínum læra tey at virða ognirnar hjá øðrum. Vit hava ikki fyri neyðini at stjala nakað frá øðrum til lívsins uppihald. Hava vit brúk fyri onkrum, kunnu vit ogna okkum tað á lógligan hátt. So er ikki [...] taka bara eitt lítið sindur, tað man ikki bila. Snýta eitt sindur ella svika eitt sindur í uppgerðum til tað almenna, tað er í lagi, soleiðis tykist hugsanin hjá nógvum at vera, uttan at samvitskan verður
krossfestur er fyri syndir okkara, risin upp og hevjaður upp til æviga dýrd. ? Og tey sum tóku ímóti orðinum fingu hin Heilaga Andan, nýggja kraft, nýtt lív. Hetta er Hvítusunnan ? Hon kemur til okkara í ORÐI [...] kunnu vit spyrja, hvussu hin Heilagi Andin kemur til okkara? ? Hesum hevur Jesus Kristus svarað tá hann sigur: »Tann sum elskar meg, hann varðveitir orð míni, og faðir mín skal elska hann og vit skulu koma [...] sum týdning hevur, og tað er við hesum, at hin Heilagi Andin kemur til okkara. Við ORÐINUM sum hoyrt verður, kemur hin Heilagi Andin til okkara. Um hetta alt kunnu vit lesa í øðrum kapitlinum í Apostlasøguni
okkara hugaheimi, forða fyri betri tankavirksemi, sum til dømis heldur at unna næsta okkara góðar umstøður, ístaðin fyri at misunna honum tær. Nógv av hinum boðunum hava talað til okkara um ikki at fremja [...] beinleiðis til okkara hug og sinni. At girnast nakað er at hava eitt sterkt ynski um ella tráan eftir at at fáa fatur í einumhvørjum, sum vit ikki eiga ella hava rætt til. Vit hava ymisk orð fyri hesum sama: [...] fremja gerðir, sum kunnu vera til skaða fyri okkara medmenniskju. Heldur byggja upp enn bróta niður, tað er jú best fyri allar partar. Hetta boð sigur nakað um okkara sinnalag, okkara hugsan og tankar. Vit
beinrakið. Øll foreldur vilja børnum sínum tað besta og vilja gera alt fyri at skapa teimum eina góða framtíð. Børnini eiga at hava virðing fyri foreldrunum, ikki bara sum børn, men eisini sum vaksin. Tey hava [...] serliga fyrr ? hava verið úti fyri. Tíbetur var altið onkur, sum kundi vera í móður stað, og sum tí hevur alla æru uppiborið. Sum øll hini boðini er hetta eisini við til at vísa á nøkur viðurskifti í lívinum [...] eru gagnlig fyri okkum. Tað var ikki bara galdandi í tí gamla sáttmálanum, men verður eisini endurtikið av bæði Jesusi og Paulusi, so vit kunnu siga, at hetta boð framvegis er galdandi fyri okkum. Við hesum
synd, fyri at vit kunnu læra at síggja, at eisini vit hava Hann sum frelsara fyri neyðini! Fyrigeving syndanna í Jesusi Kristi, tað er Guds náði go kærleiki til okkara. Har hesin kærleikin sleppur til, veksur [...] at hann sjálvur hevur borið fylgjurnar av hesum. Hetta fekk eisini kærleikan til Jesus at vella fram, soleiðis sum hann kom til sjóndar í hennara gerð. »Símun, eg havi nakað at siga tær!« Vit kunnu skifta [...] Tað orð, sum goymir lív og sælu í sær. í einum føri kunnu vit lata Símun vera fyrimynd fyri okkum. Í hansar asvari til Jesus: »Meistari, siga tað«. Sæl eru vit, um vit gera tað og geva Jesu orðum gætur. Jónsvein
soleiðis at vit gerast betur og betur, før fyri at viðganga brek okkara og mistøk, og til at fara til rætta viðkomandi fyri at biðja um fyrigeving, ? tað er til okkara medmenniskja og Guð. Men tað er ein [...] i sinnalagið. Vit koma so mangan út fyri, at mistaka okkum, bæði í orðum og verki, men tað tykist altíð so tungt, at viðganga okkara brek, og enn verri at fara til rætta viðkomandi og biðja um fyrigeving [...] sum er Himmalin. Tann, sum hevur tikið ímóti Guði við trúgv á Jesus Kristus, hevur fingið eina vón fyri framman, bæði her í lívinum og í tí komandi. Tað menniskja, sum livir í tøttum lívssamfelagi við Guði
við kærleika til okkara og til okkara besta: Minst til ? gloym ikki ? at halda hvíludagin heilagan. Meistari, hvat gott skal eg gera, at eg kann fáa ævigt lív? Jesus segði: Vilt tú koma inn til lívið, tá [...] og gagnligt fyri okkum. Bert spell, at okkara fiskimenn í teirra dagliga harða yrki ikki fáa sama høvi til likamliga og sálarliga hvíld sum øll onnur. Tí okkara andaliga lív hevur tørv fyri at uppbyggjast [...] ikki farast til arbeiðis, likamið fekk hvíld, og andaliga fingu vit styrki í bíbillestri, prædiku, sálmasangi og bøn. Verður sunnunáttin brúkt til fjas og fjant, er sannlíkt, at orka er ikki til annað enn