einki at læra menniskju upp í, og tá var eingin hirðatænasta til. Prædikan skal fyri øllum menniskjum boða tann gerning, sum Jesus hevur útint fyri allan mannheimin. Og upplæringin skal hjálpa menniskjum at [...] heimsins frelsara. Hirðatænastan skal til allar tíðir gera hirðagerning Jesu Krists kunnan fyri øllum menniskjum, so hitt fullgjørda verkið verður øllum teimum til bjargingar, sum taka ímóti honum. Tá ið [...] Krists. Krossdeyði hansara var júst tað, at hin góði hirðin legði lív sítt til fyri okkum menniskju. Hann gav seg ikki í deyðan fyri at bjarga sær sjálvum; tað var óneyðugt, so satt sum hann ikki visti av
mynd. Og tí hoyra vit honum til, hann eigur okkum og hevur krav uppá okkum. Og tí syngja vit sum kirkja Gud lov og prís fyri lív og fyri, at hann uppiheldur okkum og syrgir fyri okkum bæði andliga og tímiliga [...] fyrstuni. Jesus er skapanarorðið, sum alt er vorðið til við. Vit hava eitt ómetaligt virði sum menniskju. Ja, vit hava so stórt virði, at Jesus vildi doyggja fyri okkum. Men vit eru ikki stór í okkum sjálvum [...] Guds stórleika. Og vit ynskja og takka honum fyri alt, hann gevur okkum. Tú ert sum menniskja og kristin undir Guds umsorgan og kærleika. Hevur tú ikki grund til at vera takksamur?
Fyri tollaranum var støðan vónleys ? menniskjaliga sæð. Men hinvegin, fyri Gudi er einki ómøguligt. Tollarin sær sína sonnu støðu. Hann sá, at vit eru so stórir syndarar, at bara Gud sjálvur kann bjarga [...] offurgerð kann bjarga okkum. At síggja hetta er at ganga í seg sjálvan og síðan flýggja til krossins fót og til altarborðið. Har er fyrigeving, lív og sæla. Vit eru og verða syndarar so leingi, vit liva [...] angrandi syndara frá sær. Og tað merkir, at nú hava tú og eg ein møguleika til frelsu. Og møguleikin er trúgvin á Jesus, sum er bót fyri synd og skuld okkara. Síggj tína sonnu støðu, gev teg yvir og lít á tín
nar fyri lærusveinunum. Hetta eru tekin um, at Jesus er upprisin. Men meir enn tekin er hetta ikki. Tá vit í kirkjuni hoyra henda boðskapin, so kunna vit, sum kristin, ikki annað, enn siga ja til henda [...] purin til okkum annars deyðiligu menniskju. Jesus sigraði á synd og deyða. Lívið sigraði og fer at sigra. Jesu sigur er okkara sigur í trúnni. Andin og orðið gevur okkum hetta. Hetta er gáva til okkara [...] okkara. Nú er ljós fyri framman. Og lívið er fyri framman. Deyðin er bert ein blundur, nakað fyribils. Hann er ikki ævigur. Páskaboðskapurin boðar okkum gleði. Eina gleði, sum kveikir vón og lív í hjarta okkara
einum sáði, ið verður lagt í jørðina. Og tað vil siga, at kristindómurin og trúarlívið eru Guds gávur til okkara. Tað er ikki nakað, vit kunnu skapa og framleiða. Sáðið veksur og ber ávøkst. Hetta hendir av [...] í felagsskapi, vit liva ikki sum einstaklingar. Og tí eiga kærleiki og umsorgan at verða eyðkenni fyri okkum. Gud byrjaði við okkum; men skulu vit bera ávøkst, er avgerandi, at vit kenna okkara pláss í [...] henda kristna felagsskap kirkjan. Vøkstur í trúgv og kærleika kemur av at hoyra. Vit hoyra okkum fram til trúnna og kærleikan. Og tað er orðið, gleðiboðskapin, vit hoyra. Hann virkar hetta bæði í og við orði
Tí er deyðin fyri okkum ikki bara dapur og myrkur. Hann merkir, at vit hvíla í moldini til Harrans afturkomu, hin stóra páskamorgun. Vit liva øll eitt avmarkað lív í heiminum. Men fyri okkum er lívið [...] boðskapur fyllir okkara tómrúm og okkara sorg og sakn við gleði og takksemi. Vit, tú og eg, eru ávegis til lívið. Hetta æviga lívið vann Jesus tær páskamorgun. Lat hesa trúgv leiða teg gjøgnum lívið og deyðan
hann hevur fyri lív, merkir at vit geva honum fult ræði yvir lívi okkara! Ja, tað merkir at vit siga nei til alt okkara egna, til alla okkara sjálvgleði og allan stoltleika! Vit eru øll kallað til at verða [...] spyrja okkum sjálv, um vit eru til reiðar at bera prísin? At taka krossin upp og fylgja Jesusi eftir merkir, at vit eiga eina livandi Kristus-játtandi trúgv, ið kemur til sjóndar í tí, at ein støðugt gongur [...] líðingar og trongdir, tí hann hevur jú lovað okkum at verða við okkum allar dagar, alt til veraldar enda. Gud hjálpi okkum til at ganga í lýdni í Jesu fótasporum, soleiðis at vit at enda kunnu bjarga lívi okkara
lærusveinar fyri Jesusi. Tað sama kallar Jesus okkum til í dag. Hann kallar okkum til at blíva ein Jesu lærusveinur, soleiðis at hansara ríkið kann vinna fram um allan heimin. Tí er spurningurin til okkara [...] eigur hann rættin til at hava alt vald á øllum heiminum. Og tí hevur hann eisini rættin til at hava alt vald á okkum. Vit eru dýrtkeypt við hansara blóði. Eingin annar hevur tí rætt til at eiga okkum og [...] tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda. Hetta vóru boðini lærusveinarnir fingu. Við at doypa tey til samfelags við hin tríeiniga Guð skulu teir gera øll fólk til Jesu lærusveinar
umaftur undirstrika, at tað sum er avgerandi fyri lív okkara hinumegin deyðan, og hvat vit fáa við okkum, er okkara viðurskifti við Guð og støða okkara til hansara, meðan vit enn liva her á fold. Tað avgerandi [...] Guð er til!« Tá ið Jesus sigur hesi orðini, sigur hann tey um ein ríkan, um ein sum átti alt, ið hann kundi hugsað sær. Akrar hansara vóru stórir og gróðurtungir, hann røkti jørð sína. Men fyri hann varð [...] Mangan verður tikið til, at vit kunnu einki fáa við okkum í grøvina. Og rætt er tað, um vit her einans hugsa um okkara jarðiska góðs. Tí eingin okkara kann keypa sær pláss í himli. Hóast hetta, so er tað
kærleikans tænarar. Og til hesa tænastu eru vit send av Jesusi. Hesa uppgávu hava vit menniskju. Tað eru ikki vit, sum hava útvalt okkum sjálv; men Jesus hevur útvalt okkum til tænastu í hinum kristna [...] Hesi orðini segði Jesus, tá hann sendi ápostlarnar út at prædika gleðiboðskapin fyri heiminum. Vit eru bæði sum kirkja og einstaklingar send út at vitna um Jesus og at kennast við hann. Tað er kanska lættari [...] lættari at kennast við Jesus og boðskap hansara í mannfjøld, enn tá vit standa framman fyri einstaklingum. Men vit eru sum kristin sett at tala sannleika og at hata lygn og ósannindi. Vit eiga ikki at