at hetta við 70 ár pensjónsaldri ikki fór at blíva til nakað. Men danskir ráðharrar kunnu anda lættan. Tey hava sitið so leingi í Fólkatinginum, at tey hava rætt til pensjón eftir sera gullrandaðari [...] komandi viku skal okkara Løgting taka støðu til at hækka pensjónsalurin til 70 ár hjá teimum, sum eru fødd eftir 1. apríl í 1972. Eins og í Danmark, so er tað heldur ikki galdandi fyri politikararnar, sum skulu [...] pensjónsaldurin hjá teimum hækkar ikki fyri ta pensjónina. Í summum førum kunnu tingfólk pensjónerast sum 60 ára gomul. Í 'ringasta' føri mugu tey bíða, til tey verða 67 og ikki 70, sum øll onnur. Ruth Vang
onkustaðni, so tað ikki gjørdist harðskapsmál, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun. Hann sigur, at tað var eitt lítið sindur av órógvið niðri í býnum, men ikki nakað sum hevur ført til skuldseting [...] arøkinum, sigur vaktleiðarin í morgun. – Vit hava roynt at verið til staðar í náttarlívnum og at verið fyribyrgjandi, og tað sær út til at hava eydnast, sigur hann.
miðlinum X. Løgreglan hevur ikki givið nakrar serligar upplýsingar um talið av deyðum og særdum, men sambært Vancouver Sun er lokala sjúkrahúsverkið biðið um at fyrireika seg til nógv offur. Videobrot á sosialu [...] um fleiri deyð og fleiri skadd, skrivar borgarstjórin á X. - Okkara tankar fara út til øll tey, sum eru rakt, og til Vancouver og filipinsku samfeløgini hesa truplu tíðina, sigur hann. Forsætisráðharrin [...] skrivar miðilin víðari. Bilførarin í bilinum er handtikin av løgregluni eftir hendingina. Tað er tó ikki greitt, um hetta var ein vanlukka ella ein tilætlað gerð. - Vit fara at geva fleiri upplýsingar, so
25-20 við serviessi frá Sirið Hanusardóttir Samson. Fleyr javnaði til 1-1 í settum, eftir at hava verið aftanfyri 11-15, men javnaði til 18-18 og fór framum 21-18. Við serviessi frá Annu Sáru Leifsdóttir [...] Sirið við serviessi syrgdi fyri dystarbólti til Mjølnir. Fleyr hóraði undan í fyrstu atløgu, men smassjið frá Nicolu Toftegaard tók í blokkin, og so fekk Fleyr ikki bilbugt við bóltinum – og so hevði Mjølnir [...] ferðina vann Mjølnir við 3-0 sigri á Fleyr sítt fjórða steypaheiti á rað, men síðan skuldu ganga 11 ár, til tað endiliga eydnaðist aftur. Samstundis varð hetta triðja tapta steypafinalan á rað hjá Fleyr, sum
tjóðini og framtíðini. Tað sum ikki riggar í skúlaverki og polikki og heilsuverki ella vegakervinum, verður vent til: “Nei, vit kunnu ikki gerast sjálvstøðug tjóð. Her ber onki til. Fólk mugu flyta av landinum [...] sál og hjarta. Har vit ikki kunnu krógva okkum burtur, men skulu virka og skapa í so ymsum samanhangum – í so nógvum ymsum høpi sum gjørligt. Og tað ber til. Sanniliga ber tað til. Hyggið bert at tykkara [...] ónellari fatan, so er vegurin greiddir til tað, ið vit so ofta hava upplivað og síggja aftur og eftur: Fólkaræði kann eftir løtu vendast til einaræði. Frælsi til ófrælsi: Júmen, eg vann valið og nú kann
megnar at vinna sítt annað FM-heiti. Britt var nevniliga føroyameistari fyrraárið. Hjá monnunum verður ikki talan um eina endurtøku av FM-finaluni í fjør. Hálvføroyski Albert Weihe Wolfsberg, sum hevur verið [...] Ári megnaði í hálvfinaluni heldur óvæntað at vinna 4-3 á stórabeiggja sínum, Fróða, sum í ár má taka til takkar við bronsuni. Ári er hin triði og yngsti í systkinaflokkinum, sum nú hevur megnað at spælt seg
sína fimtu greipu síðan 2019. Men tað var ikki uttan svørðsslag í dag, tí hóast Mjølnir uttan himpr vann tey bæði fyrstu settini, kom Fleyr afturíaftur og javnaði til 2-2. Í javnbrótaranum var Mjølnir kortini [...] sum tapandi liðið sleppur at vinna, men viðkomandi fór skeivur, tí Fleyr svaraði aftur og javnaði til 19-19 og vann settið 25-23. Mjølnir fótaði sær tó aftur, og legði seg á odda 6-2 í javnbrótaranum, [...] og skjótt sást, hvønn veg tað bar. Munurin vaks upp í 9-3 og 14-4, og við 10 dystarbóltum fór tað ikki at ganga galið hjá Mjølni, sum at enda vann 15-6. Við sigrinum hevur Mjølnir nú vunnið steypakappingina
varpað úr steypakappingini. B36 er greitt á fjórða plássi. Tað eru fimm stig aftur til Víking, meðan tað eru tvey stig fram til HB. Í kvøld var framrættaði síðuspælarin Marius Kryger Lindh tvífaldur málskjútti [...] 10. minutti javnaði 07 Vestur til 1-1. Málskjútti var Brage Prestmo Kvithyld. Hetta var fyrsta málið hjá 20 ára gamla norska verjuspælaranum í 07 Vestur búnanum. Tað var ikki stórur munur í spælbýti, og [...] kvøld var fremsti maður hjá B36. Ein minutt undan steðginum økti Marius Kryger Lindh um leiðsluna til 3-1, og aftur hesaferð var tað Hannes Agnarsson, sum átti uppleggið. Einasta stigið, sum 07 Vestur
Wimbledon, og fær tá í ringasta førinum eitt sjeynda pláss, ið er nóg mikið til at sleppa at spæla dystir um uppflyting til triðbestu deildina. Í teimum sjey seinastu dystunum hjá Grimsby hevur Geza tíverri [...] Annan dystin á rað var David Geza Turi ikki partur av hópinum hjá Grimsby í dysti í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini. Grimsby leikti í dag javnleik 0-0 á útivølli móti MK Dons. Grimsby er nú áttanda plássinum
er mentanarvika í Runavíkar kommunu, og í kvøld gav besta mansliðið í fótbólti av álvara sítt íkast til góða lagið. Við stórari og mælskari áskoðarafjøld í fylginum vann NSÍ 5-0 í Hólmanum á Eiði. Stóri [...] at hinir menninir, sum plaga at skora flestu málini hjá NSÍ – Klæmint A. Olsen og Petur Knudsen – ikki vóru millum málskjúttarnar. Klæmint var á vøllinum alla tíðina, meðan Petur Knudsen fór av vøllinum