– Vit hava verið og lagt uppímillum onkustaðni, so tað ikki gjørdist harðskapsmál, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.
Hann sigur, at tað var eitt lítið sindur av órógvið niðri í býnum, men ikki nakað sum hevur ført til skuldseting.
– Vit hava roynt at verið fyribyrgjandi. Annars hevur tað verið óalmindiliga friðarligt í Havn og í høvuðsstaðarøkinum, sigur vaktleiðarin í morgun.
– Vit hava roynt at verið til staðar í náttarlívnum og at verið fyribyrgjandi, og tað sær út til at hava eydnast, sigur hann.