Me-Too: Ein søga um ágang ímóti eini kvinnu

Je eri klár yvir, at tað je komi at skriva um, er sera kontroversielt.

Men eftir sum okur liva ár 2025, hvar fleiri og fleiri eru meira upplýst og duga betur at skyna á, hvat sum er rætt og hvat sum er skeivt.

Kvinnur traðka fram og siga frá, hvussu tær hava verið fyri ágangi av monnum, sokallaða Me-Too.

Hetta hendir á arbeiðsplássum, heima, í skúlanum, innan ítrótt og nógva aðra staðni.

Har sum jeg búgvi í Svøríki hanga tað lappar á øllum vesum hjá kommunulæknum við einum tryggum telefonnummari, hvar kvinnur sum eru úti fyri ágangi, buking, útskelding, slidnar, neyðtiknar o. s. fr. kunnu ringja beinleiðis fyriat fáa hjálp ordiliga hjálp.

Sjálvt um tað av kvinnuni ikki metist sum ágangur, men bara nakað kvinnan má liva við so verða tær eisini uppmuntraðar til at steðga upp og hugsa, er tað i ordan, tað je havi upplivað ella ikki.

Nú nærkast tað. Je skal skriva um eina sanna hending, og enn eru vitnir, sum liva og kunnu vitna um hesa hending.

Je havi ilt í búkinum og ilt langt inn í sálina av at hava fingið hetta fortalt fyri fimm døgum síðani.

Kvinnan, hendan søgan snýr seg um, livir ikki meira og faktiskt er tað gott, tí tað hevði ikki verið stuttligt hjá henni at blíva pámint um hesa beistagerð.

Je biðið eina bøn, sum je havi umsett frá dananum Lars Muhl. Hetta fyri at orðini í bønini fara serliga til tann persónin, sum hevur gjørt hesa beistagerð og ynskiliga umfavnar hann og vísir honum á tað, hann gjørdi, ikki er í ordan og so langt burturfrá!

 

Himmalski faðir og móðir

Vælsignað verður tín heilagi andi

Tendra í okkum ein kláran eld

Her og nú og í allar ævir

Opna okkara hjørtu

fyri kenslurnar kraft

loys okkum av teimum bondum, okur binda okkum sjálvi við

lat okkum hvíla hjá tær

so okur fáa part av tínari megi

fyrigev okkum og lat okkum fyrigeva

inntil okkara løtur eru heilagar saman við tær

Amen (soleiðis verður tað)

 

Nú slepst ikki undan, nú má je skriva hetta.

Søgan:

Politiið heldur eina veitslu hvørt ár, og tað verður skift um at halda hana.

Øll verða boðin við, hjálparpolitistar, skrivstovufólk, sýslumenn o. s. v. 

Nú bleiv bjóðað inn aftur til komandi veitslu, og kvinnurnar hjá hesum monnum eru eisini bodnar við.

Hendan veitslan var hildin í sunnasta parti av Føroyalandi.

Veitslan var gott í gongd, góður matur og gott at drekka. Alt virkaði til at vera í ordan, inntil ein av hjálparpolitistunum reisir seg og handa yvir eina góvu til kvinnuna, sum var saman við manni sínum, sum hevði í nógv ár havt eitt álitisstarv. Hendan kvinnan gtekur ímóti pakkanum og pakkar upp.

Nú sigur søgan einki um øll hini eisini fingu pakkar, men um tað ikki er so, so er tað bara enn meira álvarsligt.

Je standi við tína lið mín besta kvinna – nú beri eg fram tín vitnisburð, hvat sum var í pakkanum.

Jú hesin hjálparpolitistur hevur pakkað inn ein SVATAN FANS, sum frásøgumenniskjað málbar seg .... til eina siðiliga eldri konu, sum ikki hevði biðið um hesa gávu.

Je eri so forbannað ørg, kedd, rasandi og skuffað, hví gjørdi tykur, sum sóðu hendan tilburð, einki?

Er tað tí tykur blivu sjokkerað, mistu røddina, flóv ella hvat? Tykur sum enn liva og hava upplivað hesa svínastu hending, hvar eru tykur??? Vissi nú tykur ikki vistu, hvat tykur skuldu gera, so høvdu tykur møguleikan at ringja til onkran og spurt tykkum fyri, ella= Ongir lappar hingu uppi tá, við einum tryggum telefonnummari, har tykur burdu ringt og biðið um hjálp.

Nú siti jeg eftir við einum ringum smakki í munninum og hugsi, hvussu skal je gera, so at mínar døtur ikki koma at uppliva okkurt líknandi hesi grúfullu beistagerð.

Mín næsti tanki er kvinnur, sum melda nógv ár seinni, 20, 30, 40 ár aftaná og menninir verða feldir og koma í fongsul. Kvinnur traðka fram allastaðni í verðini um, hvussu ljótir, sjúkir menn kunnu vera ímóti kvinnum. Ein tanki kemur je havi faktiskt ikki hoyrt so nógv til Me-Too í Føroyum og kanska nógv nógv minni úti á bygd, tí tey tora ikki, leiðarin hevur bundið tey niður við at loypa á ella keypa tey við kjøti.

Lata okur hendan svínaliga tilburð fara fram við borðinum, so halda øll onnur menniskju kvinnur, menn, børn og gomul, at hetta er í lagi. Hetta er alt annað enn í lagi, hetta er kriminelt, og kriminalitetur skal oysast av politistum, advokatum, fútanum o. s. v. 

Um tú ikki traðkar fram og fer av sum leiðari, so koma tað enn fleiri søgur, og tað eru fleiri góði tú.

Je havi longu verið í holt við teg og tú veit, hvat je standi fyri, og tú veit, hvør je eri.

Je eri so nógv sterkari enn tú, nú jeg standi upp fyri hesari kvinnu, sum hevur staðið mær nær, je vil kalla te fyri eina bangna haru.

Um je hoyri frá mínari familju, at tú trúar tey, so komi je allan vegin, við advokati, fútanum, onkrum politikara... hoyrir tú meg.... hetta eru ikki tóm orð.

 

Unn Dimon, Tvøroyri 2025

(búgvi í Svøríki)