Millum jól og nýggjár verða húsarhaldsposarnir í meginøkinum eftir ætlan heintaðir soleiðis: Mikudagin, 27. desember Bøur, Gásadalur, Sandavágur, Miðvágur, Sørvágur og Vatnsoyrar Vestmanna, Válur, Kvívík [...] Lambareiði, Glyvrar, Saltangará, Runavík, Rituvík og Æðuvík Syðrugøta, Gøtugjógv, Norðragøta og Leirvík Klaksvík (Vestursíðan) Fríggjadagin 29. desember Klaksvík (Eystursíðan) Kunoy og Haraldssund Norðoyri
hugnaløta í Báta- og listasavninum í Leirvík, har ið tey bæði, Monika Stauss Joensen, violin og Ólavur Jakobsen, gittar, fara at spæla. Monika og Ólavur hava spælt nógvar konsertir saman, bæði í Føroyum [...] Jólakonsertina hjá Moniku og Ólavi í Leirvíkar Bátasavni bleiv til eitt kærkomið, endurvendandi tiltak, har hvørt ár nógv fólk koma til eina friðaliga løtu mitt í jólaresinum. Við koronu datt hetta niðurfyri
Heðinsdóttir, sum er ættað úr Leirvík og býr í Randers. Hevur tú pyntað til jólar og gert tú nógv burturúr? - Eg plagi at pynta 1. sunnudag í advent - við jólaperum og jólastjørnum í næstan øllum vindeygum. [...] jólakrubbu í íbúðini. Hava tit jólatræ – úr plasti ella træi - og nær verður jólatræið pyntað? - Jólatræið er úr plasti og er eftirhondini eini 20 ára gamalt. Tað verður eisini pyntað 1. sunnudag í advent [...] komu í fyrstu røð. Rúna Heðinsdóttir sigur, at hinar jólagávurnar verða helst keyptar fyri 20. desember. - Eg eri so heppin, at øll míni børn og ein av mínum svigardøtrum halda jól heima hjá mær í ár. So
frádráttin. Vónand halda tit orð. Skal heldur økjast Í fyrsta lagi mótmælir felagið, at løgtingið ger ein niðurskurð í fiskimannafrádráttinum, og í øðrum lagi heldur felagið, at fiskimannafrádráttin eigur [...] av fiskimannafrádráttinum í mestan mun fer at raka borgarar uttan fyri høvusstaðin. Sostatt er ætlaða átakið hjá løgtinginum í høvuðsheitum beinleiðis málrætta eftir sjófólki í Klaksvík, Gøtu, Tvøroyri [...] mótmæli í samband við uppskotið um stigvísa minking av fiskimannafrádráttinum og avtøku av samdøgursfrádráttinum og uttanlandsfrádráttinum. Talan er um LM-037/2023: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg
Jákup er útbúgvin datanom og hevur ein MBA úr Henley Business School. Hann er 57 ár og búsitandi í Leirvík. - Vit fegnast um at bjóða Hans Jákupi vælkomnum til Posta. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir, hevur [...] sigur nýggi stjórin á Posta. Seinastu árini hevur Posta verið í stórari menning, og virksemið er broytt munandi. Meginparturin av virkseminum er í dag fraktflutningur, innanlands, men eisini til- og úr Føroyum [...] flutningi bæði til privat- og vinnukundar. Hann vísir á, at Posta hevur allar dagar havt ein stóran leiklut í føroyska samfelagnum. - Eg gleði meg til at fara til verka og at byggja víðari á góða grundarlagnum
og hjá KÍ var hann +23. Í dag vóru teir næstbestu hjá B36 gestir uppi á Brekku í Leirvík, har heimaliðið eftir 1-0 í 1. hálvleiki vann 3-1. Hetta var 15. sigurin hjá Víkingi í ár. Víkingur hevur tapt 10 [...] var Sigmund fyri fyrstu ferð málskjútti í 1. deild í ár. Ta ferðina skoraði hann tvey mál, og í dag setti hann punktum fyri málskjótingini hjá Víkingi í 1. deild í ár. Víkingur endaði á fjórða plássi við [...] Bjarkhamar var málskjútti í 1. deild. Fimm minuttir seinni svaraði B36 aftur, tá ið Mikkel Richardt Mortensen minkaði um munin til 2-1. Hetta var annað málið hjá honum í 1. deild í ár. Tríggjar minuttir undan
uppruna, sum búgva í kommununi. ##med2## Í Eysturkommunu vísa tey á, hvat var á skránni á kvøldinum, og her var eitt nú prát við Ved Nagurset, sum er uppvaksin í Mauritius, men býr í Leirvík og eisini við Turi [...] Í gjár skipaði Eysturkommuna fyri einum almennum “multicultural evening” ella fjølmentanartiltaki í Víkingahúsinum í Norðragøtu. Hetta var í sambandi við, at Fjølmentanarvikan 2023 er hesa vikuna. Hetta [...] ljós á mentanarliga fjølbroytnið í føroyska samfelagnum. - Í gjár var talan um eitt hugnakvøld og kunningarkvøld fyri eysturbúgvar. Kunnað varð um hagtøl fyri útlendingar í økinum og so eisini um tiltøk,
býráðið í Eysturkommunu á fundi hin 31. mars í fjør at gera sniðgøtu í Leirvík og Syðrugøtu. Í Eysturkommunu siga tey, at arbeiðið at gera sniðgøtu millum vegin, nevndur Gerðismørk og brúnna við Garð í Leirvík [...] var fyritøkan Sp/F Hugo, sum í stóð fyri arbeiðnum, og endaliga arbeiðið varð liðugt í summar. Sagt verður, at henda sniðgøta er partur av býarætlanini fyri sniðgøtur í Leirvík, og nú er gangandi frá Leirvíkar [...] Um sniðgøtuna í Leirvík verður sagt, at hon er 108 metrar long, og ljós eru sett upp við gøtuna. Lagt verður aftrat, at arbeiðið at gera sniðgøtu við nýggju útstykkingina í Syðrugøtu fór í gongd nakað seinni
Astrid hevur starvast í Báta- og Listasavninum í Leirvík, har hon hevur fingist mest við ferðavinnu og tiltøk á savninum. Eisini hevur Astrid verið í verkætlanarstarvi hjá kommununi í 2022, har hon røkti [...] ferðavinnu aktørar í kommununi hava nú fingið ein at samskifta beinleiðis við í kommununi, skrivar Eysturkommuna. Astrid Johannsen sett í starv sum ferðavinnu- og mentanarsamskipari í Eysturkommunu. Astrid
er ættaður úr Leirvík, tók prógv sum gudfrøðingur á Keypmannahavnar Universiteti í 2021. Tummas hevur síðani m.a. starvast sum námslektari á námsvísindadeildini í Fróskaparsetri Føroya. Í løtuni er hann [...] Tummas Kannuberg verður virkandi sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi fýra teir fyrstu mánaðirnar í komandi ári. Tað var avgjørt á felags kirkjuráðsfundi í Sjóvar prestagjaldi 4. oktober. Sóknarpresturin [...] Símun Persson Jacobsen, fer í lestrarfarloyvi nevnda tíðarskeið. Skipanin innan fólkakirkjuna leggur upp til, at tveir sóknarprestar kunnu fara í farloyvi um árið við lestri í hyggju. Tummas Kannuberg, ið