Jóhan Petur hevur sett flytifuglarnar á beinkin

Heldur ikki í dag er Sonni Ragnar Nattestad ikki á listanum hjá Dan Brimsvík

Tað hevur verið meistararómur í Eysturkommunu í allan dag. Frá morgunstundini av sóust bilar í Leirvík og Gøtunum, og tað verður flaggað við flagginum hjá Víkingi og skipað hevur verið fyri eitt nú andlitsmáling.

 

Nú eru viðhaldsfólkini við at savnast í Sarpugerði, har Víkingur hevur vitjan av 07 Vestur. Eftir dystin vera FM steyp og gullkrónur handaðar meistarunum í Víkingi.

 

Tað ljóðar, at fleiri av spælarunum, sum í dag fara at fáa gullkrónu um hálsin, eru áhugaðirí at fara av landinum at royna flogið, og at tað uttanlands er áhugi fyri fleiri teirra. Í dag er at leggja til merkis, at tríggjar av teimum fýra, sum ætla sær uttanlands at royna flogið, í dag eru á beinkinum frá fyrsta bríksli.

 

Talan er um Géza Dávid Turi, Olaf Bárðarson og Jørgen Nielsen. Fjórði spælarin, sum hugsar um at fara av landinum, er Poul Kallsberg. Hann er millum teir fyrstu ellivu í Sarpugerði í dag.

 

Hjá 07 Vestur er álopsspælarin og toppskjúttin Emil G. Pedersen so mikið væl fyri, at hann er millum teir fyrstu ellivu. Tað var hann ikki í 5-1 heimasigrinum ímóti ÍF. Ta ferðina var miðverjin Sonni Ragnar Nattestad so mikið skaðadarvaður, at hann ikki var førur fyri at spæla. Hann er skaddur í fótinum og heldur ikki á listanum í dag.

 

 

 

Víkingur – 07 Vestur kl 14.00

 

Dómari: Rani A. Skaalum

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Árni Nóa Atlason, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Finnur Justinussen, Jákup Johansen

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

 

07 Vestur: Sebastian Linnet John – Kevin-Egell-Johnsen, Dann Fróðason, Amer Ordagic, Jóannis á Steig – Jón í Horni Nielsen, Mikkel Elbæk Jakobsen, Janus Svabo Samuelsen, Julian Mouritsen, Filip Brattbakk – Emil G.Pedersen

 

Venjari: Dan Brimsvík