Sambært norska blaðnum VG í kvøld er tað ikki óhugsandi, at norska løgreglan nú situr við einum DNA-profili í málinum um horvnu 69 ára gomlu, Anne-Elisabeth Hagen. Men, tað er heldur ikki óhugsandi, at [...] bendir nógv á, at DNA-profilurin, sum løgreglan nú arbeiðir við, kann knýtast til brotsgerðina móti Anne-Elisabeth Hagen. Tað merkir, skrivar VG, at løgreglan kann hava ein DNA-profil av persóni, sum flutti [...] spurningar um týdningin av tí DNA'i, sum løgreglan hevur funnið í húsunum í Lørenskog, sum var heimið hjá Anne-Elisabeth Hagen og manni hennara, miljarderinum, Tom Hagen. ##med2## - Ja, vit hava tryggjað okkum
tíðliga seinnapartin hin 31. oktober í fjør kom heim til tómt hús í Lørenskog í Noregi, tá kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, var horvin. Hóttaninar í brævinum gjørdu, at løgreglan helt málið dult yvirfyri [...] á níggju miljónir evrur, varð í brævinum eisini hótt við at leggja filmsbrot av møguligum drápi av Anne-Elisabeth Hagen út á netið, og sagt varð, at heimið í Lørenskog var undir eftirliti. Í eitt heilt [...] aftan fyri tað, sum hendi feigdarmorgunin, tá ríkmanskonan hvarv. Løgreglan helt í fyrstani upp á, at Anne-Elisabeth Hagen varð rænd. Men, í juni mánaði í ár broytti løgreglan sítt høvuðsástøði til, at konan
ár er liðið, síðan 69 ára gamla Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr heimi sínum í Lørenskog, hevur tv2.no í morgun eina grein, har víst verður til keldur sum siga, at norska løgreglan hevur ein lista við nøvnum [...] kravi um loysigjald og strips vórðu funnin í heiminum. Í juni mánaði í ár broytti norska løgreglan høvuðsástøðið til, at Anne-Eisabeth Hagen helst er dripin. Tað heldur løgreglan vera mest sannlíkt, soleiðis [...] Soleiðis, sum tv2.no skilir, hevur norska løgreglan arbeitt við ítøkiligum kriminellum umhvørvum í einari roynd at fáa upplýsingar um málið. Við avhoyringum og tipsum skilir norska tv2, at peikað hevur verið á
Klokkan 09.14 í morgun er júst eitt ár liðið, síðan norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, gav sítt seinasta lívstekin, og í eitt heilt ár hevur eingin hvørki sæð ella hoyrt nakað til hennara. Hesa [...] Hesa løtu – fyri einum ári síðan – ringdi hon til onkran í familjuni, men norska løgreglan hevur ongantíð viljað sagt, hvønn hon tá snakkaði við. Ei heldur, hvat hon ringdi um ella segði í telefonini. Tá [...] køkinum. Men, tá svaraði hon ikki telefonini, og tað undraði elektrikaran, tí hann hevði eina avtalu við Anne-Elisabeth Hagen. Við tað, at løgreglan fann telefonina hjá henni, tá tey seinni um dagin komu at kanna
til mótpartin so seint sum í oktober, so er framvegis eingin vissa fingið fyri, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi. Norska løgreglan, sum arbeiðir við at loysa gátuføra málið og sum hevur sagt, at tey ætla [...] fyri at fáa svar upp á, hvat er hent Anne-Elisabeth Hagen. Hann vildi tó ikki siga nakað ítøkiligt um, hvat samskifti millum partarnar snúði seg um. Í dag segði norska løgreglan, at tey vistu um tíðindafundin [...] Norskir miðlar halda seg vita, at tá familjan hjá horvnu Anne-Elisabeth Hagen hin 8. juli í ár frætti frá hugsandi mótpartinum, rindaði maður hennara, miljarderurin Tom Hagen, út við 10 miljónir norskar
telefonin ikki tikin. Sama morgun ringdu fleiri á telefonina hjá Anne-Elisabeth Hagen, men eftir klokkan 09.14 varð telefonin ongantíð tikin. Norska løgreglan hevur havt telefonina hjá ríkmanskonuni í varðveitslu [...] r í Noregi í samband við, at tað í morgin, hin 31. oktober, er eitt ár liðið, síðan ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, sporleyst hvarv úr bústaði sínum í Lørenskog. Tað var advokaturin hjá Hagen-familjuni [...] familjan hevur fingið frá einum hugsandi mótparti, var hin 8. juli í ár, og tá fekk familjan at vita, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi. Kortini hevur løgreglan seinastu mánaðirnar havt sum sítt høvuðsástøði
hin 31. oktober í fjør, tá norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, sporleyst hvarv og hvørki er hoyrd ella sædd síðan henda dag. Norski miljarderurin, Tom Hagen og konan, Anne-Elisabeth Hagen, hava búð [...] sambært upplýsingum, sum norska blaðið VG hevur fingið, á skrivstovu síni. Klokkan 09.14 - ella einar seks minuttir, eftir at Tom Hagen er komin á skrivstovu sína, ringir kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, til [...] henni. Klokkan 09.48 - ella 34 minuttir seinni - ringir elektrikarin og grannin, Tommy Skansen, til Anne-Elisabeth Hagen, men tá svarar hon ikki. Hann hevur eina avtalu við hana um at skifta nakrar lampur
vikuni, hin 31. oktober, verður júst eitt ár liðið, síðan norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr bústaði sínum í Lørenskog í Noregi. Norska blaðið VG hevur í hesum sambandi hugt at, hvat hendi [...] á okkara síðu. Seinasta lívstekin til Anne-Elisabeth Hagen er klokkan 09.14 sama morgun, sum hon sporleyst hvørvur. Tá ringir hon til onkran í familjuni. Tá norska løgreglan hevur verið spurd um næst seinasta [...] málið verður uppklárað, áðrenn 2019 er umliðið. Norska løgregla fer heilt aftur til juni mánaða 2018, tá tey umrøða málið – ella einar 4-5 mánaðir, áðrenn Anne-Elisabeth Hagen hvørvur, og í eini tíðarlinju
Sambært Aftenbladet heldur norska løgreglan seg hava upplýsingar, sum benda á, at brotsgerðin móti Anne-Elisabeth Hagen er fyrireikað longu tíðliga á sumri í 2018 - ella nakrar mánaðir, áðrenn konan hvarv [...] á 9 miljónir evrur. Hetta krav skuldi sambært hóttanarbrævinum, sum lá í heiminum í Lørenskog, tá Anne-Elisabeth Hagen var horvin, gangast á møti í tí, sum rópt verður kryptovaluta. Hetta eru flytingar [...] keyp av brævbjálva, brævpappíri, strips og skóm. Í næstu viku er eitt ár liðið, síðan ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr bústaði sínum. Maðurin hennara, miljarderurin, Tom Hagen, var til arbeiðis
Norska heimasíðan www.vg.no hevur áður skrivað, at eitt ástøði hjá løgregluni er, at heimið hjá rikmanshjúnunum, Anne-Elisabeth Hagen og manni hennara, miljarderinum, Tom Hagen, kann vera staðið, har eitt [...] er hetta, sum talan er um. Eingin veit, hvat er hent Anne-Elisabeth Hagen, men almenningurin veit sjálvandi heldur ikki, hvørjar upplýsingar norska løgreglan kann hava, sum tey higartil ikki hava alma [...] Tekniskar ábendingar, eitt nú blóðspor og sleipispor, sum løgreglan rópar tað, kunnu tulkast sum um, at Anne-Elisabeth Hagen kann hava verið fyri einari valdsgerð í heimi sínum, áðrenn hon varð tikin út úr húsunum