Brandur og Elias vóru tey mest umtóktu dreingjanøvnini hjá børnum, sum vórðu fødd í Føroyum í 2025. Sjey dreingir fingu hvørt av nøvnunum, vísir nýggj uppgerð frá Hagstovu Føroya. Næst á listanum kemur Gilli [...] umtóktu dreingjanøvnini í fleiri ár. Sambært Hagstovuni hava bæði nøvnini tvær ferðir áður ligið ovast á listanum, millum annað í 2023. Síðani 1985 hava 136 dreingir fingið navnið Brandur og 101 navnið Elias [...] nýggj nøvn hava vunnið fram, eru eisini fleiri klassisk føroysk nøvn framvegis væl umtókt. Millum tey mest brúktu í 2025 vóru Jákup, Jónas, Lukas, Mattias, Rókur og Heri. Hvørt av hesum nøvnunum varð givið
við nýggja konginum í Noregi, Haakon kongi, á odda kom fyrrapartin til sorgargudstænastu fyri Harald kong. Dómkirkjan í Asker, í útsynning úr Oslo, var á tremur við fólki. Umleið 500 fólk, sum høvdu staðið [...] landið í vónini um at fáa eitt pláss á kirkjubeinkinum. Norskir miðlar greiddu frá, at hundraðtals fólk stóðu í bíðirøð uttan fyri Oslo dómkirkju og Asker kirkju. Tey fyrstu komu longu klokkan átta. Oslo [...] Hetta nevndi biskupurin undir gudstænastuni. – Fyri 58 árum síðan í gjár søgdu tey bæði ja við hvørt annað júst her. Tey vóru full av gleði eftir í níggju ár áhaldandi at hava stríðst fyri kærleikanum
Putin í dag, at Ukraina við álopum á russisk búskaparlig mál hevur „latið Pandoru-eskju upp“. – Stýrið í Kyiv setti sær fyri at skaða okkara búskap. Hvat gjørdu tey? Tey lótu sjálvi hesa Pandoru-eskju upp [...] í heiminum. – Vit hava avbjóðingar við at fáa okkara egnu vørur út á marknaðin, men tær fara vit at loysa. Tí verður eingin mangul á heimsmarknaðinum, segði russiski forsetin. Russland tók seg í 2023 úr [...] segði hann sambært russiska tíðindastovuni Tass. Seinastu mánaðirnar hevur Ukraina økt um dronuálopini á russisk oljuverk, goymslur og aðra búskaparliga undirstøðuskipan. Millum annað eru goymslur hjá stóra
Vágum síðan byrjan. Í Vága kommunu vísa tey á, at heilsufótbóltur verður spældur á smærri økjum og í minni bólkum enn vanligur fótbóltur. Dentur verður lagdur á rørslu, samveru og spæligleði, og tí kunnu [...] Vága kommuna og Sørvágs kommuna fóru í 2023 undir samstarv um heilsufótbólt, og tilboðið varð sett á stovn eftir eina væleydnaða granskingarverkætlan hjá Klaksvíkar kommunu og Fróðskaparsetri Føroya. Michael [...] ltur í Vágum 60+. - Øll, sum hava áhuga, verða eggjað til at melda seg í bólkin og skriva har, um tey ætla sær at møta. Tilboðið er fyri borgarar í bæði Vága kommunu og Sørvágs kommunu.
av seinna strekkinum. Børn vísa á ótryggleika Í eini skúlavegakanning hava børn víst á, at tey kenna seg ótrygg, tá tey skulu ferðast á vegnum saman við bilum. Sambært ætlanini er støðan serliga trupul í [...] fyri Sands kommunu. Í dag er eingin samanhangandi farleið til gongufólk og súkklufólk á strekkinum. Tey noyðast tí út á landsvegin, har hámarksferðin lutvíst er 80 kilometrar um tíman. Leiðin er eisini skúlaleið [...] umleið 3,9 kilometrar. Á umleið 1,96 kilometrum er hámarksferðin 80 kilometrar um tíman. Restin av leiðini hevur í høvuðsheitum hámarksferðina 50 kilometrar um tíman. Ein gongubreyt er á bert 152 metrum av
Hann var toppskjútti hjá GOG við sjey málum upp á átta málroyndir. Óli legði eisini upp til seks mál. Eitt framúr avrik. Jóhan skoraði eitt mál upp á tann eina málmøguleikan hann fekk. GOG hevur fýra [...] Skanderborg-Aarhus hevur tvey stig aftaná tvey tey fyrstu leikumførini. Í morgin klokkan 17.30 spæla Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í TTH Holstebro dyst á útivølli móti Aalborg. [...] var seinnapartin í bestu donsku hondbóltsdeildini í FREJA Arena í Skanderborg millum liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Skanderborg-Aarhus og liðið hjá Óla Mittún, GOG frammanfyri 1.543 áskoðarum. GOG vann
(SSO) á HF, og skúlar verða eggjaðir at lata næmingar gera fleiri skrivligar uppgávur á skúlanum undir skipaðum umstøðum. – Vit hava ein veruligan trupulleika við ov nógvum ungum, sum brúka vitlíki á ein [...] hátt, ið ger, at tey missa týdningarmikla læring og evnini at hugsa sjálvstøðugt, sigur Magnus Heunicke við Ritzau. Danske Gymnasier taka væl undir við átøkunum, men halda kortini, at tey ikki fara nóg langt [...] størri tørvur er á at hugsa um, hvussu undirvísing skal skipast í einari vitlíkis-tíð, heldur enn bert at seta eftirlitstiltøk í verk. Danska stjórnin boðar samstundis frá, at fleiri átøk eru á veg, og at ein
kemur hon at hava opið onnur tíðarskeið á árinum eisini. Á kafé'ini hava tey selt eitt nú suppu, breyð við føroyskum viðskera og okkurt gott omaná. Eisini hava tey selt ein heilt serligan ís, sum er gjørdur [...] Á loftinum á Varmakeldugarðinum í Gøtudali hevur hugnalig Fjóskafé verið hvønn týsdag alt summarið. - Undirtøkan hevur verið sera góð, tí umleið 700 gestir hava vitjað kafé'ina í summar. Soleiðis verður [...] verður sagt á heimasíðuni hjá Eysturkommunu í dag - www.eysturkommuna.fo Tað er bóndakonan, Bára Joensen, sum stendur fyri kafé'ini, og hon hevur fingið góða hjálp frá dóttrini, Brynhild og verdóttrini, Selmu
uppgávuni. – Yvirhøvur hava fólk umsorgan fyri tí, tey kenna. Tí eiga vit at skipa so fyri, at fólk fáa tættari samband við náttúruna, sigur Magnus Gaard. Hann vísir á, at lívfrøði fyrr í størri mun fór fram úti [...] tí hon á mangan hátt líkist okkara egna lívi, sigur lívfrøðingurin. Útsagnirnar vórðu bornar fram í fjórða parti av útvarpsrøðini Oyggjar undir trýsti , sum Kringvarpið hevur sent um trýstið á føroysku [...] lívfrøðingurin Magnus Gaard, sum í útvarpsrøðini Oyggjar undir trýsti hjá Kringvarpinum leggur dent á, at náttúrukunnleikin hjá børnum eigur at styrkjast. Hann fegnast um, at nýggja náttúruverndarlógin
Summarfrítíðin er av á hesum sinni, og nú verður aftur farið undir fleiri av føstu tiltøkunum í Hoyvíkar kirkju, skrivar kirkjan í tíðindaskrivi. Fyrsta tiltakið verður mánadagin 31. august klokkan 17 [...] 17, tá fundur verður fyri foreldrum og teimum, sum skulu konfirmerast á vári 2027. Konfirmantarnir skulu hava dóps- ella navnabræv við. Sjálv konfirmantundirvísingin byrjar týsdagin 1. september klokkan [...] arnir byrja sama dag klokkan 13.45. Tilboðið er fyri øll børn í fjórða flokki – uttan mun til, um tey ætla at verða konfirmerað seinni ella ikki. Smákonfirmantarnir læra um kirkjuna og kristnu trúnna við