líka ringt við sjálvum huginum til at gera tað. Ella við teimum mildari hættunum, sum vit koma við fyri at raka onnur menniskju, t.d. við at skelda tey út ella útseta tey fyri harðari sálarligari viðferð [...] kunnu skilja, hví ið Jesus bjóðar okkum at koma til sín. Og vit kunnu taka ímóti rættvísi Hansara og síðan fara at liva við Honum. Tað er tá, vit kunnu koma til sættis við ein bróður uttan at hava fingið rætt [...] honum. Tað er tá, vit verða fús til skjóta semju uttan at noyðast at ganga og bíða eftir, at hin skal ásanna, hvat ið hann hevur gjørt skeivt, ella biðja um fyrigeving fyri tað. Vit eru sjálvi vorðin fríkend
er ein lærusveinur, sum lýðir á orð Guðs og biður fyri at koma til trúgv ella fyri at verða varðveittur í trúnni. Tað avgerandi er, at tú heldur teg til Jesus og fylgir Honum. So tekur Hann sær av øllum [...] Hetta var tað, sum Símun Pætur upplivdi, tá ið hann stóð framman fyri Kristusi og fekk varhugan av, hvønn ið hann hevði fyri sær. Hann kendi seg óverdugan. Ella rættari sagt: Hann skil-ti, at hann var [...] kærleikan, Harri hansara hevði víst honum, skuldi avnokta Hann. Í fornkirkjuni komu tey til hesa røttu niðurstøðuna: Fyri at verða ein kristin var tað ikki neyðugt at vera nøkur serstakliga góð menniskja. Kirkjan
inn í henda heim, fyri at vit skuldu verða tænarar hansara í kærleika. Vit eru sum so bundin av at gera tað góða. Uppgáva teirra kristnu er at veita hjálp til hin neyðstadda, vón til hin útstoytta og vrakaða [...] og gleði til tann, sum er nívdur av sorg og sakni. Og Jesus sigur í orðinum her, at øll tey, sum gera hetta, tey eru bróðir, systir og móðir hansara. Nútíðin hevur gjørt kristnu trúnna bert til orð. Mong [...] okkum, enn vit megna. Luther segði, at ein kristin er bæði rættvísur og syndari. Hann er rættvísur fyri Gudi, tí Jesus hevur gjørt hann rættvísan. Men øll menniskju, tað verði seg kristið ella heiðið, eru
doyggja um ævir. At liva sum kristin er at venda aftur til dópsins gávu, at taka ímóti hesi gávu dagliga í trúgv. Vit eru likam Jesu Krists og limir hvør fyri seg. [...] illgresið burtur, tí tað duga vit ikki. Bæði sløgini, trúgvandi og vantrúgvandi, skulu liva saman til heystardagin, sigur Jesus. Ikki fyrr enn í dóminum verður skilnaður gjørdur. Og tá verða tveir flokkar
og hann rak ongan burtur. Soleiðis kunnu vit eisini koma til Jesus, til gudstænastuna, til altarborðið og at biðja til hansara. Tann, sum hevur møtt Jesusi, trýr á hann og elskar hann, hann er vorðin [...] kærleiki til heimin er so stórur, at hann vil ikki, at nakar skal fara til grundar. Hann kom ikki at døma, men at frelsa. Mong vildu síggja Jesus. Tað komu bæði rík og fátæk, frísk og sjúk til hansara, [...] Jesus er ikki komin at døma, men fyri at frelsa. Og tað eigur einhvør syndari ? stórur ella lítil ? at vita. Alt Jesu virksemi í heiminum miðaði móti hesum ? at frelsa og bjarga hinum neyðstadda. Hann
má alsamt økjast, so úrtøkan kann vaksa, kappingin haldast og nýggj met setast. Bara ein vegur er til, nevniliga frameftir. Framum alt mega vit fylgja við tíðini. Meðan alt gongur við mestu ferð, missa [...] æra mín, mín fasti klettur, mín vernd er Guds. Lítið á hann, fólk, á hvørji tíð, oysi tykkara hjørtu fyri honum, okkum Gud er vernd?Bíða í kvirru, sál mín, Gudi, frelsa mín kemur frá honum«. Sálm. 62, 5-9
við, hann setur eingilin tjúkka striku undir, bæði fyri at vit skulu leggja merkið til tað og ikki gloyma tað. Jesus er Harri. Frelsarin er komin fyri at gerast Harri okkara. Hann skal vera kongur og stjórna [...] krubbuni í Betlehem. So leingi, hann liggur har, vilja vit fegin fara við stillum sinni, sum hirðarnir til barnið inn. Alt er so vakurt, sum sagt verður um hann, og tað besta er, at hann sjálvur einki sigur [...] hava í huga tað, ið eingilin minnir okkum á, at hetta barn er komið at stýra okkum frá tí trónu, vit til okkara egnu vanlukku alt ov leingi hava sitið á. Tí Kristus er Harri. Gleðilig jól. Amen! John S. Myllhamar
verður tikið til, at Gamla Testamentið er so harðrent í mun til tað Nýggja. Orð úr Mósebókunum, so sum "Eyga fyri eyga og tonn fyri tonn", verða endurgivin sum dømi um hetta. Rætt er, at mátini fyri revsing [...] sálminum. Dávid lovprísar Gudi fyri, at hann ikki letur rættvísi manna ráða, men letur miskunn ganga fyri rætt. Hann viðurkennir at hann er syndari og at hann hevur brúk fyri Guds náði. - Ja meira enn tað [...] syndað og vanta Guds heiður, og tey verða rættvísgjørd fyri onki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi. Eisini vit, sum í dag játta syndum okkara og flýggja til náðar Guds í Kristi
hann kortini er kongur, ið hevur uppiborið allan heiður tá ið hann kemur. Hann vil ráða yvir okkum. Hvat skuldi hann annars verið kongur til? Men tað er til okkara gagn og gleði, hann vil tað. Hann veit, [...] at vit duga als ikki at stýra okkum sjálv, at tað ikki førir til nakað gott, at vit taka ræði í egnar hendur. Tí bjóðar hann okkum, at hann vil stýra og ráða í øllum okkara lívsviðurskiftum, men harvið [...] seg. Har hann fær loyvi at ráða, fylgir eisini signing við. Tí eiga vit ikki at smekka hurðina aftur fyri honum, men bjóða honum vælkomnum og takka honum, tí hann ikki heldur seg ov góðan at koma á gátt hjá
Jesus er komin fyri at bróta niður djevulsins gerningar. Hvussu tað fer fram, kunnu vit ikki greiða frá. Tað hendir gjøgnum hansara skapandi og endurloysandi orð. Tað hendir við at minnast til, hvat syndanna [...] So má tað vera møguleiki fyri, at verða rivin út úr tí trygd, vit kortini halda okkum hava, um vit synda uppá náðina. Synda ikki longur! Hann hevði ikki sagt tað, um tað ikki merkti, at hesin møguleiki [...] syndanna fyrigeving merkir og við í iðran og bót at leita til altarborðið og taka ímóti lívsins breyði. Synda ikki longur! Tá ið vit av álvara hoyra rødd hansara aftanfyri orðini, er leinkjan í ferð við at