kriminalløgreglan er í løtuni í Falmouth og kannar málið, men tað hevur ikki borið til at fingið nakra viðmerking frá teimum. Tað var mikudagin í síðstu viku, at eldur knappliga kyknaði í rúminum, har pak [...] pakkitilfarið varð goymt, og tað logaði í eina heila viku. -Kanningarnar eru ikki lidnar enn, og tískil hava vit als ikki atgongd til skipið, og tað ganga væntandi nakrir dagar aftrat, áðrenn vit fáa nakað
Fyri kortum kom eldur í eini hús í Hvalba. Ein einasti sløkkiliðsmaður er í Hvalba - men hann var í Havn eitt ørindi. Hvalbingar, sum komu til, gjørdu klárt at oysa vatn á. Men av tilvild var ein sløk [...] er ein talandi mynd av, hvussu ring støðan er í norðara parti í Suðuroy, tá ið tað kemur til sløkkiliðsarbeiði. Áki Dimon á Tvøroyri, sum er brandmeistari í Tvøroyrar- og Hvalbiar Kommunu, sigur, at tað [...] trupult at fáa fólk at manna sløkkiliðini. Í Tvøroyrar kommunu eru Øravík, Tvøroyri og Froðba. Í Hvalbiar Kommunu eru Hvalba og Sandvík Áki Dimon sigur, at serliga í Hvalbiar Kommunu hevur verið sera trupult
Í dag kom eldur í eina gamla trækirkju í Finnlandi, meðan fólk vóru samankomin til jólagudstænastu. Finska stórávísin, Iltalehti, skrivar, at illgruni er um, at eldurin møguliga er ásettur. Kirkjan, sum [...] sum er frá 1881, brendi í grund. Fleiri vitni siga, at kirkjudyrnar vóru stongdar á tann hátt, at hurðin var bundin uttanífrá - helst fyri at gera tað trupult hjá kirkjufólkinum at sleppa út. Kanningarleiðarin [...] sum ein fingur. Men, hóast kirkjudyrnar vóru bundnar uttanífrá, sluppu øll kirkjufólkini, sum vóru 30 í tali, út úr brennandi kirkjuni á lívi.
tvey í nátt kom eldur í eina kirkju í norska býnum Porsgrunn, og hóast sløkkiliðið kom skjótt á staðið, var einki at gera. Eldurin breiddi seg sera skjótt, og eftir einari løtu stóð øll kirkjan í ljósum [...] ljósum loga. Løgreglan í Porsgrunn kannar nú, hví eldur kom í kirkjuna. Men ein talsmaður fyri teir kommunalu myndugleikarnar sigur, at eftir hansara tykki er eingin ivi um, at eldurin var ásettur. Østre [...] Porsgrunn-kirkjan var smíðað í 1760 og var ein av teimum størstu trækirkjunum í Noregi.
Eldurin, sum kom í íslendska farmaskipið, Godafoss, vestan fyri Mykines í morgun, er nú sløktur Tíðliga í morgun fekk MRCC í Føroyum boð um, at eldur var komin í skorsteinin á íslendska farmaskipinum Godafoss [...] níggju í morgun boðaði Godafoss frá, at eldurin var sløktur og skipið heldur nú leiðina fram ímóti Íslandi. Skipini, sum vóru ávegis móti Godafoss hava nú fingið boð at venda við aftur, sigur MRCC í Føroyum
skipinum, Glyvursnes, sum siglir millum Tórshavn, Thorlakshøfn í Íslandi og Hirtshals í Danmark. Klokkan 22.02 varð boðað frá eldi í maskinrúminum á skipinum, og her var eisini ein spreinging. - Ein 34 [...] fekk skelkandi boðini hóskvøldið, og í dag hevur hann verið í Hirtshals, har hann hevur tosað við myndugleikar, avvarðandi og manningina. Øll búgva nú á hotelli í Hirtshals. - Eg eri saman við manningini [...] Stjórin í Smyril Line leggur aftrat, at Glyvursnes kann ikki umvælast í Hirtshals. - Neyðugt verður at sleipa skipið úr Hirtshals, men nær tað verður, dugi eg ikki at siga. Tað verður hvørki í morgin ella
Tað er enn ikki endaliga staðfest, hví eldur kom í Glyvra skúla á morgni hin 9. september í ár. - Málið, sum liggur hjá løgregluni í Klaksvík, verður framvegis kannað, og fleiri avhoyringar skulu gerast [...] løgreglustøðini í morgun. - Vit skulu avhoyra fleiri næmingar, lærarar og foreldur, áðrenn vit kunnu siga nakað neyvari um hendingina. Vaktleiðarin helt fyri, at kanska verður meira at frætta um eldin í Glyvra
Fríggjakvøldið var eldur í einum sethúsum í Dalagøtu 20 uppi undir Varða í Havn. Boðað varð frá eldsbrunanum klokkan 21.51. Trý korter seinni høvdu sløkkiliðsmenninir tamarhald á støðuni, og ein tíma seinni [...] ein stóran part av húsinum. Trý fólk vóru í húsinum, men eingin teirra hevði varnast eina grýtu við garnatálg, ið stóð á komfýrinum og kókaði. Feittið festi í og gjørdi stóran skaða. Av løgreglustøðini [...] eldin. Selmar Joensen og Jenny Lydersen eiga húsini, ið brendu. Óvist er, nær tey kunnu flyta innaftur í tey.
vóru sovnaðir. So eingangsgrillirnar, sum vóru settar á ein platt, høvdu fest í plattin, og vandi var fyri, at eldur kom í húsini. Sløkkiliðið kom á staðið og fekk sløkt eldin.
Leygardagin varð boðað frá eldi í gomlu Hornahúsunum í Hornabø í Havn. Av politistøðini verður sagt, at eldur er íkomin av tí, at onkur hevur latið eina plátu á komfýrinum staðið frá. Fyri at fáa størri [...] eldin kom klokkan 14:02 seinnapartin leygardagin, hevur komfýrurin hitað træplátunum so mikið, at eldur festi í. Sosialurin frættir eisini, at okkurt vatnrør er brostið av hitanum, og hetta hevur ført til, [...] hann ikki verður nýttur. Hendan træpláta hevur ligið oman á komfýrinum leygarnáttina. Dansifelagið var í húsunum fríggjakvøldið, og seinastu fólkini fóru avstað klokkan 01:00, men tá hevur plátan á komfýrinum