Gullbrúðarparið Jóna og Jákup Lindenskov

Týsdagin 10. mai hava Jóna og Jákup Lindenskov í Havn gullbrúdleyp, tey giftust 10 mai í 1961.
Jóna er úr Fuglafirði og elst av børnunum hjá Elle­fíu (1912-77) og Jóhannes Jac­ob­sen (1910-2007), orto­ped­iskur skó­mak­ari í Fuglafirði. Hini systkini eru: Ninnema (1938), Óli (1940), Oddvør og Lena (1942), Sigga (1945) og Osvald (1950).
Jákup er úr Havn, son­ur Ed­vard Lindenskov (í Rætt­ará) og Biritu, sum var í Leyn­um, hóast bæði for­­eldur hennara vóru úr Kví­vík. Jákup var einasti beiggi í syst­kin­a­flokkinum. Systrarnar vóru Judith (1924-2005), Kathr­ina (1929ð1946), Rann­vá (1934) og Sunnvá (1938). Jákup tók realprógv í Havn í 1950, og sama árið fór hann í læru hjá Trygg­ing­­ar­sam­band­i­num Føroyar, sum tá helt til úti í Ting­a­nesi, og hvørs starvs­fólk kundu teljast á hond­u­num. Hann fór seinni til Dan­mark­ar, har hann gekk á hand­ils­skúla og arbeiddi í trygging.
Eftir skúlagongd í Fugla­firði var Jóna í Handlinum hjá Pidda (S. P. Petrersen). Átjan ára gomul fór hon at útbúgva seg sum sjúkrasystir. Var á sjúkrasystraháskúlanum í Stege í 1955, síðani næmingur á Dr. Alexandrines Hospital (Landssjúkrahúsið), og í 1958 fær hon psykiatrisku út­búgvingina á St. Hans Hospi­tal, Roskilde, og í 1959 narkosoútbúgving á Gen­tofte Amtsygehus. Í 1960 verð­ur hon sett í starv á Lands­sjúkrahúsinum, og her hev­ur hon síni ríku virkisár, til hon í oktober 2000 valdi at gev­ast.
Í 1958 stillaði Suður­streym­oyar Javnaðarfelag Ják­up upp sum nummar eitt til løgtingsvalið - tá varð still­að upp í nummarrøð - og hann varð valdur. Flokkurin hevði eitt sera gott val hetta árið, og Petur Mohr Dam gjørdist á fyrra sinni lø­g­maður. Jákup sat á tingi til valið í 1966, tá hann fall – honum tørvaðu bert níggju atkvøður. Tá Petur Mohr Dam doyði í 1968, varð Jákup valdur í landsstýrið, og varð hann aftur valdur á ting í 1970 við hálvtfimthundrað atkvøðum. Bara Erlendur Patursson og Atli Dam fingu fleiri atkvøður. Jákup var landsstýrismaður í fýra lands­stýrissamgongum. Í 1979 still­aði Javnaðarflokkurin hann upp til fólkatingið, tá vete­ranurin Johan Niel­sen legði frá sær. Jákup varð valdur og legði landsstýrisstarvið, sum hann hevði røkt í 11 ár upp á dagin, frá sær. Hann er tann, sum hevur sitið longst sum landsstýrismaður. Jákup sat á fólkatingi í átta ár, og hann gavst sum virkin politikari í 1994, tá hann ikki stillaði uppaftur til løgtingsvalið.
Hóast Jóna gavst í sjúkra­systrayrkinum fyri ellivu árum síðani, so er hon fram­vegis sera virkin. Sam­vitsku­full hevur hon røkt tað, henni varð álagt – sína Florence Natingale-upp­gávu hevur Jóna røkt í størsta álvara. At hon valdi narkosu­útbúgv­ingina gjørdi somuleiðis tað, at hon bant seg til eitt presisjóns­starv av rang. Hon fekk næm­inga­árini og fittan part av virkis­árun­um á tí gamla hospi­talin­um við teirri útgerð, ið tá var. Tá hon tók við á skurð­deildini var bert ein narkosusjúkrasystir, Laura Eiriks­toft. Við Jónu vóru tær tvær, sum nú skiftust um vaktbyrðuna, stand-by dag sum nátt. Jóna er ein av tí gamla »besetninginum« frá tíðini, tá »yvirlæknin« - og tað var sjálvsagt Pauli Dahl – ráddi fyri borgum. Jónu sást tú kvikgongda og skundisliga fara eftir Hospitalsvegnum, hon var á síni deild áðrenn klokkan sló átta, ikki minst tey 17 árini hon var deildarleiðari.
Uttan fyri lívsstarv sítt hevði Jóna áhugamál, sum hon røkti ikki minni samv­itskufult. Maðurin var politik­ari, børnini vóru ein dýr­u­r lutur, at teimum skuldi einki tróta var umráðandi. Jóna hevur tikist við ymiskt í handligum sum andligum verki, lesur nógv, fæst nógv við handarbeið, íðin at binda inn bøkur og ger nógv burtur úr ættargransking, er skrivari í felagnum Ættarbandinum. At hon eisini hevur sín blómu- og plantuáhuga, er eyð­sýnt í urtagarðinum í Tórfinsgøtu. Djørv er hon eisini - so djørv, at hon sum 72 ára gomul fór á telduskeið, keypti teldu – og við henni er hon sera kná. Hittir tú ikki Jónu, so kanst tú altíð sendi henni ein teldupost ella eini boða á Facebook, so fært tú í øllum førum fatur á henni.
Í politikki er Jákup kend­ur fyri sítt varsemi - ikki minst, tá tað snúði seg um ríkis­­málini. Honum dámdi lítið, tá menn fóru upp at sveima í loysingarpráti – hann virk­aði fyri at tryggja lívs­grundar­lag­ið, og ríkis­veit­ing­ina sá hann sum eina neyð­vendig­heit til tess. Hann hevur sera drúgvar royndir, sum politikari – eitt nú var ein teirra, sum í januar í 1959 fór niður at samráðast við H. C. Hansen, forsætisráðharra um almannalógirnar, sum komu í gildi sama árið – tær lógir, sum vit í dag síggja sum eina sjálvfylgju. Øll árini sum landsstýrismaður umsat hann almannamál, og tey lógu honum øll árini næst á hjarta.
Tann fyrsta løgtingsfíggj­ar­lógin, sum Jákup var við at samtykkja á tingi var upp á 18 milliónir. Tann síðsta, hann var við til at samtykkja – tað var í 1993, var upp á 2.500 milliónir! Hetta lýsir kanska broytingarnar í samfelag okk­ara – og í politikki, tey árini Jákup var virkin politik­ari.
Meðan Jákup var lands­stýrismaður vórðu lunnar lagdir undir fleiri batar, eitt nú lógina um dagpengar við sjúku og barnsburð, eins og deildirnar á Eirargarði vórðu bygdar at hýsa teimum menn­ingartarnaðu, sum fram til ta tíð vórðu send av land­in­um á stovn í Danmark. Tey kundu nú flyta heimaftur av Rød­by­gaard.
Í sínum borgarliga starvi á Tryggingini var Jákup við til at seta á stovn Lívstrygg­ing­ina – hetta var árið fyri at hann fór í farloyvi frá Trygg­ingini fyri at gerast lands­stýrismaður – og hann var burturi frá tryggingini næstu 16 árini.
Øll árini hevur Jákup ver­ið virkin innan fráhalds-rørsluna gjøgnum Losjuna í Havn, har rættuliga stórt ung­dómsvirksemi var í fimmti og sekstiárunum. Hann var formaður í Ung­manna­deildini hjá IOGT, tá tey stovnaðu hondbólts­fe­lag­ið Kyndil í 1956. Eisini var hann var eitt skifti í seksti­árunum blaðstjóri á Sosial­in­um.
Jákup var í nógv ár for­mað­ur í end­ur­­búgv­ing­ar­stovn­­inum ALV, hann hevur ver­ið for­maður í Heil­brigd­inum á Velbastað síðani tað varð stovn­að í 1986, var í nógv ár for­maður í stýrinum fyri Blind­a­stovnin, og var eisini for­maður í nevndini fyri Eldr­a­til­hald­ið í gamla Føroya Bank­a­húsinum í Tórsgøtu í Havn – og hann hevur sanni­liga eisini gjørt ein slags come-back í politikki, tí hann er vald­ur í Eldraráðið í Havn báðu ferð­irnar, val hevur ver­ið, so hóast hann er farin um pen­sións­aldur, so hevur hann fram­vegis nógv jørn í eldi­num.
Jóna og Jákup eiga børn­ini Elin (1962), sum er gift við Høgna Rasmussen úr Gøtu, Birita (1964), sum býr í Keypmannahavn saman við Magnus Gregersen úr Gøtu og Eirikur (1966), sum er giftur við Ingun Schiller í Havn. Barna­­­børnini eru Fía (1979), Maria (1995), Anna (2001) og Jónas (2003) – og langommu og -abba­børnini eru Høgni (2003) og Lóa (2008). Tey sum vilja hitta gullbrúðarparið eru væl­kom­in niðan á Hotel Føroyar týs­dagin 10. mai klokkan 17:30.