tjóðarting, eftir at ósemja um tilflyting, orkupolitikk og búskapin noyddi Bjarna Benediktsson, forsætisráðharra, at tveita handklæðið i ringin og skriva út nýval. Øll valstøðini megnaðu at hava opið hóast [...] hóast illveður, sum gjørdi, at vegir í nógvum økjum vóru stongdir vegna hálku. Uppteljingin byrjaði eftir at valhølini stongdu í gjárkvøldið, og úrslitið væntast tíðliga í morgun. Hetta er sætta altingsvalið [...] Meiningakanningar vístu, at valið kundi vera einkolvelting, har undirtøkan fyri teimum trimum stjórnarflokkunum minkaði. Bjarni Benediktsson, sum gjørdist forsætisráðharri í apríl eftir at forsætisráðfrúan legði
Tað merkir, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin við tveimum býráðslimum í part fáa tað nevndarbýti, sum fellir teimum í lut sum minniluti. Hetta er triðju ferð, at roynt verður at fáa nýggja býráðið [...] fundin klokkan 19 í kvøld, tá Vágs býráð skal skipa seg. Tað hevur gingið strilitið at skipa nýggja býráðið í Vági, tí at klandur kom í hjá Javnaðarflokkinum. Levi Mørk hevði nógv flestar atkvøður, men kortini [...] borgarstjórasessinum. Tí gjørdi hann avtalu við Tjóðveldi um at skipa meiriluta. Tjóðveldi hevur fýra sessir í býráðnum, so teimum restaði bara ein í at fáa meirilutan. Tann meirilutan fingu teir við Bjarna Johansen
eitt týðandi stig at koma nærri málinum í almenna orku- og veðurlagspolitikkinum um at gera Føroyar meira leysar av olju og harvið at kunna minka um okkara CO2-útlát. Viðmerkjast skal, at endaligt loyvi er [...] Vindfelag hjá SEV - Felag undir stovnan v/Effo Umhvørvisstovan er nú liðug at viðgera innkomnu umsóknirnar og hevur tikið avgerð um at veita loyvi til Vindorku, hetta er felag undir stovnan, v/Jóhan í Niðristovu [...] Umhvørvisstovan skrivar, at talan er um 7 Vestas V-117 vindmyllur til ein samlaðan mátt á 30 MW við møguligari elframleiðslu á 150 GWt/ár. Lýst var alment eftir umsøkjarum um loyvi til elframleiðslu úr
høvuðsendamálið við serstøku byggisamtyktini at varðveita serligu fagurfrøðiligu- og siðsøguligu virðini í Rabarbukvarterinum. Hetta verður tryggjað bæði við at hyggja at serligu eyðkennunum og dygdunum í býlinginum [...] Harafturat er endamálið við serstøku byggisamtyktini at varðveita býlingin sum eitt gamalt og dámligt bústaðarøki nærindis miðbýnum. Neyðugt er tískil at tryggja eina hóskandi javnvág millum varðveiting, [...] eftir, at flestu húsini í økinum verða varðveitt ella endurskapaði sambært uppruna húsasniði og úttrykki. Umbygging og nýbygging skal somuleiðis vera í samljóði við dámin í umhvørvinum, t.m. at ásetingarnar
tíðina gjáramorgunin, at løgreglan fekk boð um, at ein fullur maður gekk og skeyt við byrsu í Norðdepli. Løgreglan fór alt fyri eitt á staðið, og maðurin lat eitt skot av, eftir at løgreglan kom á staðið [...] staðið – Men tað eydnaðist okkum at tosa mannin til sættis, soleiðis at hann legði byrsuna frá sær, sigur vaktleiðarin á politistøðini í gjár. Í morgun sigur vaktleiðarin, at maðurin er latin leysur aftur [...] við eini skuldseting fyri brot á vápnalógina fyri at hava handfarið eitt skotvápn á vandamiklan hátt. Hann verður eisini skuldsettur fyri í gáloysni at hava verið til vanda fyri onnur. Ein skuldseting,
York Post, at vanlukkan hendi klokkan 15.15, lokala tíð. Í fyrstani varð upplýst, at fýra fólk vóru í tyrluni, og staðfest varð, at í minsta lagi eitt fólk hevði latið lív, visti ABC News at siga. Bjar [...] staðnum søgdu, at eitt fólk var fingið upp úr ánni, men at støðan hjá viðkomandi ikki var kend. Greitt er ikki, hví vanlukkan hendi. ##med2## Dagføring: Tey nýggjastu tíðindini úr New York eru, at tilsamans [...] tilsamans seks fólk vóru í tyrluni, og at øll hava latið lív. Hetta hevur borgarstjórin í New York, Eric Adams, sagt á tíðindafundi í kvøld. - Seks fólk eru fingin upp úr ánni, og tíverri eru øll deyð, sigur Eric
nevnliga at sjónliggera tiltøk og átøk, sum longu eru á skrá hjá áhugafeløgum, einstaklingum og øðrum. Endamálið við átakinum er eisini at lata upp fyri hugskotum frá borgarum, um ynski er at samstarva [...] størri og smærri tiltøk, sum skulu eggja borgarum at brúka náttúruna og ymisku býarrúmini til at vera virkin saman og hugbundin. Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu í morgun. - Hugskot [...] endamálinum. Á henda hátt fær kommunan bæði verið við til at varpa ljós á tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi, men eisini møguleika at menna nýggj og spennandi tilboð saman við borgarum, vinnuni
snýr tað seg um at veita røttu og rættstundis viðgerðina til tann einstaka, hetta skrivar Sjúkrahúsverkið. Symposiið hevur til endamáls at økja um vitanina við at savna fremstu serfrøðingar at umrøða nýggjastu [...] møguleiki at deila vitan og royndir. Symposiið er frá kl. 12:00 - 17:00 í hølum hjá Fróðskaparsetur Føroya í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Tórshavn. Tiltakið verður á enskum, og ábit verður at fáa. Luttøka [...] Luttøka er ókeypis, men tilmelding krevst. Melda til við at senda ein teldupost til: steno@ls.fo og upplýs navn og starvsstað. Freistin at melda til er 19. mars 2025.
teimum, sum ikki metir, at tað, sum hendi, er ein kelda til stoltleika. Eg vil siga, at tað er ein vanvirðing, sigur Orbán. Áðrenn Pride-gonguna leygardagin ávaraði hann um, at tað kundi hava rættarligar [...] rlag at banna LGBTQ+ skrúðgongum. Løgreglan í Budapest nýtti hendan møguleikan, og bannaði Budapest Pride at vera. Men býarstýrið og liberali borgarstjórin í Budapest, Gergely Karácson, valdu at síggja [...] avleiðingar við at luttaka á tiltakinum. Tiltakið fyri LGBTQ+ felagsskapin hevur verið hildið í 30 ár á rað, men í ár hava Orbán og hansara politisku sameindu í ungarska tjóðartinginum roynt at gjørt enda á
Tí fara vit at leingja steðgin av okkara móttiltøkum til fyrst í august, segði von der Leyen á tíðindafundi í dag. - Samstundis fara vit framhaldandi at fyrireika móttiltøk, soleiðis at vit eru púra til [...] ES fer at útseta sítt svar uppá amerikanska stál- og aluminiumstollin. Tað segði forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, sambært tíðindastovuni AFP í dag. ES roynir í løtuni at fáa eina avtalu [...] avtalu í lag við USA um at sleppa undan einum breiðari 30 prosent tolli á vørur, sum koma inn í USA. Fráboðanin í dag er ætlað at geva rúm fyri teimum samráðingunum. Ítøkiliga snýr útsetingin seg um eitt ES-svar