bæði frelsari og Harri. Til foldar kom hann fyri at bjarga okkum, men eisini fyri at vera Harri í lívi okkara. Vit duga ikki sjálvi at ráða yvir livi okkara. Tað kom longu til sjóndar, tá ið Ádam og Eva [...] Guð vildi. Tað førdi bara til vesældóm, neyð og deyða. Og ikki er tað vorðið betri síðani. Ongantíð spyrst nakað gott burturúr, at vit sjálvi vilja vera harrar, ella gera okkum til harrar, tað veri seg í [...] tí vit eru als ikki skapaði til at ráða sjálv. Við vilja hevur Guð skapað okkum soleiðis, at vit ikki klára at liva lívið rætt við egnari megi. Vit noyðast at hava hann til Harra, hann, sum kennir allar
eisini hjá okkum sum hjá sálmaskaldinum kann vandi vera fyri, at vit eisini í bønini til Guðs hugsa meira um okkum sjálvi enn tann Guð, vit biðja til og sum lýðir á okkum. Ja, sum tað verður orðað í sálminum: [...] Aftan fyri sálmin møtir okkum eitt menniskja, sum í bønini til Guðs royndir at fáa svar og hjálp í síni neyð og stúran, og tað er í hesum sambandi vit hoyra sálmaskaldið biðja Guð hjálpa sær at minnast [...] mentur at skapa enntá úr ongum. So mangur fór tómhentur og sum á berum til hansara og kom ikki aftur tómhentur. Nú duga vit aftan fyri hendan sálmin at síggja eitt menniskja í kreppu og brotasjógvum, sum
verða av sonnum brúkt skeivt, um ikki aftan fyri býr kærleiki, eitt sinnalag, sum ikki søkir sítt egna. Um vit skulu fáa Guðs styrki, mugu vit fáa hana fyri at brúka hana. Í Guðs ríki ? ja, í andans verð [...] at takka Guði fyri, at vit sjálv ikki skulu skapa styrkina. Vit boyggja høvur okkara í undrandi tilbiðjan um, at vit ikki skulu noyða Guð at geva hana. Vit eiga at samlast í longsli til Guðs eftir, at [...] treytir, sum verður víst á við orðunum: Bøn, trúgv, lýdni, kærleiki. Tað er vegurin til at fáa Guðs gávur, eisini til at fáa styrkina ella kraftina frá tí høga. Amen!
soleiðis at vit gerast betur og betur før fyri, at viðganga brek okkara og mistøk, og til at fara til rætta viðkomandi, fyri at biðja um fyrigeving, ? tað er: til okkara medmenniskja og Guð. Men tað er ein [...] i sinnalagið. Vit koma so mangan út fyri, at mistaka okkum, bæði í orðum og verki, men tað tykist altíð so tungt, at viðganga okkara brek, og enn verri at fara til rætta viðkomandi og biðja um fyrigeving [...] sum er Himmalin. Tann, sum hevur tikið ímóti Guði við trúgv á Jesus Kristus, hevur fingið eina vón fyri framman, bæði her í lívinum og í tí komandi. Tað menniskja, sum livir í trúnni á syndanna fyrigeving
sigur, at tey hava gjørt templið til eitt ránsmannabøli. Og soleiðis er tað, tá ein ikki kennur vitjunartíð sína. Guds hús eigur at vera eitt bønhús. Tað er bygt upp til Guds æru og har skal haldast gudstænasta [...] bardagi hótta heimin. Tað er vandamikið at vera til. Lív okkara verður hótt. Í heiminum hevur illimaður eitt stórt orð at siga. Vit hava gjørt heimin til eitt ránsmannabøli. Og hesin veruleiki hóttir eisini [...] grundarlag er hótt. Tað eru menniskju, sum vilja gera kirkju okkara til eitt ránsmannabøli, eins og heimurin er vorðin eitt ránsmannabøli. Minst til, kirkjunnar fíggindar finnast ikki uttanfyri kirkjuna; men teir
stendur illa til í eini sókn, um bygdaráðsformaðurin svíkur í starvi sínum. Men tað er ein vanlukka fyri eitt sókn, um presturin svíkur á prædikustólinum.? Tí presturin er settur til at vísa veg til frelsu. [...] í óføri og verður til týningar teirra. Tí hon er følsk. Guð er kærleiki og ger seg til eitt við okkum, men hann er eisini hin halgi og hátt upphevjaði, hvørs orð eru sonn og verða til ævigar tíðir. ?Ikki [...] profetarnar, og kortini renna teir; eg havi ikki talað til teirra, og kortini profetera teir! Um teir høvdu staðið í ráði mínum og hoyrt orð míni, tá høvdu teir fingið fólk mítt burtur av teirra vonda
henda trá hoyrir lívinum til. Og hann er ikki vorðin minni, og fylgjurnar eru ikki fækkaðar, síðan menniskju funnu uppá at billa sær inn, at eingin Gud og eingin ævinleiki eru til. Tað er við trúnni á Jesus [...] hvíldina hjá Gudi, sum tað ikki finnur í hesum heimi. Men vit hvíla ikki til fulnar í Gudi fyrr enn tann dag, tá ið vit síggja hann andlit til andlits í ríki hansara. Tá er øll kvøl av, tá er seinasti fíggindin [...] at vit ikki sjálvi skulu syrgja fyri ævigu lagnu okkara. Lív og lagna okkara er í Guds hondum, og trúgvin er nettupp álit á, at eingin av okkum kann syrgja so væl fyri sær sjálvum, sum Gud kann tað. Og
himmal opin, sum áður var stongdur fyri menniskjum, at nú eru viðurskiftini millum Gud og menniskju avgerandi broytt, og at tað finst ein leið heim aftur í faðirhúsið fyri falna menniskjað. Men tá sum nú [...] ríki hansara. Men vilja vit fylgja hesi leið gjøgnum lívið, tá mega vit eisini vera til reiðar at gera yrkjarans bøn til okkara: »So lær meg, o Harri, at tæna tær her/ og nýta tað pund, mær er givið/ í dagligum [...] Krist/ sum í tíni lívsbók er skrivað«. Evnini, sum Gud hevur givið okkum menniskjum, skulu brúkast til »í dagligum virki, í orði og gerð tí bróður at hjálpa, sum veikari er, at elska, tí tað er at liva«
mannanáttúruna: Rættarkensla, heiðursgirnd, skylduvitska, samfelagsábyrgd, vilji til at gera rætt. Hvat ið tey halda uppá er fyri ein stóran part rætt. Hvat ið tey døma eftir og halda seg frá, er ofta skaðiligt [...] Guði fyri, at hann ikki var soleiðis, sum tey eru í teimum harðrendu londunum. Myndin kann skifta. Best sæst hon í spegili. Tí øll hava vit eina gamla menniskju innan í okkum, sum altíð hevur hug til at [...] seg vera toluliga rættvísa og hava góðan rætt til at vanvirða nøkur onnur. Tað er gagnligt at síggja ta myndina av okkum sjálvum. Hon kann hjálpa okkum til av hjarta at siga sum tollarin: Guð náði meg syndara
Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum á meg trýr, skal aldri tysta.? Eisini fyri okkum verður frásøgnin um Jesu undurgerning sett fram sum eitt tekin, eitt tekin til trúgv. Evangeliið [...] og nøkrum fáum smáfiskum. Tað var ikki bara ein undurgerð, sum hevur til endamáls at metta ta løtuna, so tey ikki skuldu fara svang til hús og fáa maktarloysi á vegnum. Tað var eisini eitt tekin, eitt tekin [...] dag okkara dagliga breyð!? stendur mitt í Faðirvár, og har skal hon verða standandi, fyri at vit júst skulu minnast til at biðja hana hvønn dag. Og tað álit skulu vit hava á Guð, at hann hoyrir okkum, tá