heil og sonn, ger okkum til sonn vitnir fyri øðrum. Vit gerast av sonnum kærleikans umboðsmenn og kvinnur. Ja, vit kunnu siga, at andin ger, at kristna trúgvin fær týdning fyri okkum, sigur okkum nakað [...] ápostul sigur. So fáa vit kraft og megi og inspiratión til at liva kærleikans lív í heiminum, tá orðið um hitt góða ljóðar. vit fáa andans kraft til at verða salt og ljós, ein sannur kristin bæði í orði [...] saman við Gudi í trúgv og saman við næsta okkara í kærleika. Bara andin kann hjálpa okkum til hesa trúgv og til hesa kærleikans tænastu. Tað sigur hvítusunnuboðskapurin okkum. David Johannesen, prestur
menniskju koma saman í hansara navni, fyri at geva okkum lut í sínum sigri og øllum tí, hann inniber. Tí gjørdist páskadagur eisini 2. Ein umbroytingardagur fyri Jesu egnu vinir. Langafríggjadag knúsaði [...] møgulig, eisini fyri okkum. Paulus talar einastaðni um, at Gud gevur okkum, sum trúgva á hann, lut í tí somu kraft, sum hann reisti Jesus upp við. Og soleiðis ger hann eisini okkum til vitni um uppreisnina [...] trúnni eru vit kallað at liva í hesum veruleika, og tað hann inniber fyri okara framtíð. Tí er 3. Páskadagur eisini ein umbroytingardagur fyri okkum og okkara framtíð. »Nú er Kristus risin upp sum frumgróðurin
m um seyðamannin fáa vit eyga á Jesu umsorgan fyri hvørjum einstakum av okkum. Hann letur ikki tann eina seyðin fara fyri skeytið, nei, hann ger alt fyri at bjarga honum. Hann hugsar ikki um egnan vinning [...] hirða, ið leitar eftir okkum. Hann leitar ikki eftir okkum fyri at revsa okkum; men harafturímóti fyri at bera okkum trygt á herðum sínum heim til sín. Henda leiting fer fram við, at hann letur orð sítt verða [...] vit bara skulu taka ímóti gávuni, syndanna fyrigeving, ið Jesus hevur vunnið okkum, og venda um til Guds. Fyri Jesus er hvør einstakur syndari dýrt keyptur. Hann hevur við líðing og deyða sínum leyskeypt
Mariu. Orsøkin til lovsong Mariu eru boðini hon hevur fingið við einglinum Gábrieli, at hon er vald út at verða móðir at Guds soni, Jesusi. Ytri sæð er tað einki, sum gevur Mariu orsøk til at syngja lovsang [...] smáa, sum vit ofta hava lyndi til at yvirsíggja og ikki halda vera so nógv vert. T. d. tí vinarliga smílinum, tí kærleiksfullu hondini, tí góða orðinum, tí stillu nærveruni, fyri at nevna nøkur dømi um Guds [...] vit hava gjørt okkum verd-ug til hana. Hon er eina grundað á Guds egna kærleika. Guds miskunn merkir at Gud er trúgvur móti sínum lyftum og stendur við sína pakt. Hann er til at líta á. Síni lyfti og tilsøgnir
hvør hann er. Hvat er hetta fyri pláss? Tað er plássið hjá tí glataða syndaranum, einum, ið hevur merkt Guds dóm í samvitskuni so hann fatar, at hann stendur í skuld til Guds. Og tað er plássið hjá tí [...] orðinum um Jesus og tí, hann hevur gjørt fyri okkum, ja, sum hevur lurtað so leingi, at hann torir at trúgva tí: Jesus er mín frelsari. Eg eri eitt Guds barn fyri hansara skuld. »Mínir seyðir hoyra reyst [...] er loyndarmálið. Vit mugu lurta eftir rødd hirðans. Vit menniskju mugu læra at lurta eftir Jesusi fyri at læra hann at kenna. Hetta er tað avgerandi í øllum, sum hevur við kristindómin at gera: at hoyra
hirðin hevur umsorgan fyri seyðum sínum. Jesus er hirðin og vit, hin kristna kirkjan, eru seyðirnir. Alt Jesu lív vitnar um, at hann hevur umsorgan fyri okkum. Hann gjørdist menniskja fyri at vit ikki skuldu [...] henda kærleika víðari til tann neyðstadda, forfjónaða, vrakaða og útstoytta. Hesin Jesu kærleiki kom til sjóndar á krossinum og uppreisnini og vit eiga hann við at geva hann víðari til onnur. At vera kristin [...] seyðirnar, tað vil siga, vit eru elskað av Jesusi og hann hevur umsorgan fyri okkum. Hví hesum hesin Gud okkara, Jesus, kærleika til okkara? Jú, tí hann hevur skapað okkum. Vit eru skaparverk hansara og tí
hirðin hevur umsorgan fyri seyðum sínum. Jesus er hirðin og vit, hin kristna kirkjan, eru seyðirnir. Alt Jesu lív vitnar um, at hann hevur umsorgan fyri okkum. Hann gjørdist menniskja fyri at vit ikki skuldu [...] henda kærleika víðari til tann neyðstadda, forfjónaða, vrakaða og útstoytta. Hesin Jesu kærleiki kom til sjóndar á krossinum og uppreisnini og vit eiga hann við at geva hann víðari til onnur. At vera kristin [...] seyðirnar, tað vil siga, vit eru elskað av Jesusi og hann hevur umsorgan fyri okkum. Hví hesum hesin Gud okkara, Jesus, kærleika til okkara? Jú, tí hann hevur skapað okkum. Vit eru skaparverk hansara og tí
glampandi logasvørði høvdu vart atgongdina til Paradís. Men nú var páskamorgun?vegurin til himmals var latin upp aftur. Hin síðsti stóri steinurin, sum stongdi fyri grøvini, skuldi burtur. Ei undur í at jørðin [...] Sigur hins upprisna er fullkomin. Jesus livir ? og hann livir fyri teg. Hann megnar at lyfta allar steinar, sum steingja vegin til himmals fyri tær. Og hann, ið hevur hetta vald og hesa megi, er nær hjá tær [...] hetta. Páskamorgun. Tá ið glíggjaði fyri degi, hoyrdist veingjasuð í urtagarði Jósefs. Nú skuldi undrið henda. Hin stóri, tungi steinurin, sum hevur avbyrt vegin til lívsins land, skuldi veltast burtur
Jesus er kendur fyri alla tíðina í boðskapi sínum at tríva í myndir, líknilsir og sammetingar fyri við teimum at lata upp hjørtuni á sínum áhoyrarum, at teir betri kunnu taka til sín tey gleðiboð, sum [...] fremst umboðar gleðina og tað gleðiliga, eisini sambært Jesu orðum her: »Hetta havi eg talað til tykkara, til tess at gleði mín kann vera í tykkum, og gleði tykkara kann verða fullkomin«. Og tað gleðiliga [...] altíð verður galdandi »at uttan meg kunnu tit als einki gera«. Og fyri at kunna avmynda hesa óslítandi framtíðar eindina, hvat er tá fyri einum suðurlendingi natúrligari enn at hugsa um træið og greinarnar
Hesin sálmur tykist verða yrktur í sambandi við eina pílagrímsferð til halgidómin í Jerusalem, og sálmaskaldinum hevur við væl valdum orðum og vendingum eydnast at givið okkum gott innlit í, hvørjar kenslur [...] sum fáa aðrastaðni eina livandi mynd av, hvønn týdning halgidómurin og guðstænastan har hava havt fyri tátíðar menniskju. Ja, bara tað at fáa halgidómin í eygsjón setir hjá sálmaskaldinum kenslurnar í [...] í røring, tí saman við halgidóminum hoyrir eisini takksemi yvir at hava fingið longsulin gjørdan til veruleika, nú hann enn einaferð kann møta hinum livandi Guði í halgidómi sínum. Og eydnuna aftur at taka