virkinum. Tvs, at virkið hevur føtt og klætt 80 húski, ella næstan 300 fólk. Tað vil aftur siga eini 11-12% av vágafólki, tí í Vágum búgva 2.586 fólk. Tí reageraðu vágafolk ógvuliga harðliga ímóti ætlanini [...] at Fiskavirking hevur lovað at brúka virkið so nógv sum gjørligt hesa tíðina. Fáa útvið eitt hálvt ár Johannes Klein sigur, at tað er ikki avtalað, akkurát, hvussu leingi, Fiskavirking skal hava virkið [...] heldur hann, at tað lá í kortunum, at teir hava fingið eitt skotbráð út í februar, kanska mars, komandi ár. Hetta gevur okkum tað, skotbráið, vit hava biðið um. Vit hava all tíðina tvíhildið um, at tað var
eftir ferð í Englandi. Teir fylgdu unga skyldmanni Haralds Hárfagra, Ólavi Haraldssyni, sum í átta ár hevði verið uttanlands. Nú kom hann aftur við miklum heiðuri sum kendur krígsmaður. Hann ætlaði at [...] við her. Bert ásanna, at varð Ólavur Haraldsson, sum menn vilja vera við, føddur í 995, var hann bert 12 ára gamal, tá hann fór uttanlands í víking, um vit samstundis halda okkum til søguna, vit júst hava [...] til Nidaros til tess at síggja hesi undur. Longu søguskrivarin Adam av Bremen, sum er deyður umleið ár 1085, skrivar soleiðis um hesar pílagrímsferðir til Nidaros: »Høvuðsstaður norðmanna er Trondheim,
Eingin torir, ella hevur ráð, at gera nýíløgur í hesa vinnu. Eitt rækjuskip er farið úr flotanum í ár. Eitt hevur skift navn og hini rilla á gravarbakkanum. Sum kunnugt hava føroyskir fiskimenn ein av [...] allíkavæl hava familjumenn ikki ráð at liggja heima ein túr, sjálvt um teir hava baldrast á havinum í 3/4 ár. Tá uppgerðin einaferð kemur, einar 2 mánaðir eftir at teir eru heimkomnir og skattur o.a. er tikið [...] kunnugt er arbeiðstíðin soleiðis umborð hjá okkum: 1. Vit ganga 6 og 6, so vanligur arbeiðsdagur er 12 tímar, 7 dagar um vikuna. T.v.s. minimum 84 tímar um vikuna. Her er einki, ið eitur yvirtíðarískoyti
skuldi verið til at svølgt hjá øllum, heldur Páll Vang. Somuleiðis fer inngjaldið í grunnin at minka ár um ár, so hvørt sum lánið verður niðurgoldið. Hann sigur, at hann hevur ikki roknað nágreiniliga út, hvussu [...] einar 50 miljónir - uttan at tað uppá nakran máta er roknað út. Tað vil siga, at vit tosa kanska um 1/2 skattaprosent. Tað verður tungt Páll Vang sigur, at hann leggur hugskotið fram hóast hann ivast í,
Tórshavnar Kommuna hevur í mong ár havt ein ávísan áhuga í at verja um umhvørvið. Tað eru fleiri ártíggju síðani, at slagorðið »Plantið eitt træ« fyrstu ferð var at síggja, eitt nú uppi í áskoðaraskýlinum [...] av øllum kommunum minst einaferð um árið. Í Tórshavnar Kommunu verður ruddingardagurin leygardagin 12. mai, og verður hann fyriskipaður í øllum bygdunum í kommununi. Uttanfyri Havnina verða tað staðbundnu [...] Kommunan hevur eisini sum omanfyri nevnt býtt út sonevndu plantupakkarnar, og tað verður eisini gjørt í ár. Til ber hjá borgarum í Havn at fara oman á Skálatrøð at fáa ein av teimum1000 pakkunum, ið har verðá
Sjúkrahúsi rokna tey ikki við skerjingum ella niðurleggingum, tá ið Norðoyatunnilin letur upp næsta ár. Hinvegin fyrireikar sjúkrahúsið í Norðoyggjum seg til at veita sínar tænastur til enn fleiri fólk [...] sergreinar, sum vit ikki hava so lætt við at røkja í Føroyum, sigur Jákup Petersen. Tað hevur tí í nógv ár eyðkent Klaksvíkar Sjúkrahús, at her hava verið sergreinar, og at vit í ávísum tíðarskeiðum eisini [...] nna. Klaksvíkar Sjúkrahús hevur tvær seingjadeildir, og har er nógv at gera Á deild M er pláss til 12 sjúklingar, og har er eitt støðugt trýst av sjúklingum. Samstundis hava vit nógv fólk í ambulatorinum
skuld. Valdu vit bert at gera vanligu íløgurnar á sama støði sum undanfarin ár, so var Klaksvíkar kommuna skuldarfrí um 4 ár. At býráðið samtykkir at geva eina heimild til, um neyðugt, at læna 10 milliónir [...] bert at fíggja íløgur við láni, afturgjalding av skuldini frá lántøkuni í 80¹unum kostar okkum í 2005 12,6 mió og svarar hetta til 2 skattaprosent. Íløgurnar ið ætlanin er at gera, fevna um øll økir í kommununi:
vegin farið undir fyrireikingarnar til at hava kappingina í Føroyum komandi ár. Ætlanir vóru frammi um at hava tað í Føroyum í ár, men tað eydnaðist ikki, tí at ov stutt tíð var til fyrireikingar. Klaksvíkingar [...] sigri Í fyrsta dystinum í kappingini, sum var móti ukrainska Metallist Charkow, noyddist KÍ at lúta 1-2, eftir at klaksvíkskvinnur vóru á odda 1-0 bert 15 minuttir fyri leiklok. Venjarin hjá KÍ, Jón Harald
12. UMFAR SAMANUM Tveir triðingar av hesum kappingarárinum eru nú lagdir afturum. Tólv umfør eru avgreidd, og um hálvan annan mánað er hetta fótbóltsárið vorðið søga. Leygardagin 2. oktober er átjanda [...] Tað skal vilja verri enn illa til hjá HB, um teir ikki fara at fáa triðja settið av gullkrónum í trý ár. Felags eyðkenni fyri øll hini liðini er, at tey ikki hava verið so støðug, sum teir á oddaliðnum hava [...] niður. 4-0 tapið á Eiði vísti, at støðan er katastrofal, nú felagið um eina viku fer at fylla hundrað ár. KÍ fekk fyri tveimum vikum síðani eitt stig á Svangaskarði, og tað tykist ikki sum um, at teir skulu
høvdini saman, og saman ætla tær at skapa eina listaframsýning fyri føroyskum ungdómum í aldrinum 20-25 ár. Spennandi og slóðbrótandi Men talan er ikki um nakra vanliga listaframsýning. Ætlan teirra er at nýta [...] tað verður alt ov lítið gjørt við at geva post-tannáringunum, t.v.s. teimum, sum eru í aldrinum 20-25 ár, íblástur og nýggj hugskot. ? Vit hava báðar búð í London, hava arbeitt við nógvum ymiskum listafólki [...] Marianna hava longu bílagt Smiðjuna í Lítluvík til framsýningina av verkætlanini, sum ætlandi verður 6.-12. januar í 2005. Talan verður um eina listaframsýning við livandi myndum, har fleiri projektørar verða