og Iris J. T. Thomsen ????????????????????????????????? So leingi vit kunnu minnast, hava vit droymt um at ganga í student í Havn, og at vit skuldu búgva saman var eisini partur av ætlanini. Í august 2003 [...] vera sera mennandi at flyta heimanífrá, tí at vit skulu jú øll ein dag standa á egnum beinum, og er hetta ein frálík byrjan. Nevnast kann eisini, at vit virðismeta heimbygdina høgt, hóast vit ikki búgva har
"The Faroe Islands Podcast". Netrásin hevur higartil framleitt heili 265 sendingar um Føroyar og føroysk viðurskifti. Hetta er áttanda árið á rað, at Matthew Workman er í Føroyum fyri at framleiða netsendingar [...] hann sera fegin um at hava upplivað nú. Hann hevur tikið nógv upp, og hevur gjørt fleiri samrøður frá Tórsvølli, og frá upphitingini hjá Skansanum, og hann væntar, at tað verður talan um minst tvær sendingar [...] sendingar frá tí sera jaligu upplivingini á Tórsvølli. Sum fjeppari hjá Føroyum er hann eisini sera fegin um tað føroyska avrikið ímóti Ungarn. Matthew Workman undirstrikar, at føroyska fótbóltslandsliðið gevur
royndu við línu um dagin og gørnum um náttina. Fiskurin, sum vit fingu í gørnunum, er bíligari enn fiskurin, sum tekur á línuna, og tí brúktu vit ein part av veiðini, sum vit fingu um náttina, til agn [...] líkjast slett ikki teimum, sum vit vanliga kenna um okkara leiðir. - Hjá okkum, sum komu niður til Eritrea at leggja fátækum fiskimonnum lag á, er hetta ikki nakað, tú gerst ríkur av. Tað, sum ríkar teg [...] havs. Síðan 2004 hevur Livandi Hav, sum er eitt danskt landsfelag við ymiskum áhugamálum innan hav um umhvørvi, hjálpt fátøkum útróðrarmonnum í Eritrea, sum fiska í Reyða Havinum. Nólsoyingurin, Jack Thomsen
Tey bæði flogførini vóru við í einari venjing hjá norska flogvápninum, tá flogskipararnir fingu boð um at seta kós ímóti oljupallinum Sleipner-B, tí tvey ókend fiskifør vóru á veg ímóti trygdarmarkinum [...] sjóverjan eina tyrlu avstað, og eitt hjálparskip, sum lá hjá einum øðrum oljuballi, fekk eisini boð um at sigla ímóti teimum fremmandu skipunum. Tað vísti seg, at trolararnir vóru skotskir, og teir broyttu [...] kring norska pallin. Norska verjan skipaði eina serliga trygdareind fyri trimum mánaðum síðani, og hetta er fyrstu ferð, at hon hevur verið nýtt.
fíggjarmálaráðharrin, Thor Pedersen, noyddist í gjár at vissa tey eldru í Danmark um, at fólkapensjónin verður verandi í gildi. Hetta helt ráðharrin vera neyðugt, eftir at ungdómsfelagsskapirnir hjá trimum av [...] samfelagnum, skulu fáa fólkapensjón, og hann gjørdi greitt, at sitandi stjórnin hevur ongar ætlanir um at broyta hetta.
felagnum mánadagin, hevur sagt, at hann visti einki um ta stóru fráfaringarlønina, fyrr enn hann sum nevndarformaður skuldi góðtaka útgjaldið. Men hetta er ikki rætt, sigur Henrik Nørkær, sum umboðaði Lars [...] varastjóranum í Royal Greenland, Lars Emil Johansen, vil nú vera við, at Uffe Ellemann-Jensen visti alt um sáttmálan, sum teir báðir fyrrverandi stjórarnir í Royal Greenland høvdu við felagið. Sambært sáttmálunum [...] stjórin alla tíðina kunnaði nevndarformannin, Ove Rovsing, og næstformannin, Uffe Ellemann-Jensen, um gongdina og treytirnar í samráðingunum. Tí visti næstformaðurin alt, sigur sakførarin, men hesum vísir
enn 2600 mál um viðurskiftini hjá børnum, og í 538 málum endaði tað við, at børn vórðu tikin frá foreldrum. Tað eru 46 fleiri enn árið fyri. Sambært norskum bløðum snúðu nógv av málunum seg um børn, hvørs [...] løgreglan hevur avdúkað, at ein trolari í Sunnmøre fiskaði í fýra ár uttan neyðugt siglingarloyvi. Hetta var í tíðarskeiðinum frá august í 1996 til august í 2000. Málið er tað álvarssamasta av sínum slagi [...] hon ætlar at fylgja boðunum longu frá fyrsta degi. Í felagsskapinum Kræftens Bekæmpelse fegnast tey um avgerðina hjá ES og stjórnini. Sagt verður, at orðini "light" og "mild" eru villleiðandi, tí tað eru
tað var bara helvtin av tí, sum var vanligt fyrr. Talsmaðurin hjá tænastuni, Alex Jensen, sigur, at hetta kemst av, at so nógv fólk hava fartelefon hjá sær, og at tey tí boða skyldfólki ella vinfólki frá [...] Blaðið hevur havt nógvar sex-lýsingar, og fyri tær hevur blaðið fingið einar átta milliónir krónur um árið. Kvinnufelagsskapirnir í Finnlandi hava mælt fólki frá at keypa tey bløðini, sum hýsa lýsingum
sjóverjuni veit framvegis ikki, um talan veruliga var um eitt skip, sum var í neyð, ella um tað var "falskur alarmur". Leiðslan heldur, at talan var um skemt, men so var hetta dýrt skemt, tí bjargingartiltakið [...] starvið kom í gildi. Samstarvið ber m. a.í sær, at londini hava atgongd til ein hóp av upplýsingum um fólk, sum eru skrásett, tí tey hava fingist við eitt ella annað ólógligt. Higartil hevur danska løgreglan [...] viðfestivogninum, og tað kom at kosta manninum 18.000 krónur í avgjøldum umframt 35.000 krónur í bót. So hetta vóru dýrir dropar.
Skatt fyri gjald Norski flokkurin Vinstri mælir til at taka av regluna um, at fólk skulu rinda sjónvarpsgjald. Flokkurin heldur, at fólk heldur skulu rinda sjónvarpsgjaldið ígjøgnum skattin. Norski Vinstri [...] sjónvarpsjaldið. Fleiri lærarar Eftir at leiðslan í danska skúlaverkinum í fleiri ár hevur kært seg um, at trot er á lærarum, og at alt ov fá velja læraraútbúgvingina, tykist broyting vera komin í nú. Eftir [...] sum ber í sær, at næmingunum nýtist ikki at vera í skúlanum meiri enn 25 prosent av skúlatíðini. Hetta hevur eftir øllum at døma stóran áhuga, tí í ár hevur skúlin fingið 203 umsóknir, og tað er næstan