tað er at vilja liva Gudi til æru og næstanum at gagni. Tað er at vilja liva fyri onnur, ikki bara fyri seg sjálvan. Alt hetta fært tú í trúnni og alt hetta ert tú endurføddur til. Tú eigur tað sum gávu. [...] tulka lív sítt út frá kærleikanum og kærleikans Gudi og tað er at liva fyri onnur. Lívið er sostatt bæði gáva og uppgáva. Hetta lív til tænastu gevur Gud okkum, tann Gud, sum gjørdist menniskja á jólum. Vit [...] altíð at loysa lívsins trupulleikar. Lívið kann sostatt gerast torført, og tað er torført serliga fyri teimum ungu. Her kann átrúnaðurin koma inn og hjálpa okkum at liva og loysa teir spurningar, sum koma
hin svarar: »Sum um tað ikki er ríkiligt.« Storm P., sum alt sítt lív hevði ein serligan alsk til og ans fyri gatubørnunum, samfelagsins útskotum, var serliga hugtikin av tí einfalda lívsvísdómi, sum gjørdi [...] menniskjuni eina lívsneyðuga dimensión, ein spontanitet og eina trúgv, sum ikki er bangin fyri at dálka sína hendur av ótta fyri, hvat hini siga; serliga tey, sum hava sítt uppá tað turra, bæði andaliga og materielt [...] samkomuleiðarar, men tann Jesus, sum ikki himprast við at seta seg til borðs saman við teimum fordømdu. Eg skal vera tann fyrsti til at viðganga, at trúgvin kann vera avmarkandi, kann seta í bás, hon kann
eru í Faðirsins tænastu, vil tað føra til lýdni, ofta til lýdni ímóti menniskjum, men altíð til lýdni ímóti Guði. Tí at tað kunnu gevast løtur, tá ið hvørki ber til at vera foreldrum ella øðrum menniskjum [...] meira at vera lýðin enn menniskjum, tí at fyrsta boð: »Tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg«, er oman fyri allar aðrar lógir. Sum eisini tey fyrstu kristnu í Róm vóru greið yvir, tá ið tey sum lóglýdnir s [...] bera í sær trúfesti og lýdni, og sum børn Faðirsins eiga vit ikki at kenna okkum ov stór ella ov góð til at boyggja okkum í lýdni, har Guð hevur sett menniskju yvir okkum. Tí eiga vit at siga við okkum sjálvi
verður sagt júst soleiðis, sum tað má hava borist Mariu fyri. Tað, sum hendi í Nazaret, hvussu ið hon ferðaðist ta longu leið oman til Judæa fyri at hitta Elisabeth, tað, sum síðan hendi, tá ið fólkið skuldi [...] Fyri Guði er einki ómøguligt, segði eingilin við Mariu. Eisini Maria ivaðist. Tað var ikki so løgið. Tað, sum nú skuldi henda, var nakað, sum ongantíð fyrr var hent og ongantíð aftur vildi henda. Tá ið [...] tí, sum verður sagt um føðing Jesu, við at siga: »Tílíkt hendir ikki. Vit hava ongantíð verið før fyri at staðfesta nakað líknandi.« Tað er nevniliga júst tað, sum evangeliið sigur. Sovorði hendir annars
minsta av ævinleikans virðum, verða vit lumpa. Alt, sum til er í heiminum, er til fyri okkara skyld. Tað skal tæna okkum. Tað er ætla sum Guðs góðar til okkum meðan vit eru á foldum. Tí kunnu vit brúka av [...] Ørindi er tikið úr øðrum prædikutekstinum til ólavsøkudag. So dýrabar er ein mannasál fyri Guði, at øll virði í heiminum viga ikki upp ímóti henni. Tað kemst av, at nakað er við sálini, ið varir ævigt [...] heiminum, skal fara til grundar. Uppreisnartankin er við í hesum orðum. Jesus roknar ikki bara við foldarlívinum, men eisini tí æviga lívinum. Hann veit, hvat tað er, ið hann vil kalla fram til nýtt lív á evsta
hugi og sál at verða áminnt eisini á hann, sum á sinni tók til: »tann, sum tekur ímóti teimum smáu í mínum navni, hann tekur ímóti mær. Síggið tí til at tit ikki vanvirða eitt einasta av hesum smáu, tí at [...] Fyri tey fyrstu kristnu høvdu bróðurkærleiki og gestablídni nógv at týða. Ikki bara sum nakað heilagt og ófrávíkiligt, ið eigur at koma fram um alt annað. Men sum teir útlendingar, tey fremmandu og sum [...] teir gestir, tey fyrstu kristnu kendu seg at vera í hesum heimi og hartil ikki so sjáldan forfylgd og fyri álvarsomum atsóknum av yvirvaldinum, var tað altavgerandi, at har var samanhald ? at øll royndu at
eru til staðar hvørja ferð vit doypa og koma til Harrans borð. Har er hin frelsandi Gud, tann Gud, sum eitur Jesus Kristus. Vit eiga frelsu og lív, men vit eiga tað bert við at geva tað víðari til onnur [...] tað. Vit eru hvønn dag vitni til Guds umsorgan og náði. Vit fáa Guds góðu gávur hvønn dag. Sanniliga er Gud góður. Og tí kunnu vit ikki annað enn vera glað kristin. Glað fyri Guds góðu gávur. Og so kunnu [...] onnur ? til næsta okkara. At vera kristin er at móttaka og geva. Av nýggjum mugu vit móttaka Guds góðu gávur og geva næstanum gleði, frið og kærleika. Vit eiga gávuna bert við at geva hana víðari til onnur
Tað munnu vera tey fægstu, ið nokta fyri, at kristindómurin nakrantíð hevur verið til á jørðini, og at Jesus úr Nasaret í heila tikið hevur verið til. Kanska onkur neiligur andi, t.d. Drews í Stuttgart [...] menniskju í einum hugsannarhátti sum hesum: Sanniliga hevur tað einaferð verið nakað til, sum æt kristindómurin, og til hevur verið ein maður, ið æt Jesus úr Nasaret. Og at hetta var ein løgin, átrúnaðarlig [...] Broytingin er henda, at kristindómurin í staðin fyri, sum tá ið Jesus var í holdinum, og um eg so má siga, »spældi á opnum palli«, nú hevur drigið dúkin fyri, og er í kirkjunnar og kirkjuliðsins loynikømrum
álitið á tað, sum ikki heldur, ístaðin fyri at líta á Guðs frelsu í Kristi Jesusi, so at syndir okkara kundu tváast av við blóði hansara og vit standa rein fyri Guðs ásjón. Ein og hvør av okkum kann s [...] silvur, vil rusturin, sum er tess undirgangur, gerast ein vitnisburður móti okkum. Hann skal rópa hart fyri Guðs dómstóli um, at vit settu okkara álit á heimin, men vildu ikki líta á Guð. Og tí skal rusturin [...] stillisliga hugsa um, um eisini vit hava nakað »gull ella silvur« vit líta á ístaðin fyri at líta á Guð. Tað kann vera peningur. Tað kann vera alt, sum bindur likam og sansir okkar ? og hvat so, tá ið likamið
Hesin sálmur tykist verða yrktur í sambandi við eina pílagrímsferð til halgidómin í Jerusalem, og sálmaskaldinum hevur við væl valdum orðum og vendingum eydnast at givið okkum gott innlit í, hvørjar kenslur [...] sum fáa aðrastaðni eina livandi mynd av, hvønn týdning halgidómurin og guðstænastan har hava havt fyri tátíðar menniskju. Ja, bara tað at fáa halgidómin í eygsjón setir hjá sálmaskaldinum kenslurnar í [...] í røring, tí saman við halgidóminum hoyrir eisini takksemi yvir at hava fingið longsulin gjørdan til veruleika, nú hann enn einaferð kann møta hinum livandi Guði í halgidómi sínum.Og eydnuna aftur at taka