Eingin annar hevur rætt til tað, sum hann hevur skapt; men hann kann lata til, onnur at brúka. Av røttum hoyra vit Guði til, tí hann hevur skapt okkum, evnað okkum til í síni mynd. Og hann gav menniskjanum [...] sum bíblian brúkar um Guð fyri at lýsa Guð og eginleikar hansara? Sum tað fyrsta vilja vit nevna hetta at skapa, at evna til at mynda og at byggja. Smiðurin skapar og evnir til og fær ein brúkslut ella [...] tað lidna verkið fyri sær og evnir so tilfari til eftir tí. Hann hevur eisini teknað sær lutin upp ella arbeiðir eftir eini tekning, sum ein annar hevur gjørt; men hann evnir tilfari til, tað er altíð spennandi
út, so hava vit tó onga grund til at falla í fátt, tí Guð er við okkum, og lýsir upp í myrkrinum og brátt koma vit til endan á vegnum, og vit standa frammanfyri portrinum til ævinleikan, og saman við Guði [...] kendur fyri sítt sociala arbeiði - á navni nevndur Kagawa, sum livdi eitt ríkt bønarlív, skrivar í einum av bókum sínum: »Hóast allir lutir eru huldir í myrkri, skínir Guðs æviga ljós støðugt í míni sál« [...] myrkur mær man møta á lívsleið míni, sum eg ferðist á so tung og myrk mær tykist henda gøta so lítið, á so lítið ljós at sjá. So ofta óttafult mítt hjarta bankar og teskar til mín: Ei tú ert hans barn so
anda. At lata andan ráða í lívi okkara merkir, at liva frælsur frá lógini, men bundin til Kristus, til náðina - til krossin. Heilagi Andin sannførir okkum um synd, rættvísi og um dóm. Heilagur Andi peikar [...] Jesus Kristus, blásti lív í kirkjuna - í samfelag teirra heilagu. Á hvítusunnu ljóðar evangeliið til okkara, at Guð Faðir í Jesusi Kristi ger sær bústað okkara millum, hann letur okkum ikki vera einsamøll [...] og deyða og ævigum dómi. Eins og tey, sum vórðu doypt tann fyrsta hvítusunnudagin, fingu fyrigeving fyri syndir sínar og fingu gávu heilaga andans, soleiðis hava øll tey, sum doypt eru, fingið lut í hesum
kundi tykjast tápuligt fyri henni júst í hesi stund, nú hon gekk aftaná á børuni hjá tí einasta, hon átti á jørð, og sínum einasta umsyrgjara. Men var tað ikki tað frægasta fyri hana? Tað nyttaði ikki [...] mold skal tú aftur rísa upp - Eg eri uppreisnin og lívið - Hann, sum hevur endurføtt teg til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krist frá deyðum. Tað verður neyvan momentant sum her í tekstinum. Einkjan [...] men ikki ein passiv samkensla, eitt ypp við økslini, ein bílig viðmerking um, at hetta var óheppið fyri hana; men ein aktiv samkensla, sum setur nakað í gongd hjá Kristi. Ja, tað, at hann var tilstaðar
merkir at halda okkum til hansara sum lærlingurin til lærumeistaran. Sum lærlingurin hevur nógv at læra og royna, er hetta eisini galdandi tey, sum fylgja Jesusi. Guds børn treingja til vegleiðing, áminning [...] Hann, sum sær Jesus, sum kemur til hansara er kallaður at fylgja honum eftir. At síggja Jesus, at koma til hansara og at fylgja honum, er tað sama sum at trúgva á hann. Við Filippus sigur Jesus hesi bæði [...] á Jesus, fylgir honum. Kristin trúgv er ikki at vera Jesus-tilhangari, at halda seg til hann, sum ein nú heldur fyri best. Trúgv er at vera ein Jesus-eftirfylgjari, og gera sum hann sigur. Bara sum ef
Við til mannalívið hoyra stúran og ótti. Vit stúra fyri, um vit fáa nóg mikið av tí tímiliga, um vit fáa nóg nógvar pengar og ríkidømi til dagin og vegin og til lívsins uppihald. Og hetta er kanska natúrligt [...] har nógv skal til fyri at liva og yvirliva. Og øll fáa ikki eins nógv, tá talan er um pengar. Hesin veruleiki skal ikki undirmetast. Men hóast hetta, so sigur Jesus, at vit onga grund hava til at stúra og [...] at verða við okkum allar dagar alt til veraldar enda. Og hesi lyfti halda, eisini tá lívsins sjógvar bróta. Tak henda Gud við inn í lív titt, so verður lívið ríkt fyri tær og tú fært mál og mið í lívinum
og at enda lívsmøði; men har brúk er fyri mær, og eg havi brúk fyri øðrum, har er lívið. Kortini verða vit vist so mangan fanga í eginkærleikanum og óviljanum til at tæna. Tí má eisini verða sagt, at [...] spurdi teg, um tú vildi verið føddur til alt hetta ella ikki, hvat hevði tú so svarað«? Svarið fekk okkum at hvøkka við og at undrast. Hann segði: »Eg vildi takka fyri, at eg varð føddur. Tað var ikki uttan [...] innistongdur. Og mangar ferðir varð eg teimum til hjálp og troyst. Tað gav lívi mínum innihald. Lív mítt hevði hóast alt eitt endamál. Eg havi hóast alt ikki livað til einkis«. Fyrrverandi fangin fann lívsinnihaldið
Vilt tú vera hond mín, fótur mín, muður mín, til tess at hjalpa og gera gagnsverk, har tú hevur møguleika til tess? Vilt tú kenna tína ábyrgd og gera títt til, at tað góða kann vinna frama?« Soleiðis er [...] ið er fjalt fyri eygum tínum. Tað er ein stórur sannleiki í hesari gomlu halgisøguni: Tað var ein, sum gramdi seg um, at krossur hansara var alt ov tungur at bera. Tá sendi Guð ein eingil til hansara og [...] segði: »Vel nú«. Maðurin fór so at velja, men illa bar til. Krossarnir vóru annaðhvørt ov stórir ella ov tungir, ella okkurt annað var í vegin, til hann fann ein, sum var soleiðis vorðin, at hann kundi
vit í morgun hoyrdu úr Opinberunarbók Jóhannesar. Til eru eisini myndir, hvar lambið stendur á einari hædd, hvaðani fýra løkir renna. Hetta er tekin fyri evangelistarnir fýra, tí boðskapur teirra eigur hiðanifrá [...] myndamál, sum boðar gleðiboðskapin um frelsaran og tað hann vil gera fyri okkum. Við deyða sínum, tá Kristus á krossinum verður offraður fyri syndir heimsins, verður hann offurlambið, hvørs blóð reinsar frá [...] »verdugt er lambið hitt dripna at fáa máttin og ríkdóm og vísdóm og kraft og heiður og dýrd og signing«. Hetta er føstunnar boðskapur til ævigar tíðir. Amen Heri Joensen
hevði hildið seg undan og ikki vilja brúkt henda mátt til gagns fyri seg sjálvan, tá ið Hann hungraði í oyðimørkini. Men nú gjørdi Hann tað ? til gagns fyri øll hesi svongu menniskjuni. Ì grundini er tað eitt [...] Ein smádrongur var komin aftaná fyri at sleppa av við nøkur byggbreyð og tveir fiskar og fáa nøkur oyru fyri tað. Men tað munaði so lítið hjá so nógvum. Hetta var orsøkin til, at Jesus kom upp í leikin og [...] grógva fram til kríatúrini og urtir til menniskjans tænastu«, og tá ið Hann soleiðis »letur bera breyð av jørðini«, sum tað eitur í 104. sálmi(14). Hetta undurið ger Guð á hvørjum ári fyri eygum okkara