leygarkvøldið, og tað riggaði serstakliga væl. Stór fjøld av fólki – børn, ung og vaksin – vóru til konsertina, og tað sást og hoyrdist, hvussu væl fólk kenna og minnast sangirnar. Tað var lurtað og sungið við [...] við, og løtan kendist bæði nostalgisk, savnandi og kveikjandi. Konsertin vísti, hvussu sterkt tilfar vit hava til føroysk børn á føroyskum máli, og hvussu nógv Kular Røtur hava havt at siga fyri nógv fólk [...] Lützen, Rakul Ró Steintórsdóttir og onnur eisini. Og so rungaðu allir teir kendu sangirnir – "Hon er omma mín", "Bilurin hjá okkum", "Grønir menn frá Pluto", "Flippan" og allir hinir. Her kunnu tit síggja
kroppurin hevur lágan kjarnuhita og er sambært sundhed.dk definerað sum kjarnuhiti undir 35 stig. Fýra av tilflytarunum máttu innleggjast á sjúkrahús. Harumframt vóru fýra ung í bólkinum, sum vórðu latin einum [...] umborð á lastbilar, sum eru á veg til Onglands. Sama er galdandi fyri Eurotunnilin, sum bindur Frakland og Ongland saman. Tann fyrst valda leiðin hjá tilflytarum er at fara yvir um sundið í smáum bátum. Síðan [...] eru fleiri enn 170.000 tilflytarar ólógliga komnir úr Fraklandi til Bretlands. Í juli gjørdu Bretland og Frakland eina avtalu um at senda tilflytarar, sum koma við smábátum til Bretlands, aftur til Fraklands
var liðugt filmað, og tey bæði, Anna Sofía og Álvur, sótu á madrassuni á terrassuni á Oyrasundskollegiinum, segði ein av teimum, at nú var tað mín túrur at seta meg á madrassuna og fortelja um míni trauma [...] orsøk valdu tey at fara til Føroya, har tey kundu læra hana at kenna sum menniskja og forteljara, og síggja, hvar Anna Sofía og Álvur eru frá. Ferðin setti dám á tey, tí eftirfylgjandi hava tey tosað nógv um [...] kollegiið, sum heimildarfilmurin vísir við høvuðspersónunum Annu Sofíu Holm Skoradal og Álvi Av Kák, sum eru lesandi og búgva har. – Eg ætlaði ikki at gera hendan heimildarfilmin, men tá ið mín upprunaliga
ikki óhoyrt, og hetta kemst av, at støðið og trýstið er so mikið høgt, og ein er útvaldur. Tað, at fólk eru útvald ger, at ein setur spurnartekin við, um ein er góður nokk til at vera har, og slíkir spurningar [...] tað kann vera ótrygt, og ikki nógvir pengar fylgja við tí. – Tó hevur tað givið mær frið, at eg havi roynt at gingið á universitetinum og tikið tað “trygga” og “skilagóða” valið, og síðani funnið útav, at [...] trýst og sjúkramelding. Tung, men lærurík tíð Maria er glað fyri, at hon helt fram á skúlanum og kláraði tað. – Hóast tíðin var tung, so var hon eisini lærurík. Eg havi lært nógv um meg sjálva, og havi
filmsskúlunum, kunnu søkja, og í ár vóru 50 umsøkjarar. Tíggju vórðu útvald, og hesi tíggju skulu í tíggju minuttir standa á einum palli framman fyri einari áskoðarafjøld og dómsnevnd og “pitcha” síni hugskot [...] spegla seg í tínum projekti og blíva rørd. – Eisini havi eg lært, at eg skal lurta eftir mær sjálvari og míni ætlan. Ver opin og forvitin Einaferð var Maria nýggj í filmsvinnuni og mátti læra seg alt frá grundini [...] aktivistiskt arbeiði og hevur millum annað lagt nógva orku í felagsskapin Frítt Val, ið virkar fyri fríari fosturtøku í Føroyum. – Spælifilmurin, sum eg fari at pitcha, eitur “Knútar”, og fer at snúgva seg
Mýrini og Hanna Elisabet Skylv Thomassen úr Drátti, og Óla Kluftá Hvítklett úr SÍ. Hetta vísir, at áhugin og førleikastøðið á økinum er vaksandi, og at ungdómurin fær ágóðan av góðum ítróttarkørmum og felagsskapi [...] ítrótt og ungdóm í kommununi – bæði við atliti til komandi Oyggjaleikir og sum íkast til eitt fjølbroyttari og livandi ítróttaumhvørvi í kommununi. Vøllurin verður gjørdur sambært altjóða krøvum og skal [...] útgrevsturin longu er byrjaður, og væntast arbeiðið at vera liðugt síðst í august mánaði. Vága kommuna takkar Flogbóltssambandi Føroya og formanninum, Peter Holm, fyri góða ráðgeving og samstarv í samband við hesa
at tálma nýtsluna og at minka um skaðan á einstaklingin og samfelagið. Hagtølini vísa, at síðan Rúsdrekkasøla Landsins læt upp, hava fólk drukkið minni av sterkum brennivíni og spyrja eftir veikari [...] ólavsøkufrágreiðing løgmans. – Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri skapa ein fjøltáttaðan og mótstøðuføran búskap og tí fara vit at virka fyri at broyta rúsdrekkalógina, so vinnan fær betri karmar at [...] veikari rúsdrekka av betri dygd í staðin. – Skipanin er góð, og gongdina vilja vit hava at halda fram. Matstovuvinnan hevur tó eftirlýst at kunna keypa rúsdrekka beinleiðis úr útheimi, uttan um ei
tað loyvda av rúsdrekka í blóðinum. Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, og har varð eisini blóðroynd tikin. Maðurin varð handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og síðani leyslatin [...] koppaður í Kaldbak, og at ein persónur var í traktorinum, sum ikki slapp út. Tá løgreglan kom á staðið varnaðist hon skjótt, at alt ikki ruggaði rætt. Maðurin blásti í alkometrið, og tað vísti seg at vera [...] hevur verið friðarligt hjá løgregluni. Tey høvdu nakrar fyrireikingar til dystin í Klaksvík millum KÍ og Radnicki 1923, men sambært vaktleiðarinum á politistøðini skikkaðu serbarnir sær væl, so løgreglan
við 19 stigum, Kiljan hevur 17 og Orka 10 stig. Tvíspor 2 flokk vann Marengo og Barbara Carlsen, nummar tvey var Bleikur og Elisabeth Niclasen og nummar trý gjørdist Tindur og Barbara R. Mouritzen Næsta kapping [...] rættiliga til sín rætt á 400 metra breytini og vann greitt við tíðini 28,61. Nummar tvey var Svanna og Barbara Carlsen við tíðini 29,57 og nummar trý Sirkill og Ranja H. Djurhuus við tíðini 29,89. Støðan [...] Svanna og Silfá 13 stig og Grani og Bragi 11 stig. Vænti tað er eindømi, at fimm ross hava møguleika at vinna FM, nú bert tvær kappingar eru eftir. ##med3## Skyldfólkini Barbara R. Mouritzen og Sjúrður
byggja skip og undirsjóvartunlar, sum onnur øvunda okkum, og hava matstovur, sum fáa fólk at ferðast til Føroya. Og vit eiga at styrkja smá vinnurekandi og íverksetar. Tey skapa fjølbroytni og møguleikar [...] telvarar – og eg haldi, at samanberingin er góð. Bæði í politikki og í talvi snýr tað seg um at gera tað, sum er best fyri títt fólk. Bæði í politikki og í talvi eru mangir leikir. Og bæði í politikki [...] størri, og eisini tí at lestrarumhvørvið dregur. Nógv ung flyta uttanlands at lesa ella læra – og helvtin kemur ikki aftur. Tí er tað avgerandi, at vit hava góðar, fjølbroyttar útbúgvingar og stimbrandi