Leygardagin hin 29. august verður lagt upp til ein serliga stuttligan og familjuvinarligan dag á Norð Festivalinum á Viðareiði. - Lívligu og vælumtóktu, Trølla Pætur og Omman, koma á vitjan og fara á pallin [...] pallin í tjaldinum við sangi, skemti og góðum lag fyri børnum og barnsligum sálum. Soleiðis siga fyrireikararnir av stóra tónleikatiltakinum á Viðareiði, sum verður leygardagin hin 29. august. - Og hvør [...] hvør veit – kanska hevur Ommudidd eisini lagt leiðina norður um vøkru fjøllini fyri at heilsa upp á øll børnini á festivalinum. Fyrireikararnir siga, at tá Trølla Pætur og Omman eru liðug á pallinum, letur
krónur. Loysnin er eitt av høvuðsuppskotunum í ferðslutrygdarætlanini fyri Sands kommunu. Í dag er eingin samanhangandi farleið til gongufólk og súkklufólk á strekkinum. Tey noyðast tí út á landsvegin, [...] skjótt. Ein tvívegis felagsbreyt fyri gongufólk og súkklufólk verður mett at vera tryggasta loysnin. Hon verður skotin upp í eystaru síðu á landsvegnum frá Meginskúlanum til Sandabrekkuna. Trupult inni í [...] kann í staðin gerast til ein sonevndan 2-minus-1-veg. Ein slíkur vegur hevur sjónliga bert eina koyribreyt, hóast bilar kunnu koyra báðar vegir. Gongufólk og súkklufólk fáa øki uttan fyri strikaðu kantlinjurnar
. USS George Washington og fylgiskip tess eru nú komin til Miðeysturs. Amerikanska herleiðslan boðaði hósdagin frá, at hangarskipið er komið til økið sum liður í einari ætlaðari útskifting. George Washington [...] Diego í november í fjør, og manningin hevur í meira enn 200 dagar ikki havt møguleika at fara í havn til vanligan frítíðarvirksemi. Seinastu vikurnar eru samstundis komnar álvarsligar fráboðanir um umstøðurnar [...] stórum sálarligum trýsti á manningina. Fráboðanir hava eisini verið um sjófólk, sum hava roynt at leypa fyri borð. Umleið 5.000 sjófólk og hermenn eru knýtt at Abraham Lincoln. Langtíðartænastan hevur fingið
fert tú at vinna, svaraði Trump. Hann legði aftrat, at Grønland hevur stóran strategiskan týdning fyri USA. – Grønland er sera týdningarmikið úr okkara sjónarhorni – ikki úr sjónarhorninum hjá Danmark [...] vístar aftur bæði av grønlendskum og donskum myndugleikum, sum hava gjørt greitt, at Grønland ikki er til sølu.
gjørdu miðskeiðis í juni eitt semingsskjal, sum skuldi binda londini til samráðingar um eina endaliga friðaravtalu og til at lata upp fyri ferðsluni í Hormuzsundinum. Henda semjan er síðani fallin saman, og [...] Iran fram ein nýggjan lista við treytum, sum skulu lúkast, áðrenn landið letur Hormuzsundið upp aftur fyri skipaferðslu. Millum krøvini eru, at USA skal: avtaka flotastongsilin og revsitiltøkini móti Iran [...] sameindu hjá Iran í økinum Iranska kollveltingarhirðin sigur, at ætlanin er at halda Hormuzsundi+ stongt, til mótparturin hevur góðtikið allar treytirnar. Hormuzsundið er ein av týdningarmestu handilsleiðunum
eru nóg mikið av prógvum fyri, at roynt varð at elva til eina spreinging við dronuni. Alexander Dobrindt, innanríkisráðharri, segði eftir hendingina, at Týskland dagliga er fyri hybridum krígsrekstri. Hann [...] upplýsa, hvønn hon heldur standa aftan fyri atsóknina. Tann 4. august varð ein drona við spreingiløðing funnin nærindis einum ukrainskum farmaraflogfari, sum verður nýtt til at flyta hernaðarútgerð. Eftir fundið [...] Leipzig/Halle-flogvøllurin er ein miðdepil fyri farmaflutning og hernaðarliga flutningsskipan. Nato og ukrainska flogfelagið Antonov Airlines nýta flogvøllin til flutning av hernaðarútgerð. Trygdarkeldur
milliónir í fjør til 66 milliónir í avlopi í 2025. Hetta er soleiðis ein betran av ársúrslitinum á 301 milliónir norskar krónur samanborið við árið fyri. Vit kunnu leggja aftrat, at fyri at fáa hesi tøl [...] takkar starvsfólkum og øllum viðskiftapørtum fyri síni íkøst. Felagið tók 10.018 tons av toski í 2025, sum var ein vøkstur á 110 prosent í mun til árið fyri, tá tøkunøgdin var 4.770 tons. ##med2## - Vit [...] rakstur í toskaaling. Men, norski toskaalarin Ode kann nú vísa á sítt fyrsta ár við avlopi, og hetta er fyri árið 2025. Kyst.no veit at sga, at felagið meira enn tvífaldaði sín umsetning - úr 401 norskum milliónum
Tórshavnar kommuna skal rinda 2 milliónir til eina fjallasúkklubreyt til Sersambandið fyri Súkkling og Triatlon. Samlaða verkætlanin var upprunaliga mett til beint undir 10 milliónir, so helst kemur okkurt [...] er niðurstøðan tíanverri enn tann sama. Ein fjallasúkklubreyt, ið Sersambandið fyri Súkkling og Triatlon (SST), skal gera til Oyggjaleikir, er meira umráðandi, enn trygdin hjá reiðfólkum, ið hava verið í [...] mannaminni. Eisini er breytin meira umráðandi enn atlit til náttúru. Bæði Yvirfriðingarnevndin og nú eisini Føroya Náttúru- og umhvørvisfelag, mæla til, at aðrar leiðir verða kannaðar, heldur enn at byggja
landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, vóru við til undirskrivingina. Samstarvsavtalan ásetur karmarnar fyri samstarvið og leiklutin hjá ymsu pørtunum. Tilhaldsstaðið verður skipað [...] øllum pørtunum. Nevndin skal saman við leiðaranum virka fyri, at tvørfakliga og tvørgeiraliga samstarvið riggar, og hava ein ráðgevandi leiklut í mun til innihaldið og kósina í Tilhaldsstaðnum. - Við hesi avtaluni [...] RÓWT leggur dent á, at ymisku tilboðini til málbólkin skulu spæla saman og byggja á hvørt annað. Næsta stigið er eftir ætlan at greina, hvussu rúsviðgerðin til málbólkin kann styrkjast og skipast.
Beint fyri klokkan 15 í gjár fekk løgreglan fráboðan um dronuflúgving við Trælanípuna. Ein patrulja fór á staðið og fekk fatur á útlendinginum, sum hevði flogið dronuna. Løgreglan hitti viðkomandi við [...] fólk ganga út á Trælanípuna. Viðkomandi viðgekk at hava flogið dronuna, og løgreglan tók hana við sær til kanningar. Orsøkin er, at dronan varð flogin alt ov nær Vága floghavn. Viðkomandi skal á politistøðina