verður fyri 18. ferð skipað fyri almenna flaggdegnum fyri fólk, sum Danmark hevur sent út í tænastu kring heimin. Dagurin fevnir um øll, sum eru ella hava verið send út frá danska herinum, tilbúgvingini [...] Fólkatinginum, stjórnini ella einum ráðharra. Endamálið er bæði at heiðra tey, sum hava verið í tænastu uttanlands, og at minnast tey, sum hava latið lív. Samstundis er dagurin ein tøkk til avvarðandi hjá teimum [...] statsligir myndugleikar flagga við splittflaggi av Dannebrog frá bygningum sínum. Hugskotið til flaggdagin kom frá yvirkonstablinum Kim Eg Thygesen, sum hevði verið í Kosovo í 2004 og Afghanistan í 2006
savningarhyljar gjørdir, sum kunnu taka ímóti stórum nøgdum av regni fyribils og síðani stýra, hvussu skjótt vatnið rennur móti býnum og Sado-ósanum. Fylgisveinamyndin varð tikin av einum Copernicus Sentinel-2 [...] portugisiska høvuðsstaðin Lissabon. Beint við býin liggur Sado-ósin við stórum vátlendum og økjum, sum verða ávirkað av sjóvarfallinum. Tá nógv regn kemur, rennur vatn oman úr hægru lendunum kring býin. Er vatnstøðan
Fonsdal Johannesen sum mishátti Quasimodo, burturgoymdur og desimeraða ímyndin av útskúgvan, Aksel Dánjalsson Remmel sum rættskafni hernaðarleiðarin Phoebus og Ári Berghamar Danielsen sum frásøgumaðurin og [...] inn og út um gluggan og spæla út sum eitt, eru teir fimm konservatoriútbúnu Bergur Fonsdal Johannesen sum makfullkomni kirkjumaðurin Frollo, Maria á Lakjuni Djurhuus sum vakra sigoynaragentan Esmeralda [...] opinbering av teim heilt sjáldsamu og tíðarrøttu at síggja "Klokkaran frá Notre Dame" í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, har Gekkadagur er. Ja, Gekkadagur fyri April Fool's Day. Tá er at varða sær, hvat
hoyrd nærindis iransku oljuoynni Kharg leygardagin. Reuters skrivar við iransku tíðindastovuni Fars sum keldu, at enn er ógreitt, hvat hevur elvt til brestirnar. Ein tíðindamaður hjá Fars sigur sambært Reuters [...] skrivar, at óváttaðar upplýsingar frá lokalum keldum siga, at eitt iranskt tangaskip kann vera rakt av einum amerikanskum raketti nærindis Kharg. Kharg liggur í Persaflógvanum umleið 30 kilometrar úr iransku [...] oljuútflutning. Mánanáttina almannakunngjørdi amerikanski forsetin, Donald Trump, eitt AI-gjørt sjónband, sum skuldi ímynda eitt álop á Kharg. Í tekstinum til sjónbandið skrivaði Trump, at Kharg fór at verða »sprongd
Stúgvandi fult er í morgun til ókeypis morgunmatin, sum er partur av Vestmannadøgunum. Felags morgunmaturin er eitt av tiltøkunum á skránni í dag, nú nógv virksemi er í bygdini í sambandi við Vestmannadagarnar
fólk, sum vóru farin niðan á Klakk. Fólk høvdu sæð ljós uppi á fjallinum, og tað vísti seg, at talan var um tvey fremmandafólk, sum vóru farin niðan. Veðrið versnaði tó so mikið, at tey bæði gjørdu av at [...] at venda við og komu oman aftur av sær sjálvum.
tímar. Talan var um vegastrekkið av Skála inn í Skálafjørð, millum Skálafjørð og Skipaneskrossin og víðari vegastrekkið av Skipaneskrossinum til avkoyringina til Syðrugøtu, sum var stongt hesar umleið fýra [...] fýra tímarnar. Løgreglan vísir á, at tað ikki neyðturviliga skulu nógvir litrar av olju til fyri at skapa stórar trupulleikar. Hevur ein stórur tangi á einum lastbili likið ella dryppað javnt yvir eitt langt [...] skal eisini gera upp, hvussu nógv uppruddingin og átakið hevur kostað. Oljudálking á vegi kemur fyri av og á, men sambært løgregluni var hendingin í gjár serlig, tí hon hevði so stórar avleiðingar fyri ferðsluna
venja undir góðum umstøðum og fyrireika seg til komandi kappingar. Ein av næstu og heilt serligu kappingunum er Oyggjaleikir, sum standa fyri framman. Oyggjaleikirnir eru eitt serligt høvi at vísa, hvat [...] kappingar, eru ítróttarfeløgini eisini klár til oyggjaleikirnar. Hvirlan og Bragdið eru millum feløgini, sum hvønn dag brúka Tórsbreyt til venjing, og uppstigaða breytin lýkur altjóða krøv og gevur ítróttinum
í Vági, sum er tann mest skynsama loysnin, so verður verandi heilsumiðstøð brúkt, sum í dag rúmar fleiri tænastum, sum borgarar úr allari suðuroynni brúka, sum eisini er í tráð við ætlanina, sum Heilsumálaráðið [...] eru longu har, at vit hava nógvar av vitalu tænastunum innan heilsu og fyribyrging. Tað sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, við in.fo, sum viðmerking til tað, sum vit hava skrivað um fyrr í dag um [...] frá Jenisi av Rana, løgtingsmanni, um ætlanirnar fyri heilsumiðstøð og apoteki í Suðuroynni. Bjarni Johansen vísir á, at kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy eiga Heilsumiðstøðina í Vági, sum er bygd í 1980
Heilsumiðstøð brúkt, sum í dag rúmar fleiri tænastum, sum borgarar úr allari suðuroynni brúka. Tað sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági, við in.fo, sum viðmerking til tað, sum vit hava skrivað um [...] fleiri heilsutænastum og pláss til fýra kommunulæknar. Sum nú er, so er pláss fyri trimum kommunulæknum. Tað er ein nógv bíligari loysn fyri okkum, sum eiga Heilsumiðsrøðina í Vági, sigur Bjarni Johansen [...] um fyrr í dag um svarið hjá Eyðdis Hartmann Niclasen uppá fyrispurning frá Jenisi av Rana um ætlanirnar fyri heilsumiðstøð og apotek í Suðuroynni. Lesið eisini: Ein heilsumiðstøð skal byggjast í Suðuroynni