at verða viðgjørt, hvussu farið skal verða við vinnuligum gistingarvirksemi, sum í fleiri ár hevur verið rikið lógliga, í einari skiftistíð. Tað snýr seg ikki um at sleppa undan regulering, men um rættartrygd [...] gistingarvirksemi við íbúðum skal uppskotið rætta – og hví verða sjálvar kappingartreytirnar ikki reguleraðar í staðin? Hvussu verður rættartrygdin hjá fyritøkum vard, sum í nógv ár hava rikið lógligt [...] i. Heldur ikki verður mett um, hvussu nógv veruliga kunnu væntast at koma út á fasta leigumarknaðin. Vinnuligt gistingarvirksemi eigur ikki at verða avmarkað við einum dagamarki, tá tað ikki er skjalfest
atlimaskap. Fyrireikingarnar skulu gerast í miðfyrisitingini, í allari skúlaskipanini og á Fróðskaparsetrinum, men eisini í ítróttinum og øðrum felagsskapum í Føroyum, sum kunnu gagnnýta Erasmus+. Bjørg [...] fram í bæði breiddar- og úrvalsítrótti? Fyrireikingarnar eru allneyðugar. Skulu vit hava eina sterka føroyska úrvalsskipan, krevst eisini ein trygg og varandi føroysk fígging. Erasmus+ skal ikki avloysa [...] fíggjarlógini fyri 2026 varð játtanin hækkað við 300.000 krónum til at fyrireika føroyskan atlimaskap frá 2028, men meira skal til. Málið hevur eisini fingið eina týðandi politiska viðurkenning úr ES. Í niðurstøðum
føroysku netbankunum, men í veruleikanum er talan um ein síðu, sum teldusníkar hava gjørt. Fyri at royna at forða fyri tílíkum sviki, verður ein nýggj ávaring tikin í nýtslu í Samleika-appini. Tá tú verður [...] ávaring í appini, skal tú lesa boðini væl og virðiliga og spyrja: Eri eg í holt við at rita inn við Samleikanum? Heldur tú ikki at nakað illgrunasamt er á vási, kanst tú halda fram. Kennist tú ikki við i [...] Síðan í februar er talið av sviki við sms-boðum vaksið munandi í Føroyum, og álopini eru samstundis vorðin snildari. Í summum førum royna teldusníkar at fáa fólk at rita inn við Samleikanum á eini síðu
sum hendir, ger økið ótrygt fyri børnini at ferðast á, verður staðfest í ferðslutrygdarætlanini. Flestu verða koyrd í skúla Sambært ætlanini verða flestu næmingarnir koyrdir í skúla. Nógv foreldur parkera [...] tóku lut í eini skúlavegakanning á Sandi, hava gjørt vart við, at tey kenna seg ótrygg á økinum framman fyri Sands skúla. Tey hava eisini víst á, at økið er serliga myrkt um veturin. Hetta sæst í nýggju [...] nýggju ferðslutrygdarætlanini fyri kommunalu vegirnar og landsvegirnar í Sands kommunu. Framman fyri skúlan eru merkt parkeringspláss, men bilførarar kunnu koyra inn og út á Heimasandsveg eftir einum umleið
hevur sagt nei. Meira kann ikki gerast. Men tørvurin hvørvur ikki við einum nei. Og eitt nei merkir ikki altíð: „Eg havi ikki tørv á hjálp.“ Tað kann eisini merkja: „Eg stóli ikki upp á teg.“ „Eg eri bangin [...] bangin.“ „Eg orki ikki.“ „Eg eri ikki klár enn.“ Fyri eitt menniskja, sum hevur livað avbyrgt í nógv ár og hevur lítið álit á øðrum, kann tað at lata ein fremmandan inn í sítt heim og lív vera eitt ógvuliga [...] ábyrgdin fyri einum foreldri, sum ikki megnar sín gerandisdag, í praksis endar hjá teimum vaksnu børnunum. Tað er ein tung og sera einslig støða at standa í. Og tá eg sjálv kann kenna meg so einsamalla í hesum
Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá. Hann hevur sett landsstýrismanninum ein skrivligan fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini. Øll, sum ikki hava rokkið fólkapensjónsaldri [...] eftirlønarveitara við heimstaði í Føroyum. Spyr um íløgur og gjøgnumskygni Helgi Abrahamsen spyr, um reglur eru fyri, hvørjar íløgur pensjónsfeløgini kunnu seta pengarnar í. Hann vil eisini vita, um krøv [...] fyrispurningin vísir Helgi Abrahamsen á fjølmiðlaumrøðu í juni um, at LÍV-samtakið skuldi hava mist 174 milliónir krónur við einari íløgu í eitt felag, sum ikki megnaði at vinna pening. Sambært somu umrøðu varð
er ætlanin at stilla inntøkumørkini í skattastiganum, so tey fylgja lønargongdini. Sambært Vinnuhúsinum er hetta bæði gott og neyðugt, um skattaprosentið ikki skal hækka sjálvvirkandi, tá lønirnar hækka [...] marknaðum. Føroyar eru eftirbátur í mun til kappingarneytarnar, og tí verður raðfestingin mett at vera røtt. Felagið undrast tó á, at løgmaður ikki nevndi møguleikan fyri føroyskum EFTA-limaskapi, hóast [...] málsviðgerð í sambandi við matrikulering og størri frælsi hjá kommununum at áseta prísin á grundstykkjum. Vinnuhúsið eftirlýsir kortini eina meiri miðvísa ætlan fyri at økja bústaðarútboðið í samstarvi við
fingið innlit í, kann Meta koma at rinda upp í 16,7 milliardir dollarar. Tað svarar til umleið 107 milliardir danskar krónur. Semjan skal tó góðkennast av rættinum, áðrenn hon kann koma í gildi. Kalifornia [...] sum er fólkaríkasti staturin í USA, fær sambært Reuters 2,2 milliardir dollarar. Ákært fyri at gera børn bundin at pallunum Í málinum hava 29 amerikanskir statir ákært Meta fyri tilvitað at hava ment Facebook [...] er eisini ákært fyri at savna inn persónsupplýsingar um børnini. Meta noktar seg sekan og viðgongur heldur ikki í semjuni at hava gjørt nakað skeivt. Um rætturin góðkennir semjuna, skal felagið kortini
um samdøgrið, alt eftir mátingarstaði. Ætlanin vísir kortini ikki sambærilig tøl frá tíðini fyri Sandoyartunnilin. Tað ber tí ikki við støði í sjálvari ætlanini til at siga nágreiniliga, hvussu nógv ferðslan [...] Ferðslan á Sandi er nógv broytt, síðan Sandoyartunnilin lat upp í desember 2023. Tað verður staðfest fleiri staðni í ferðslutrygdarætlanini fyri Sands kommunu. Sambært frágreiðingum frá fólki á staðnum eru [...] Nærumóhappini eru frágreiðingar frá fólki á staðnum og ikki løgregluskrásett óhapp. Eingi samanberilig tøl Tíggju ferðsluteljingar og ferðmátingar vórðu gjørdar í oktober 2024. Tær vísa bæði ferðslunøgd og ferð
tað er neyðugt. Skúlin skal hava eina játtan, sum ger hann føran fyri at geva børnunum bestu fortreytirnar fyri at mennast og læra, sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin. Skúlin [...] vilja stuðla skúlanum, men tað eigur ikki at vera neyðugt hjá landsins einasta serskúla at dúva upp á gávur fyri at geva børnunum góðar møguleikar at mennast og læra. Í vikuni frættist, at Javni hevur latið [...] annað, um landsstýrismaðurin heldur tað vera í lagi, at ein almennur skúli má dúva upp á gávur fyri at røkja sína kjarnuuppgávu, og hvørjar ætlanir hann hevur fyri játtanina til amboð og útgerð hjá Skúlanum