Góði Lítli! Eg sakni teg so sáran. Í dag hevði tú fylt 62 ár. Tað var so stutt ímillum okkum bæði; vit vóru yngst av 4 systkjum. Vuksu upp úti í Perskonugøtu, har mamma og pápi festu búgv, beint innan
Sivar, sum hann vanliga varð nevndur, var nr. 8 í barnarøðini av 12 børnum hjá Katrinu Jacobsen av Slættanesi og Símun Jóhan Eliasen úr Fuglafirði. 101 ár eftir at húsini uppi við Garð vóru bygd, og 1
Ruth var borin í heim 19. juni 1937 í Brekkuni í Klaksvík, dóttir Annu og Jógvan Isaksen. Mamman var ættað úr Uppistovu á Trøllanesi, og pápin var úr Beiti í Lorvík. Tey vóru 7 systkin, og Ruth var nu
Leygardagin 23. august andaðist Kirstin Henriksen, fyrrverandi lærari, á Strondum, 81 ára gomul. Kirstin var dóttir Louisu, f. Hansen, og Sofus Jensen, bæði av Strondum. Hon tók læraraprógv á Føroya L
Tórbjørn var sjúkur, men tað vardi okkum ikki, at hann skuldi fara so knappliga. Tórbjørn var valdur í umboðsráðið hjá Havnar Sjúkrakassa í 1971, í nevndina í 1979, formaður í 1990 og formaður var han
Jógvan var seinastu árini áhaldandi viknaður av sjúku, men fáur mundi vænta hann at mynstra sína seinastu ferð so brádliga, tí bert annan dagin fyri andlátið hevði hann hendinga væl fyri saman við kon
Góði elskaði pabba Tað er so ómetaliga tungt at góðtaka, at tú ikki ert her á fold, saman við okkum meir. Okkum sum tú altíð, ja altíð hevði so stóra umsorgan fyri. Pabba og mamma eru bæði fødd og upp
Vermøður hava eitt óheppi orð á sær, men tað er kanska mest í skemtisøgum. Fyri meg hevur mín vermóður alíð verið mær góð. Hon var ikki sum aðrar vermøður, hon var nakað fyri seg. Hon kundi vitja okku
Nøkur orð, nú Jógvan er farin. Ella Jeppa sum vit vanliga kallaðu hann. Varð so heppin, at sleppa at verða lærlingur hansara í trý ár, og eru hesi árini tey bestu eg minnist afturá sum arbeiðspláss. U
Tú fór við Sjóborgini; tað kennst so løgið, at tú ert vekk og ikki kemur aftur. Tú gjørdist bert 23 ára gamal. Sum heilt lítil sigldi tú við babba; longu sum 10 ára gamal fór tú fyrsta túrin til skips