svaraði hann: “Tú hevur týdning fyri meg!” Og vit sita eftir við júst somu fatan, góða Ingun. Tú hevði nevnliga týdning fyri okkum eisini. Bæði sum starvsfelagi og í mun til vinalag. Tú vart við tínum nærlagni [...] sólstrálur vóru á veg, og nú eru ommudøturnar tríggjar í tali við Binu og Ingunn, sum báðar eru uppkallaðar eftir tær, Bina Ingun Hilbertsdóttir. Vit minnast, hvussu livandi tú greiddi frá ymiskum [...] ein tung løta, tó fylt við takksemi um at hava kent teg. Tað er so mangan, at vit minnast teg, góða Ingun, bæði tá vit tosa um stuttligar og góðar løtur, og tá vit hava onkur meira álvarslig evni á
Nú tingfólk ætla at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár hava tey gloymt ein ávísan bólk av føroyingum, sum framvegis fara at hava 60 ára pensjónsaldur: – Tað eru tingfólkini sjálvi. Tey tingfólk [...] hevur hugsað, tá hon hevur orðað uppskotið um at hækka pensjónsaldurin hjá føroyingum, vita vit sjálvandi ikki. Men hon hevur so ikki tikið tingfólkini, sum skulu taka avgerðina
samstundis broyta sín egna pensjónsaldur. Tá Løgtingið ger eina so gjøgnumgrípandi kollvelting, sum at hækka pensjónsaldurin, so hevði tað verið tað allar minsta, at tingfólk vístu seg sum
Takk fyri, at tú vilt halda dagin saman við tínum nærmastu, familju, kenningum, vinum og fólki, tú hevur arbeitt og arbeiðir saman við. Annika er gift við Jacob Horn Nielsen og eiga tey tveir sera [...] tú fórst sum ung úr Vági. Tú fór úr 9. flokki í Vágs skúla og niður til Danmarkar at íðka svimjing, ikki tí, tú hevði í fleiri ár spælt violin í musikkskúlanum í Vági og dugdi framúr væl at spæla
listaframsýning í sambandi við vitjanina. Tá flutti Sigrun fram røðu og handaði drotningini ein málning. Longu frá fyrstu árini legði Sigrun denti á at lýsa dagligdagin hjá vanliga føroyinginum. [...] Eisini hevur hon havt framsýningar til dømis í Grønlandi, Týsklandi. Japan og í New York. Tá Hanstholm kommuna fyri nøkrum árum síðan hevði vitjan av drotningini, var Sigrun boðin av kommununi [...] málningur, og málningar, har Sigrun avmyndar mammu sína við stórum hondum, sum bæði lýsa tær arbeiðandi hendurnar og tær biðjandi hendurnar. Hon gevur sjálv henda málning heiti “føroysk hetja
øll børn fáa góðar upplivingar við rørslu. Men tað hevur eisini víst okkum, hvussu týdningarmikið tað er at eftirmeta og laga undirvísingina eftir næmingunum. Vit vita eitt nú, at [...] eisini, og júst hetta, at gransking, útbúgving og samfelag møtast, er ómetaliga spennandi og mennandi fyri allar partar. Onkur heldur kanska, at gransking og fróðskapur fyllir nógv [...] skúlanum Eitt gott dømi um slíka gransking er rørsluátakið, sum skúlarnir í Vági og Tvøroyri hava arbeitt við, og sum gjørdist karmur um mína ph.d.-útbúgving. Skúlarnir spurdu seg sjálvar: Hvussu
at snara til høgru: “kós fram um nánd” (retning over nærhed), sum ástøðið sigur. Sigast má, at Merz longu er vorðin kløkkaður til høgru, men spurningurin er so, um hann eisini verður freistaður [...] ska SPD og og grøna flokkin Grüne. Hetta hevur tó ikki hjálpt FDP, tí í flestu veljarakanningum síðani hetta er FDP ikki sloppin upp um valgáttina. Í staðin er tað CDU, ið stendur til at [...] umframt fleiri onnur álop framd av tilflytarum. “Genug ist Genug!” ljóða slagorðini. Henda høgrasnaring hevur tó ført við sær, at bayernski systurflokkurin CSU, ið vanliga altíð er í greipu saman við
aldri redde for arbeid og slit, men gni’ne på ord og tårer – sjøen va vel salt nok som han va – og ingen har nå nåken gong blitt mett av ting ein sa.” Soleiðis syngur Bjørn Eidsvåg í vakra og sigandi sanginum
var Amerika eitt stórt land. Tey, sum tryggjaðu hesum landi stórleika, vóru andsmenni, heimspekingar og listafólk. Tað kanska besta dømið var rithøvundurin og skaldið Edgar Allan Poe (1809-49) [...] gjørdist skjótt kendur í Europa, serstakliga í Fraklandi, og millum hansara bókmentaligu næmingar vóru eitt nú Charles Baudelaire (1821-67) og Stéphane Mallarmé (1842-98). / Millum amerikanskar [...] “humanistiskari idé”, sitat: “Tey, sum tryggjaðu hesum landi stórleika, vóru andsmenni, heimspekingar og listafólk.” Hetta brúkar Kamban sum eitt frásagnarkneb til at enda aftur, har hann byrjaði
gomlu flokshølunum og gjøgnumgekk nakað av føroyskari mállæru og rættstaving. Løtan endaði sjálvandi við farvæl-spurningum. Hóast Álvur var einasti lærari, vit høvdu øll 10 árini í fólkaskúlanum [...] Ongantíð var neyðugt hjá Álvi at rópa, fyri at fáa okkum at lurta og akta. Vit høvdu stóra virðing fyri Álvi. Álvur var ein miðalhøgur og prúður maður við tjúkkum, myrkum hári og stórum, myrkum [...] hansara myrku eygu vóru tó blíð, eins og hansara smíl, og avdúkaðu hansara róliga, blíða og skemtingarsama sinn. Álvur var sera fevnandi sum lærari. Hann var góður við okkum øll. Haraftrat hevði hann