Løgtingið er flóvisliga ósmæðið

Í dag fer Løgtingið undir viðgerðina av upp­skot­i­num um at hækka pensjónsaldurin hjá før­oy­ing­um upp í 70 ár – og at gera tað 10 ár fyrr enn áður ætlað.

Tað er so eitt, at Løgtingið heldur tað vera í lagi at leggja slíkar byrðar á fólkið, men tað er pín­ligt og flóv­is­ligt, at tey ikki sam­stund­is broyta sín egna pensjónsaldur.

 

Tá Løgtingið ger eina so gjøgn­um­gríp­­andi koll­velt­ing, sum at hækka pen­sjóns­­ald­­u­rin, so hevði tað verið tað allar minsta, at ting­fólk vístu seg sum virðiligar fyr­i­mynd­ir og hækk­aðu sín egna pensjónsaldur eisini. Men tað gera tey ikki. Og tað ætla tey sær held­ur ikki at gera, tí so høvdu tey gjørt tað í fjør, tá tey broyttu lógina um teirra egnu løn og pensjón.

 

Men tann broytingin er sjálvandi ikki gald­andi fyri tey, sum sita á tingi í dag. Hon er bara galdandi fyri tey, sum verða vald á ting næstu ferð og seinni. Men tá full­veld­is­lands­stýr­ið tvífaldaði tinglønina í 1998 og setti í verk ta fullkomiliga vitleysu pensjónina, tá gjørdu tey sær ómak fyri, at lóg­in ikki var galdandi fyri tey løgtingsfólk og landsstýrisfólk, sum longu vóru í pensjónsskipaini, men bara tey, sum sótu á tingi tá – og tey, sum seinni fóru at verða vald. Altso moralurin er, at tá løgtingið ger nakað »gott sum gevur tingfólki meira«, so er tað galdandi fyri »okkum sum nú sita og frameftir«, men tá tað er nakað keðiligt, sum at avtaka feitu okurspensjónina, so er tað »ikki galdandi fyri okkum, men tey sum koma seinni«.

 

Á sama hátt kann Føroya fólk – og ikki minst øll fakfeløgini í Føroyum – siga, at hetta eigur ikki at verða galdandi fyri okkum, men fyri tey, sum koma seinni. Vit hava lagt alt okkara lív til rættis eftir 67 ára pensjónsaldri, og so verður hann bara hækkaður við einum pennastroki – av ting­fólki, sum ikki sjálv vilja bera byrðarnar í felag. Tað er pínliga flóvisligt.

 

Umleið helvtin av tingfólkunum í dag kunnu fara frá við feitari eftirløn, tá tey verða 60. Restin kann fara við tí, sum tey hava tjent sær upp og tjena sær upp rest­ina av hesum valskeiðinum, tá tey eru 67 ár – og ikki 70. Hví skulu tingfólk hava hesi ser­rætt­ind­ini?? Hví skulu tingfólk ikki ganga und­ir somu treytum, sum fólkið, sum tey lóg­geva fyri? Eru tingfólk fóksins tænarar – ella halda tey seg vera harrafólk í Føroyum!

 

– Hvar eru fakfeløgini í øllum hesum? Komið úr holunum og upp á barrikadurnar, hetta kunnu tit ikki lata um tykkum ganga!