at rossafólk skulu hava meira rætt enn súkklarar. Og ikki tí at súkklarar skulu hava minni rætt enn onnur. Men tí hetta snýr seg um eitt náttúruøki, trygd, atgongd og um, hvussu vit velja at leggja ymisk [...] loysnin vald, sum nú liggur á borðinum? Tað er soleiðis, vit skapa álit. So jú, Guttormur – eg haldi ikki, at vit skulu sløkkja Facebook. Eg haldi, vit skulu tendra ljósið. Opna dyrnar. Leggja kortini á borðið [...] lata ljósið sleppa inn. Og um okkurt ikki tolir dagsins ljós, so er tað kanska júst har, vit áttu at spurt eitt sindur meira. Eg eri ikki áhugað í at velja síðu fyri rossafólk ella súkklarar. Eg eri gongufólk
(IAEA) hava funnið nøkur tons av kjarnufysiskum tilfari á einari støð í Sýria, sum hoyrdi til fyrrverandi Assad-stjórnina. Leiðarin í IAEA, Rafael Grossi, rósar sýrisku myndugleikunum fyri at hava boðað [...] frá um higartil ókendu støðina, og hann sigur, at tilfarið, sum er funnið, verður eitt evnið um altjóða trygdartiltøk. - Vit tosa um nøkur fá tons av kjarnufysiskum tilfari, sum kann misbrúkast, sigur Rafael
„Gøtuna um Vesturvarða“ og ikki „Rossagøtuna“. Hann heldur, at kjakið kann geva ta fatan, at rossafólk hava einarætt til gøtuna, sum eisini verður nevnd SEV-gøtan. Sambært honum gjørdi Leif Berg í samstarvi [...] hevur goldið løn og tilfar til størsta partin. Ikki øll rossafólk eru samd Guttormur í Skála sigur seg hava tosað við fleiri rossafólk, sum ikki taka undir við hørðu mótstøðuni móti súkklubreytini. – Fleiri [...] liggur 30 metrar frá gøtuni. Men ein loysn má finnast við íbindingarnar, sigur hann. Sambært Guttormi hava súkklarar eisini sagt seg vera sinnaðir at flyta breytina fimm til tíggju metrar longur inn í lendið
er kendur frá millum annað sum stjóri í íløgufelagnum Tjaldri og Reyniservice og Auto Service. Teir hava stovnað íløgufelagið SR Invest, sum hevur keypt Eysturlon Sp/f. Feløg hjá teimum báðum eiga hvør sína [...] sína helvt av SR Invest. – Ætlanin er at reka Eysturlon víðari, sum fyritøkan verður rikin í dag. Vit ætla ikki at gera nakrar stórvegis broytingar. Eysturlon er kent fyri dygd, og bæði starvsfólkini og [...] við. Sambært Fróða Sigvardsen eru øll starvsfólkini føroyingar. – Eysturlon hevur gott orð á sær, og vit ætla at royna at føra fyritøkuna víðari eftir sama leisti. Hon hevur dugnalig starvsfólk og nógvar
ikki heilt samdur. Vit hava verið á trimum fundum við umsiting hjá TK, mentamálanevndina hjá TK og SST. Á øllum fundunum hava vit greitt sagt, at ross og súkklur hoyra ikki saman og at vit frámæla ætlani. [...] fánýtis. Skal viðmerkjast, at vit á øllum fundunum løgdu dent á, at vit meta ikki, at reiðfólk eiga økið við Vesturvarða. Men vit søgdu greitt, at ross hava ferðast har í eitt mannaminni, og um TK lovar súkklunum [...] uppliva. Tá vandi er á ferð, er tað okkara ábyrgd at siga frá. Í hesum føri hava vit ta betri vitanina, tí vit skilja, tí vit hava upplivað. Tit hoyra okkum, men tit lurta ikki.” Brandur í Dali Formaður í
órørd náttúra, um vit síggja burtur frá ávirkanini av seyðahaldi. Har eru vátlendi, klettar og forkunnug støð, sum hava ligið soleiðis síðani ístíðina. FNU sær stórt virði í at varðveita eitt slíkt náttúruøki [...] er um eina fleiri kilometrar langa breyt, sum fer fleiri ferðir tvørtur í gjøgnum hetta økið, kann hava og við sær varandi broytingar í landslagnum. FNU heldur tí, at áðrenn farið verður undir slíkt inntriv
Thorshavn boðar frá, at teir hava fingið RIB-bátin aftur, sum sleit frá skipinum, meðan Thorshavn var á veg suðureftir í síðstu viku. MRCC visti um bátin, sum var saknaður, og eitt ferðamannaskip, sum var á [...] Tjaldrið varð sent at kanna málið og fann bátin. Seinnapartin kom Tjaldrið á Tvøroyri við honum. – Vit eru sera fegin um at fáa bátin aftur og vilja takka MRCC, Vørn og sjálvandi manningini á Tjaldrinum
segði Donald Trump seg hava ætlanir um at gera Hormussundið til amerkanskt øki, tá USA er liðugt við at berja niður Iran. USA hevur fleiri herstøðir í Oman og hevur havt eitt hernaðarligt samstarv við [...] sjálvur áður hevur umrøtt sum ein "týdningarmiklan samstarvspart í Miðeystri. - Vit arbeiða saman við einum máli um eitt stabilt, trygd og vælbjargað Miðeystur, skrivaði amerikanska uttanríkisráðið sambært [...] amerikanski forsetin í samrøðu við Fox News við hóttanum móti Oman. - Um Oman leggur seg í vegin, bumba vit teir sundur og saman, segði Donald Trump við tíðindarásina. Avtalan millum Iran og USA gongur út í
og gav mær ein krákuunga. Tað var fitt, og eg var góð teg, sum eitt barn elskar pápa sín. Tú hevur altíð tikið væl ímóti teimum, ið vit børn drógu við heim til mammu og tín, ikki minst unnusta mín. Tú [...] num, har tú knappiliga reistist frá borðinum og fór rennandi eftir gólvinum sum ein rakett, og vit, ið vóru saman har, mundu skrædnað. Eisini á hendan hátt vísti tú, at framdriftin altíð kemur fyrst [...] meg liva “undir radaranum”, har ongin sær – og har ongin kann døma meg. Góði pabba. Mangar góðar hava løturnar verið. Onnur børn fingu kettu ella hund. Tú rann í haganum, viðhvørt hevði tú likkuegg
skiljandi. Nógv ímynda sær, at myndugleikarnir skulu kunna síggja, hvørjar heimasíður vit vitja, hvat vit lesa, og hvørjum vit samskifta við. Men tað er ikki tað, sum uppskotið snýr seg um. Talan er ikki um [...] heimasíður, sum vit vitja. Talan er um grundleggjandi ferðsluupplýsingar, eitt nú hvør kundi hevði eina ávísa IP-adressu á einum ávísum tíðspunkti. Ein IP-adressa kann samanberast við eitt telefonnummar [...] Fyrst verða avmarkaðu talgildu sporini goymd í eitt ár. Síðan skal løgreglan hava lógligt grundarlag fyri at fáa atgongd til tey í einum ítøkiligum máli. At eitt spor verður varðveitt, merkir ikki, at nakar