forsetafrúan, Hillary Clinton ynskti at hitta. Men hetta var sum at leita eftir nálini í tí tiltiknu sátuni, tí hann var torførur at fáa fatur á. Men hóast maðurin sigst at vera vorðin millióningur av sínum [...] , men Rio hevur sum sagt nógvar streingir, hóast bert fáir sleppa at darra, og enn færri tykjast tónleikararnir at vera, ið sleppa at spæla. Tí tvey orð, ið lýsa hendan býin væl, eru strongd og stættarmunur [...] stuttari løtu kann fara upp at kóka av smálutunum, gerandisdagurin hevur at borðreiða við. Men tá vóru hitastigini eisini oman fyri tey tríati. Ein dagin vit gingu og spákaðu oman eftir og niðan eftir fjakkaratúni
eina sofu, so hann kann slappa av inn ímillum. At vera stjóri í dag er ikki sum at siga tað. Vit fáa á henda hátt eitt heilt nýtt skrivstovulandskap, sum fer at verða eitt satt prýði fyri høvuðsstaðin«. Og [...] Sambært uppskotinum er ætlanin at leingja Tinganes einar 130 metrar í ein lands-synning og síðani gera ein vinkul upp á 90 stig í beinan útsynning. Hetta opnar møguleika fyri, at Vestara vág eina ferð í framtíðini [...] upp, og so verður lagamanni at byggja nýtt løgtingshús á hesum stóra økinum. Virksemið á Eystaru bryggju verður í so fall flutt inn á Sund. Verkfrøðingar hava roknað út, at einar tvær milliónir kubikkmetrar
talvi fór at verða. Sjálvandi var tað óðamannverk lognu sama dag, ella áðrenn ein hevði sett seg inn í hetta stóra mál, at fara út og siga, hvat rættast var at gera. Tí var tað gleðiligt at frætta, at landsstýrið [...] gjørdist nú talsmaður fyri, at tað var sera umráðandi, at vit fóru sum ein maður undir hetta mál. Tí bað hann um, at ein nevnd úr løgtinginum við umboðum frá øllum flokkum skuldi vera við í fyrireikingunum. [...] tað ikki annað enn væntandi, at løgtingið fekk málið aftur til umrøðu. Men her funnu menn alskyns orsøkir til, at eitt slíkt orðaskifti vildi skaða okkara søk við tí úrsliti, at vit enn tann dag í dag einki
Argentina. Tað hevur onkur hagfrøðingur fingið til at vera, at hvør argentinari drekkur 48 litrar av víni um árið. Men her er talan um njóting, tí tað er sjáldsamt at síggja ávirkaðar argentinarar. Hetta setir [...] enn í milliónahøvuðstaðnum. Eitt tað fyrsta vit gjørdu, var at royna at ringja heim, men illa gekst í hond. Eftir at hava bíðað í tímar eftir at hava fingið samband, følir ein rættiliga, hvussu langt vit [...] heiðurin at verða kallaður tann suðuramerikanski París, og gongur tú tær ein túr um kvøldið framvið øllum teimum nýforelskaðu, fríggjandi ungu pørunum, noyðist tú í øllum førum at ásanna, at romantiskur
sleppa at síga niður í røkurnar. Síðstu ferð vóru eini 8-10 mans til tað arbeiðið. Men sjálvandi skulu teir ungu eisini lærast upp; teir sleppa at byrja við eini rók, sum er hampulig at vera á. Eg trúgvi [...] fólk, mugu fólk koma aðra staðni frá. ? Tað vísir seg ikki at vera nakar trupulleikar at fáa fólk í oynna, tá ið farið verður eftir súlu ella at gera annað arbeiði. Tá koma fólk, sum hava tilknýti til oynna [...] árum síðani vísti, at stovnurin er í stórari framgongd í Norður Atlantshavi, men at menningin er knapt so stór í Føroyum. ? Tað kemst helst av, at tað ikki er nóg mikið av plássi at reiðrast í og tað er
ivast í, at tað er málið, bæði í talu og skrift, sum er mesta orsøkin til, at vit framvegis eru føroyingar. Og tað er at meta sum eitt rættiligt bragd, at føroyingurin gjøgnum tíðirnar hevur megnað at skapa [...] dettur sundur eisini, so er so skjótt, at sjálv mentanin fer sama veg. Tí eiga vit foreldur at taka í egnan barm, og vit eiga at gera okkara til, at børnini aftur fara at tosa eitt mál, sum hevur sínar røtur [...] ikki, at Føroyar skulu byggjast oman á húðaskógvamentanina, men flokkurin vil, at føroyska mentanin, sum í øldir hevur verið grundvøllurin hjá fólkinum, skal varðveitast og mennast. Tað er lítið at ivast
royna nú hvør í sínum lagi at føra seg fram við ósannindum um Javnaðarflokkin, og tað má sigast at vera ein vánalig byrjan á valstríðnum. Men hin vegin so dylist ikki fyri, at júst henda desperata støðan [...] tá javnaðarmenn vórðu lagdir undir at vera Guds-avnoktarar, tí vit royndu at útvega okkum fiskimøguleikar hjá russum. Um hetta gav sambandsmonnum ávøkst, dugi eg ikki at siga, men lítið virðiligt var tað [...] Samuelsen, hóast hann onkuntíð hevur verið eitt sindur óheppin við at rokkið síni mál. Men at hann skal seta gongd á eina søgu um, at eg og Nyrup skulu hava gjørt eina loyniliga avtalu um bankamálið tykir
fór at laga seg til rituellu vikuskiftishaldini vísti seg at vera púra ógrundaður, tí skjótt máttu vit sanna, at hann var royndur í leikum! Ólavsøkan stóð fyri durum, og vit vissaðu hann um, at tað var [...] eitt legg oman í Club 20 at skoða ta donsku kvinnuna, ið dansaði ber á pallinum. Men hvørgin helt, at tað, teir høvdu sæð, var nakað at reypa av! Um henda vitjanin tók pippið frá teimum skal vera ósagt, men [...] tá eg seinni las, at hetta talv varð kosið sum tað besta í Danmark tað árið. Lítið hevði eg hugsað, at so sterkur telvari aftur fór at koma á gátt heima hjá okkum, men eg fekk annað at síggja, hóast nógv
fonn. Marianna helt, at frægast mátti vera at fara til gongu omanaftur til Lopra at siga frá og at fáa hjálp. Men tað mælti hin heimahjálpin frá, tí hon helt at tað var frægast at bíða í bilinum eftir [...] ongantíð, at hon var í lívsvanda. Eg hugsaði mest um tey avvarðandi, sum eg helt kanska fóru at vera bangin um meg. Men at eg sjálv skuldi vera í nøkrum vanda, kom mær ikki til hugs. Eg haldi ikki, at eg [...] á við stormi og so herviligum kavaroki, at tað var skjótt, at eg bleiv greið yvir, at her bleiv ein galin endi, tí sum líkindi vóru, kom tað ikki at henda seg, at vann upp hús. Breyt inn í bilin Men Marianna
lættliga henda, at málúrtøkan fer at avgera, hvussu endaliga støðan verður millum HB, KÍ og NSÍ, og tí hevði tað týdning at fáa nógv mál móti FS Vágum, sum sær út til at fáa trupult við at fáa nakað stig [...] nettakið, uttan at Kaj Leo Johannesen hevði nakran livandi kjans fyri at taka hann. Ein góður kandidatur til ársins mál í Gundadali longu í fyrsta dysti á árinum! Og fyri at tað ikki skal vera lygn, hevði [...] Thomasen, segði um dystin, at tað ikki var ætlanin hjá teimum at liggja so langt afturi á vøllinum, men at teir stutt og greitt vórðu trýstir aftur. Tað hevur annars verið frammi, at FS Vágar ikki leggur tað