týðandi leiklut í lívsgongdini hjá sandmaðki, sum millum annað finst í toski. Sandmaðkurin gerst kynsbúgvin í kópinum, har hann nørist, áðrenn eggini aftur verða spjadd í havið. – Eg sigi ikki, at kópur er orsøkin [...] banna alarum at drepa kóp. Ein samd nevnd tók undir við banninum, men segði samstundis, at tað ikki skuldi forða fyri vanligari kópaveiðu. Nevndin helt, at føroyingar eiga at kunna veiða kóp á burðardyggum [...] Tað eiga vit at fáa greiðu á, sigur Bjarni Hammer. Føroyskar kanningar hava víst, at toskur er partur av føðini hjá vaksnum láturkópi. Kanningar úr øðrum londum hava eisini víst, at kópur í ávísum førum
deyðum, meðan kinesisku myndugleikarnir hava upplýst, at trý fólk eru deyð. Ein talsmaður fyri løgregluna í Nepal væntar, at talið fer at hækka. – Tað fer at hækka, nú vit hava tikið leitingina uppaftur, og [...] fólk, teirra millum í minsta lagi 800 útlendingar, eru saknað í Nepal og Tibet eftir ógvisliga vatnflóð í gjár. Tað upplýsa myndugleikarnir sambært tíðindastovuni Reuters. Bjørgingarfólk í Nepal hava nýtt [...] nýtt tyrlur til at leita eftir fólki, sum kunnu vera á lívi, og til at sleppa neyðhjálp niður til fleiri túsund fólk í rakta fjallaøkinum við markið millum Nepal og Tibet. Í dag er talið av deyðum komið upp
stórar partar av ES-lóggávuni í gildi, men hevur ikki atkvøðurætt í stovnunum hjá samveldinum. Núverandi samgonga varð skipað eftir altingsvalið í 2024. Hon hevði sett sær fyri at lata fólkið avgera, um sa [...] vísir, at 51,3 prosent av teimum, sum hava tikið støðu, ætla at atkvøða ja. 48,7 prosent ætla at atkvøða nei. Munurin er sostatt bara 2,6 prosentstig. Umleið áttanda hvør veljari hevði annaðhvørt ikki tikið [...] Fiskivinnan verður mett at vera eitt tað torførasta málið í møguligum samráðingum. Tey, sum eru ímóti, stúra fyri, at Ísland skal laga seg eftir felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES, og at ræðið á íslendska
var hetta als ikki fyrsta ferðin, tær høvdu verið her. Á eini talvu í forstovuni hekk ein mynd av einrøðuleikinum hjá Ainu Cederblom, Sjóvevur, sum var leiktur á Torradøgunum í 2008 – hetta eisini í sambandi [...] og vísti tað seg at vera havnafrúur, sum høvdu leitað sær til Klaksvíkar at veva, tí her vóru umstøðurnar munandi betri enn í Havn, lótu tær at. Her var so deiligt, rúmligt og ljóst at vera og annars sera [...] oktober 1933, eftir at hava fingið grundøki at byggja vevskúlan á frá “Sterka-Jákup”, bóndanum í gerðum. Hon kom aftur higar við tilfari og vevum fyrst í 1934, var við til at byggja skúlan, hvørs grund Karl
gleðiligt, at felagsskapir vilja stuðla skúlanum, men tað eigur ikki at vera neyðugt hjá landsins einasta serskúla at dúva upp á gávur fyri at geva børnunum góðar møguleikar at mennast og læra. Í vikuni frættist [...] fyri at mennast og læra, sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin. Skúlin á Trøðni er einasti serskúli í Føroyum, og landið hevur fíggjarligu ábyrgdina av skúlanum. Har ganga í dag 71 [...] fyrispurning. Hon spyr millum annað, um landsstýrismaðurin heldur tað vera í lagi, at ein almennur skúli má dúva upp á gávur fyri at røkja sína kjarnuuppgávu, og hvørjar ætlanir hann hevur fyri játtanina til
tað møguligt at vera í barsli í upp til tvey ár við lægri útgjaldi og at goyma nakrar barsilsvikur til seinni. Felagið heldur, at hetta kann gerast eitt bakkast fyri javnstøðuna á arbeiðsmarknaðinum. Serliga [...] tað ikki vera skilagott at leingja barsilstíðina. Tað fær tó jaliga umrøðu, at samgongan ætlar at hækka mánaðarliga hámarkið fyri barsilspening. Saknar tvískattasáttmálar Millum málini, sum ikki vóru [...] jaliga móttøku, er ætlanin at stilla inntøkumørkini í skattastiganum, so tey fylgja lønargongdini. Sambært Vinnuhúsinum er hetta bæði gott og neyðugt, um skattaprosentið ikki skal hækka sjálvvirkandi, tá
londum vísa, at besti máti at fáa fólk til sjálvboðið arbeiði er við at hoyra um hetta frá øðrum. Tí er neyðugt at byrja einastaðni fyri at gera royndir, sum onnur so kunnu frætta um. Tí verður í hesum sambandi [...] til hetta átak. Ein orsøk er, at demografisku avbjóðingarnar við, at tað lutfalsliga fækkast við fólkum í arbeiðsførum aldri í mun til vaksandi talið av eldri borgarum, ger tað alsamt truplari at manna [...] Okkara meting er tó ikki, at áhugin at arbeiða innan eldraøkið er minkaður. Tað eru bara ikki nóg nógv arbeiðsfólk. Harumframt er røktartyngdin alsamt vaksandi. Hetta átak er ætlað at lætta um hjá verandi
heldur ikki, at ovasti leiðarin í Iran, Mojtaba Khamenei, er deyður. Maðurin hevur ikki víst seg alment, síðan hann tók við eftir pápa sín, Ali Khamenei, sum varð dripin í februar. - Eg vænti ikki, at hann [...] álvarsliga særdur í álopinum, tá Ali Khamenei læt lív. Donald Trump sigur, at vinstra síða, armurin, beinið og tað heila - men, eg trúgvi ikki, at hann er deyður. Hetta sigur amerikanski forsetin í einari samrøðu
til eina ávísa hjálp eigur ikki automatiskt at merkja, at vit gevast at royna at fáa samband. Sjálvsavgerðarrætturin eigur at broyta, hvussu vit hjálpa – ikki um vit royna at hjálpa. Tí spurningurin, sum [...] verður boðin í dag. Ein vælferðarskipan eigur ikki bara at rigga fyri tann, sum megnar at finna røttu hurðina, biðja um røttu hjálpina og taka ímóti henni. Hon má eisini megna at røkka tí, sum ikki megnar tað [...] meting var tað týðiligt, at tey ikki megnaðu at taka sær av sær sjálvum, og at umstøðurnar vóru óvirðiligar. Vit hava ongantíð hoyrt nakað aftur um ta fráboðanina. Eg veit ikki, hvat hendi við henni, ella
tóku lut í eini skúlavegakanning á Sandi, hava gjørt vart við, at tey kenna seg ótrygg á økinum framman fyri Sands skúla. Tey hava eisini víst á, at økið er serliga myrkt um veturin. Hetta sæst í nýggju [...] tvørtur um parkeringsøkið. – Tað, at tað er nógv ymiskt, sum hendir, ger økið ótrygt fyri børnini at ferðast á, verður staðfest í ferðslutrygdarætlanini. Flestu verða koyrd í skúla Sambært ætlanini verða flestu [...] flestu næmingarnir koyrdir í skúla. Nógv foreldur parkera beint framman fyri skúlan, meðan børnini bíða eftir, at skúlin letur upp. Harumframt koma næmingar úr Húsavík og Dali við bussi, sum koyrir inn