Hægsta standmyndin av Mariu moy í Evropa varð leygardagin vígd í Póllandi. Tað skrivar týska tíðindastovan dpa. Standmyndin stendur í býnum Konotopie, umleið 190 kilometrar í útnyrðing úr Warszawa. Sjálv [...] millum ríkastu fólk í Póllandi, ið hevur goldið fyri standmyndina. Hann hevur áður sagt við Financial Times, at hann lat standmyndina gera »av takksemi mótvegis Mariu«. Hetta er ikki fyrsta stóra átrúnaðarliga [...] minnismerkið í Póllandi. Í býnum Świebodzin í vestara parti av landinum stendur ein risastór Jesus-standmynd, sum er gjørd við íblástri frá kendu Kristus-standmyndini Cristo Redentor í Rio de Janeiro
fuglfirðingum at fáa bilbukt við Víking. Í dag hittust Víkingur og ÍF fyri triðju ferð í ár í landskappingini. Fyrsti dysturin endaði 2-2 í Leirvík. Annar dysturin endaði við 4-3 sigri til víkingarnar í Fuglafirði [...] fyri 12. ferð í ár var málskjútti í 1. deild. Átta minuttir seinni var tað Fróði Jarnskor, sum økti um heimaleiðsluna til 2-0. 16. apríl fylti Fróði 16 ár, og í dag var hann í sínum 14. dysti í næstbestu deildini [...] Víkingarnir halda fram í sama sannførandi stíli, sum teir leingi hava havt. Bæði í bestu og næstbestu deildini. Í dag hevði Víkingur í 1. deild vitjan av ÍF, og fuglfirðingar fóru úr Sarpugerði og inn
Prísurin at koyra í Noroyatunlinum nýtist ikki at verða ávirkaður nevnivert, tí við verandi prísum, verður longu, ov nógv kravt inn í bummgjøldum. Koyrandi í Kalsoynna um fýra ár Um viji er at fremja v [...] ber til at fara undir at bora í morgin, sum ein annan dag. Tá verður koyrandi í Kalsoynna um fýra ár. Hundratals milliónir eru at spara. Eingin ferja verður bygd, íløgur verða ikki gjørdar í ferjulegurnar [...] ov nógv inn í bummgjøldum árliga. Um lógini um Norðaoyatunnilin verður broytt soleiðis, at heimild verður givin at byggja Kalsoyartunnil, og at brúka av tøka peninginum, verður ómakaleysari at fara til verka
øllum at døma dotnar niður í einum óbygdum øki millum tvær bygdir. Enn er ikki upplýst, hvør sendi dronuna. Hetta er fjórðu ferð í ár, at eitt ómannað flogfar verður skotið niður yvir Rumenia. Í juli vórðu [...] Ukraina. Í mai datt ein russisk drona niður í ein íbúðarbygning í Galati. Tvey fólk vórðu særd. Hendingin fekk tá NATO-aðalskrivaran, Mark Rutte, at undirstrika, at samgongan er til reiðar at verja alt [...] skotnar niður, eftir at tær høvdu brotið rumenskt loftrúm. Tað var fyrstu ferð síðan russisku innrásina í Ukraina í februar 2022, at Rumenia skeyt russiskar dronur niður. Rumenia er limur í bæði NATO og ES
hava orsøk til at vera nøgdir við, at teir ikki løgdu rygg til væl trivaligari tap. Høvuðsorsøkin til, at HB var so greitt omaná, var, at B68 í 80 minuttir var undirmannað. Tað komst av, at Sebastian Lau [...] kvøld fer at spæla á Skála, og tað eru trý stig aftur til B36, sum í løtuni spælir í Sørvági. HB vann 2-0, og soleiðis, sum tað myndaði seg, so hava teir á heimaliðnum orsøk til at iðra seg um, at teir ikki [...] upplagda vongverjanum í høgru Hera Hjalt Mohr setti bóltin í B68 málið. Tíggju minuttir seinni varð 2-0. Málskjútti var Stefan Radosavljevic, sum setti bóltin í málið eftir sending frá Dan í Soylu, ið var aftur
favorittunum í Víkingi. Úrslitið var, at Skála ÍF vann 2-1, og tað var heilt merkisverdur sigur. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at skálamenn bastu Víkingi í landskappingardysti síðani, at Víkingur í 2008 sá [...] liðformaður og álitismaður í miðverjuni. Fyrstu løtuna bendi einki á, at tað ikki fóru at vera favorittarnir í Víkingi, sum fóru at fara undan Mýruhjalla við fullari úrtøku. Longu í øðrum minutti legði Víkingur [...] á tann hátt, at hetta var fyrsti dystur hjá Skála ÍF, síðani Pauli Poulsen í vikuni, sum fór, fór frá sum venjari hjá Skála ÍF. Á beinkinum í kvøld vóru Ari Ó. Ellingsgaard, sum higartil í ár hevur verið
imir eru nú eftir, at ikki ber til at sigla Bandero úr Íslandi, sjálvt um skipið verður mett sjóført. Watson sigur, at arbeitt verður við at fáa skipið leysgivið. Hann ætlar ikki at gevast við stríðnum [...] skipsskjølini hjá Bandero vóru í gildi. Watson vísir aftur, at skipið ikki hevði røttu pappírini. Hann sigur, at Bandero nýliga varð skrásett bæði í Panama og Brasil, og at írskir eftirlitsmyndugleikar høvdu [...] fyrst og fremst at fáa altjóða fjølmiðlar at varpa ljós á íslendsku hvalaveiðina. Tað sigur umhvørvisstríðsmaðurin Paul Watson í samrøðu við íslendska kringvarpið RÚV. Watson heldur, at ætlanin eydnaðist
Frostadóttir, vísir aftur, at komandi fólkaatkvøðan um framhaldandi samráðingar við ES hevur kloyvt íslendska fólkið. Hetta segði hon í røðu á hátíðarhaldi í Hólar í Hjaltadal í gjár. Sambært forsætisráðfrúuni [...] ávísir politiskir leiðarar og viðmerkjarar at økja um mótsetningarnar, tí teir halda, at hetta kann gagna teimum og teirra politiska endamáli. – Tað er ikki soleiðis, at einstaklingar, familjur, heil samfeløg [...] Silfrið hjá RÚV mánadagin, at fólkið var fullkomiliga kloyvt í málinum. Kristrún Frostadóttir er ikki samd í hesi lýsingini. Hon heldur tvørturímóti, at kenslurnar millum fólk eru minni uppøstar enn undir
hesum í okkara gerandisdegi. Hetta kann vera í útvarps- ella sjónvarpssendingum, í greinum, fyrilestrum, bókum, plakatum ella øðrum. Granskarar verða oftast mettir eftir, hvussu dugnaligir teir eru at miðla [...] fer aftur í ár at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum. Hetta verður gjørt [...] serligur førleikar at kunna meira alment um gransking og granskingarúrslit. Evnini eru ofta bæði umfatandi og torskild, so tað er neyðugt at duga at fortelja søgurnar einfalt og skipað, uttan at tær fyri tað
Joensen, sigur í fráboðanini um ástaðarfundin, at tey, sum hava fingið fundarboð, men sum ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum. Hetta er sambært § 13 [...] heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu verður sagt, at til viðgerðar á ástaðarfundinum er umsókn um loyvi at byggja úthús til seyð á matr. nr. 135a omanfyri á Heygnum 9 í Kvívíkar markatalsbygd. - Aftaná verður farið [...] kommunan søkir um at víðka. Sagt verður, at eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum, har tey fáa høvi tat bera síni sjónarmið fram munnliga - ella við skrivliga at lata tey inn