Um alt Spania, sum búskaparliga í stóran mun er bundið at ferðavinnuni, hava fleiri mótmælisgongur verið móti teimum mongu ferðafólkunum hetta árið. Hetta er millum annað galdandi í Barcelona og Málaga [...] broyting í ferðavinnumodellinum, soleiðis at ansað verður eftir okkara ríku náttúru her - eini broyting, soleiðis at tað, sum hetta landið hevur, verður virðismett, tí tað er vakurt, sigur 32 ára gamla Sara Lopez [...] tað er meira enn vælumtókta ferðamálið megnar. Tað var boðskapurin, tá túsundtals fólk mótmæltu hópferðavinnuni á Kanarisku oyggjunum í gjár. Millum grundgevingarnar ímóti mongu ferðafólkunum er, at tey
Norðurkorea gjørt av at senda fýra herlið á tilsamans 12.000 herfólk fyri at hjálpa Russlandi, veit tíðindastovan NTB at siga. Fríggjadagin kundi Nato ikki vátta, at Norðurkorea sendir herfólk at berjast á russiskari [...] Volodymyr Zelenskyj, sigur seg vóna, at lond, sum halda, at norðurkoreanskir hermenn berjast fyri Russland, fara at reagera "harðliga". Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag. - Eg eri takksamur fyri [...] eyguni aftur fyri hesum og sum tosa erligt um hetta samstarv, segði Zelenskyj í einari talu í dag. Ukrainski forsetin segði, at tað er ríkiligt av prógvum um, at Norðurkorea ikki bara sendir vápn til Russland
danskan ríkisstuðul hetta valskeiðið. Orsøkin til at málið kemur í Løgtingið nú er, at tey í Danmark eru vorðin varug við, at lógin, sum kom í gildi í Danmark í 1987, av misgáum ongantíð er komin í gildi í [...] Ætlanin er nú at seta lógina formliga í gildi í Føroyum, so tey aftur kunnu gjalda út pengar, helst eisini tað, sum ikki er goldið síðani 2022. Men tað er ikki meiriluti í uttanlandsnevndini fyri at samtykkja [...] ni. Meirilutin, sum er Sólvit E. Nolsø úr Framsókn, Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum og Liljan Weihe og Annika Olsen úr Tjóðveldi siga, at meirilutin heldur tað vera skeivt, at onnur enn vit sjálvi
Serliga tann russiski sinnaði parturin av mótstøðufólkunum fer at vísa á, at tað er ein hóttan móti neutralitetinum hjá landinum og at vandi er fyri at skapa trupulleikar við Russland. Mótstøðufólk hjá forsetanum [...] søguliga roynt at hildið seg uttan fyri ósemjur. Viðhaldsfólk hjá ES siga valið snúgva seg um eina greiða vesturlendska ætlan. - Nú er møguleikin hjá fólkinum at geva eitt greitt signal um, at hendan og komandi [...] Tað hava verið nógvar søgur um, at heilar skipanir eru gjørdar, sum gjalda fólki fyri at atkvøða, fyri at ávirka dagsskráir og skapa ófrið undan valinum, sigur hann. Í dag er bæði forsetaval og fólkaatkvøða
um leiklutin hjá Iran í álopinum. Tað er iranska tíðindastovan Irna, sum ber hesi tíðindi. Fyrr í dag legði Benjamin Netanyahu Hizbollah undir at hava roynt at beina fyri honum og konuni, og hann lovaði [...] - Tit fara at gjalda ein høgan prís, legði ísraelski forsætisráðharrin aftrat. Hizbollah, sum eru sameindir hjá Iran, hevur enn ikki tikið ábyrgd av álopinum, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld. Talan [...] hjá ísraelska forsætisráðharranum í býnum Kesarea har norðuri í Ísrael. Sambært útlendskum miðlum er hetta summarbústaðurin hjá Benjamin Netanyahu. Eingin fekk skaða, og forsætisáðharrin var ikki heima.
tit ofta um tann góða 1924-árgangin. At gerast hundrað ár? Tað er ikki mongum unt at gerast so gamal. Tað fær meg og okkum øll at hugsa um, hvat tað man hava at siga at hava livað í heili 100 ár – eina heila [...] við 100 ára føðingardegnum. Hetta er ein stórur dagur á Toftum og í Nes kommunu, og sjálvandi er býurin flaggskrýddur í dag. Tað er mær ein stórur heiður at vera boðin við at hátíðarhalda dagin saman við [...] gestur har og fekk nógvar góðar vinir. Jákup Mikal er søgufróur, og hann hevur havt eitt minni sum fáur. Honum hevur dámt sera væl at siga frá, men eisin at lurta eftir søgum frá øðrum í Undirhúsinum. Jákup
aftrat hesum er ein stór arbeiðarafjøld knýtt at hesum fyritøkum. Tískil hevur tað nógv at siga, hvussu vinnan hevur tað. Handils- og vinnulívið skapar ein fjølbroyttan arbeiðsskara og er við til at draga fólk [...] sera skilagóð íløga, sum ár eftir ár er við til at tryggja, at Tórshavnar kommuna hevur møguleikan at virka og veita góðar tænastur til allar borgarar. Við javnaðarkvøðu John av Reyni Valevni hjá Javnaða [...] dygdum til okkara kommunu. Hetta ríkar okkum og tryggjar framtíð okkara. Handils- og vinnulívið skal hava sítt pláss til at virka, og skulu umstøðurnar altíð vera góðar, soleiðis at tað kann vaksa og umstilla
imamum? Har er einki svar! Tað er ræðandi at staðfesta, at muslimar, jihadistar, marxistar, ultra-sosialistar, anarkistar, sokallaðir friðaraktivistar osfr. í symbiosu finna saman í kravgongum at harta Ísrael [...] Leiðslan í Hamas visti væl, at terrorálopið fór at fáa vanlukkuligar fylgjur fyri fólkið í Gaza, sum Hamas við harðari hond hevði havt valdið á síðani 2006. Men tað hevur einki at siga fyri terrorfelagsskapin [...] Sudan. Næst á skránni var Saudi Arabia, sum nú er sett á pausu. Slyngulstaturin Iran Iran er harðliga ímóti øllum samstarvi við Ísrael. Iran vil afturímóti, at beinast skal fyri Ísrael og allir jødar týnast
havnararbeiðarafelagnum eru 21 tons av lóðuri í bingjuni. Talan er um eitt mótmæli móti krígnum í Gaza. - Tíðin er komin, tá vit mugu rópa tað hart, at havnin í Pireus ikki má vera lopfjl til kríggj. Vit stríðast [...] herjaði á Ísrael úr Gaza, og 1.200 fólk doyðu. 250 onnur vórðu flutt til Gaza. Hetta fekk Ísrael at leypa á Gaza fyri at knúsa Hamas. Stríðið heldur fram enn. Stórir partar av Gaza eru oyðilagdir, og yvir [...] Norðurmakedónia hósdagin, siga keldur í fakfelagnum. Hon skal lastast á eitt skip, sum siglir undir flaggi hjá Marshalloyggjunum. Skipið skal til Ísraels. Lastbilurin við bigjuni er framvegis hjá havnamyn
mánaðarskifti apríl-mai komandi ár. Bæði kommunan og sløkkiliðið leggja dent á, at alt er keypt frá føroyskum veitarum. Tað siga tey í Eiðis kommunu. Á heimasíðuni hjá kommununi verður í stuttum sagt soleiðis [...] keyptur úr Íslandi, og var hetta stórt framstig. Nú hevði sløkkiliðið bil, sum bæði hevði vatntanga og pumpu, umframt aðra neyðuga útgerð. Lagt verður aftrat um Eiðis Sløkkilið, at nú hevur hesin bilurin tænt [...] soleiðis um Eiðis sløkkilið: Í 1985 fóru eiðismenn fyri fyrstu fer til brandskúlan við Áir at nema sær útbúgving sum sløkkiliðsfólk. Hesir vóru: Arthur Ellingsgaard, Tóri Jacobsen, Petur Kruse, Bjarni “Bei”